VB-Kyndil 14-19(4-7) Kyndilsverjan vann dystin í Vági Stjørnan-Neistin 29-31(16-18) Stjørnan misti í endanum

Kyndilsverjan hevði gott tak á VB álopsspælinum. (Mynd Bjartur)

Kyndilsverjan hevði gott tak á VB álopsspælinum. (Mynd Bjartur)

Ætlar tú tær í FM-finalurnar, mást í hvørfall vinna heimadystirnar, og tað hevur VB ikki gjørt í báðum dystunum ímóti Kyndli í Vági. Eftir dystirnar  fekk eg fyrst fatur í vágskonu, og hon var ikki komin niður á jørðina aftur, tí hon var uppøst og vónsvikin av VB kvinnum. – Kyndil spældi ikki væl, men tá ið VB bara skjýtur fýra mál í fyrra hálvleiki, hvussu kanst tú tá vinna dystin, og liðið brendi øll fýra brotskøstini, liðið fekk. Eg eri vónsvikin í dag, segði vágskvinnan eftir dystin. Eisini hitti eg kyndilsvenjaran Geir Wardum, og hann sigur soleiðis:

– Vit høvdu gott tak á VB allan dystin, men vit spældu ikki væl í álopsspælinum, tá ið vit hugsa um, hvussu væl vit spældu ímóti Stjørnuni í Havn. Heldur vil eg siga, at kyndilsverjan og málverjin vunnu okkum dystin og harvið tvey ótrúliga týdningarmikil stig. Spældi Kyndil ikki væl í álopsspælinum, so gjørdi VB tað heldur ikki, og bæði liðini gjørdu ótrúliga nógvar villur allan dystin. VB fekk fýra brotskøst, og Tomma tók tey øll. VB fær bara fýra mál fyrra hálvleiki, og Rannvá skjýtur tey øll, sigur Geir í stuttari viðmerking.

Dysturgongdin var henda í serliga málfátæka fyrra hálvleiki. Longu eftir tríggjar minuttir er Kyndil á odda 3-0, og eftir tíggju minuttir spæl á odda 4-1. Tjúgu minuttir spældir, og Kyndil er á odda 5-2, og hálvleikstøðan er 7-4 til Kyndil. Her er at viðmerkja, at VB fekk bara eitt mál í nítjan minuttir eitt skifti í fyrra hálvleiki.

VB fær hampuliga góða byrjan í seinna hálvleiki, tí tá ið tíggju minuttir eru farnir, er Kyndil bara á odda 11-9, og møguleikin hjá VB er har, men liðið tekur ikki av. Tjúgu minuttir spældir, og Kyndil er á odda 15-12, og Kyndil vinnur dystin uppiborið 19-14 . Leggjast kann aftrat, at Jórun Ludvig spældi ikki í seinna hálvleiki, tí hon fekk ilt í ryggin, og at Gurið bleiv ikki mansvard í dystinum. Vit mugu bara ásanna, at VB liðið er ikki nóg gott at kappast um FM-heitið, og at Kyndil er ávegis í FM-finalurnar at spæli ímóti Neistatnum. (Vagnur)

Málskjúttar VB: Rannvá Johannessen 5, Tamara Radic 5, Andrea Nielsen 2, Gurið Mortensen 1 og Marjana Trbojevic 1

Málskjúttar Kyndil: Simona Iacob 7, Randi Wardum 4, Anja Heinadóttir 3, Guðrið Petersen 2, Ásleyg Súnadóttir 2, og Bjarta Johansen 1 

Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

Stjørnan-Neistin 29-31(16-18) Stjørnan misti í endanum

Eg siti júst og hyggi at dómaraseðlinum Stjørnan-Neistin, og mangt áhugavert er at síggja í leikgongdini. Eftir fýra minuttir kemur Stjørnan á odda 3-1 og løtu seinni 6-4, men so vendir gongdin, og Neistin brýtur frá sær. Tíggju minuttir spældir og javnleikur 6-6, næstu fjúrtan minuttirnar tekur Neistin leiðsluna 16-10, men Stjørnan endar hálvleikin væl, tí tá er bara tvey mál á muni. 18-16 til Neistan.

Stjørnan fær góða byrjan í seinna hálvleiki, og eftir tíggju minuttir er javnleikur 20-20, og Stjørnan dregur hesa løtuna veruliga frá. Tjúgu minuttir spældir, og Stjørnan er á odda 27-24, og tá ið fýra minuttir eru eftir at spæla, er javnleikur 28-28, men tað er Neistin, sum vinnur dystin 31-29.

Eg síggi, at Daniel Rapa og Niclas Niclasen dømdu dystin. Hesir báðir áttu heldur at dømt í Vági, og so skuldi Hannis Wardum og Uni Wardum dømt í Klaksvík. Halt mær til góðar, eg skilji ikki slíka avgerð frá Dómarafelagnum.  

Málskjúttar Stjørnan: Ella Petersen 9, Simona Petersen 7, Ema Bezanovic 6, Lovisa Lassen 3, Una Olsen 3 og Eyðvør Klakstein 1

Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 11, Nicoleta R. Hansen 5, Marjun Danberg 4, Bára Hansen 4, Rakul Augustinussen 3, Unnur Danielsen 2, Birita Jacobsen 1 og Eir Berg 1

Dómarar: Daniel Rapa og Niclas Niclasen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 11 349 255 94 22
2 Kyndil 12 275 265 10 15
3 VÍF/Tjaldur 10 237 265 -28 8
4 VB 10 233 248 -15 7
5 Stjørnan 11 252 274 -22 6
6 StÍF

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *