Rás 2 segði frá mansdystunum millum VÍF og StÍF í Vestmanna og KÍF og Kyndil í Kollafirði, so her eru mest sum bara hagtølini løgd inn. VÍF legði seg á odda beinanvegin í dystinum ímóti StÍF, tí eftir korter var VÍF á odda 7-3 og eftir tjúgu minuttir 9-3. Men so bragdaði hjá StÍF, sum endaði hálvleikin best. Hálvleikstøðan 11-9 til VÍF.
Í seinna hálvleiki var sama frástøðan fyrsta korterið, tí tá var støðan 17-15 til VÍF. So dregur VÍF aftur frá, meðan tað steðgar upp hjá StÍF. Tjúgu minuttir spældir 21-16 til VÍF. StÍF kemur til støðan 23-20 til VÍF, sum vinnur dystin 25-20. Síggi á dómaraseðlinum, at Sámal Joensen skjýtur heili ellivu mál. Áhugavert, um Sámal veruliga kann koma fyri seg í endaspurtinum um at náa FM-finalurnar. Sámal hevur verið skaddur í rygginum, sum hevur forðað honum at spælt. (Vagnur)
Málskjúttar VÍF: Sámal Joensen 11, Filip Jojic 4, Agnar Joensen 2, Holgar Djurhuus 2, Joen Pauli Høgnesen 1, Rasmus Junker 1, Magnur Müller 1, Jákup S. Andreasen , Andrias Eriksen 1og Martin Ritto 1
Málskjúttar StÍf: Sveinur Justinussen 6, Pætur Joensen 5, Borgar Danielsen 3, Teitur Nilssen 3, Allan Norðberg 2, og Jón Rasmussen 1
Dómarar: Tummas Juul Thomsen og Agnar Dam
KÍF-Kyndil 31-28(14-13) Kyndil dragnar í FM-stríðnum
Eg fekk orð á KÍF venjaran Jacob Jónsson eftir dystin og spurdi hann, um KÍF hevur trupulleikar at seta menn upp, nú teir eru so langt á odda í FM-stríðnum, og hann sigur: – Vit vita, at tríggir strævnir dystir ímóti H71 eru fyri framman næstu vikuna. Longu hósdagin spæla vit hálvfinaludyst í steypakappingini ímóti H71, og vit spæla sunnudagin landskappingardyst ímóti H71, og næsta týsdag spæla vit seinnu hálvfinaluna í steypakappingini ímóti H71. Hetta høvdu vit í huganum í dag í dystinum ímóti Kyndli. Spælarar sluppu at royna seg, sum vanliga ikki spæla so nógv, sigur Jacob.
Dystargongdin varn henda: Tíggju minuttir spældir og KÍF á odda 7-4, og tíggju minuttir seinni er KÍF á odda 11-8. KÍF steðgar nakað upp, og Kyndil hevur góða løtu, og eftir 29 minuttir spæl er javnleikur 13-13, men KÍF vinnur hálvleikin 14-13.
Fyrst í seinna hálvleiki tekur Kyndil leiðsluna, tí eftir seks minuttir er Kyndil á odda 17-16. Javnt gongur á næsta korterið, tí eftir tjúgu minuttir er KÍF nú á odda 24-22. Kyndil fær ikki fatur aftur á KÍF, sum vinnur dystin 31-28 og styrkir sær enn meira um støðana at koma í FM-finalurinar, meðan Kyndil dragnar. (Vagnur)
Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Andrias Nielsen 5, Nicklas Selvig 5, Ási Dam 4, Teitur Joensen 4, Tony Weihe 3, Rógvi Weihe 2, Poul Finnur Egholm 2
Málskjúttar Kyndils: Finnur Hansson 9, Ludvík Súnason 6, Birgir Poulsen 6, Andrias Sólsker 3, Høgni Klein Olsen 2 og Thorvald Abrahamsen 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 14 | 417 | 319 | 98 | 23 |
| 2 | H71 | 14 | 391 | 349 | 42 | 18 |
| 3 | VÍF | 14 | 380 | 345 | 35 | 17 |
| 4 | StÍF | 14 | 352 | 315 | 37 | 15 |
| 5 | Kyndil | 14 | 356 | 350 | 6 | 15 |
| 6 | Neistin | 13 | 301 | 329 | -28 | 8 |
| 7 |

