Eg sá á Facebook kollfirðing vera ónøgdan við atburðin hjá H71 áskoðarum undir steypadystinum millum H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini týskvøldið. “Ungu H71 áskoðararnir liggja fram við strikuni og rópa ókvæmisorð eftir dómarunum. Hesin óskikkur má halda uppat”, sigur kollfirðingurin. Kom beinanvegin at hugsa um, tá ið vit fyrireikaðu byggingina av høllini við Landavegin, sum tí verri ikki verður bygd av neistafólki. Hallarbólkurin legði stóran dent á, at nýggja høllin skuldi lúka altjóða krøv. Og hvat merkir altjóða krøv? Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Jan Ottosen venur nú samansetta liðið VÍF/Tjaldur
Við kappingarbyrjan vandi Jan Ottosen mansliðið hjá VÍF og samansetta kvinnuliðið VÍF/Tjaldur. Men fyrst gavst Jan Ottosen av venja kvinnurnar, tí hin venjarin Zoran og Jan vóru ikki samdir um venjarauppleggið. Leiðslurnar í Tjaldri og VÍF vóru so samdar um, at Jan vandi menninar hjá VÍF og Zoran samansetta kvinnuliðið. Men síðani er Jan uppsagdur sum mansvenjari í Vestmanna, og Henrik Gerster venur nú VÍF menninar. Læs resten
Kyndil-StÍF 27-17(12-9) H71-KÍF 27-25(12-15) Kyndil og H71 halda tørn í FM-stríðnum
Kyndil spældi seinnapartin ein av bestu dystunum í hesum kappingarárinum, tá ið liðið vann trygt á StÍF. Finnur Hansson er spælandi venjari hjá Kyndli saman við Bárði Johannessen. Eftir dystin hitti eg Finn og spurdi hann, hvussu hann metir møguleikarnar hjá Kyndli at koma í FM-finalurinar?- Sjálvandi eru møguleikarnir til staðar, men tað er einki dulsmál, at kyndilsliðið hevur verið óstøðugt í vetur, liðið hevur spælt nakrar góðar dystir, og so spælt fleiri minni góðar dystir. Í dag hildu spælarar avtalurnar, og hvør spælari stríddist fyri sakini og høvdu góðan hugburð. Læs resten
Kyndil-StÍF 18-18(11-9) Tíðin er farin, og StÍF misnýtir brotskast Stjørnan-VB 23-23(10-14)
Kvinnuliðini hjá Kyndli og StÍF spældu seinnapartin, og Eikur Magnussen sá dystin. – Dysturin var javnur og tamur við fáum málum, og bæði liðini kundu vunnið dystin. Stórskjúttin hjá StÍF Rebekka Justinussen sat uttanfyri mest sum allan dystin óivað við skaða, og Jórun Ludvig hjá Kyndli spældi ikki. Hæddarpunktið í dystinum var óivað, at StÍF misbrúkt brotskast eftir at tíðin var farin. Bólturin varð skotin við síðuna av málinum. Læs resten
Neistin-Team Klaksvík 31-21(14-10) Mær dámar ótrúliga væl at venja neistamenn
Í dag spældi mansliðini hjá Neistanum og Team Klaksvík í Havn, og Neistin vann dystin 31-21. Eftir dystin fekk eg orð á neistavenjaran Áka Mørk, sum hevur havt serliga venjarauppgávu í vetur, tí neistaliðið er mannað við nógvum ungum spælarum, og allar tær “gomlu stjørnurnar” spæla ikki longur við liðnum. Ikki hevði eg roknað við, at neistaliðið fór at standa seg so væl. Læs resten
Besti málverjin í Sunset-deildini breyt handlið hóskvøldið
Ein hartspældur og spennandi steypadystur varð spældur í høllini á Hálsi hóskvøldið millum kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli. Kyndilsliðið er vorðið frálíkt lið og hevur ment seg til næstbesta kvinnuliðið í landinum nakað eftir neistakvinnur. Kyndil vann hóskvøldið fyrra hálvleik við tveimum málum, men mátti lúta fyri neistakvinnum í seinna hálvleiki. Eitt var, at liðið tapti steypadystin, men verri var, at Føroya besti kvinnuligi málverjin úr Kyndli breyt handlið og kann ikki spæla í rúma tíð. Eg havi hitt Tommu.
Tomma Petersen úr Kyndli hevur í hesum kappingarárinum verið nógv tann besti málverjin í bestu deildini, og tá ið eg eftir kvinnudystirnar ringi í hallirnar at fáa viðmerkingar um dystirnar, verður mangan sagt, tá ið kyndilskvinnur hava spælt:” Tomma bjargaði Kyndli sigurin og tvey stig”. Læs resten
Venjarar standa mangan ógvuliga einsamallir
Fyrsta mai seinasta ár skrivaði eg grein Venjarar standa mangan ógvuliga einsamallir. Eg tosaði herfyri við leiðara í hondbóltsfelag, og hann segði mær, at í teirra felag er mannagongdina, at venjari skal ikki skiftast í kappingarárinum líkamikið, hvussu úrslitini eru. Men vit síggja mangan serliga í fótbóltinum bæði í Føroyum og uttanlands, at summi feløg eru skjót at skifta venjara í kappingarárinum, tí úrslitini eru ikki til vildar. Onkuntíð riggar “venjaraeffektin”, men sum oftast riggar ikki. Greinin niðanfyri, sum eg skrivaði fyrsta mai í fjør, sigur mær, at venjaramyndin kann venda ógvuliga skjótt. Læs resten
Hans Holm var í ein mansaldur neistavenjari og formaður í kappingarnevndini í HSF
Eftir lestrartíð í Danmark kom Hans aftur til Føroya í 1965. Hondbóltur kom at vera hansara stóra frítíðarítriv, og Hans hevur veruliga sett sín dám á føroyskan hondbólt. Hann var formaður Neistans frá 1968 til 1974, neistavenjari í fjøruti ár og formaður í kappingarnevndini í HSF frá 1974 til 2006. – Eg havi serlig minni frá nógvu góðu avrikunum sum venjari saman við neistaliðum, sigur Hans. Læs resten
VÍF-StÍF 25-20(11-9) Sámal skjýtur ellivu mál í Vestmanna KÍF-Kyndil 31-28(14-13) Kyndil dragnar í FM-stríðnum
Rás 2 segði frá mansdystunum millum VÍF og StÍF í Vestmanna og KÍF og Kyndil í Kollafirði, so her eru mest sum bara hagtølini løgd inn. VÍF legði seg á odda beinanvegin í dystinum ímóti StÍF, tí eftir korter var VÍF á odda 7-3 og eftir tjúgu minuttir 9-3. Men so bragdaði hjá StÍF, sum endaði hálvleikin best. Hálvleikstøðan 11-9 til VÍF. Læs resten
VB-Kyndil 14-19(4-7) Kyndilsverjan vann dystin í Vági Stjørnan-Neistin 29-31(16-18) Stjørnan misti í endanum
Ætlar tú tær í FM-finalurnar, mást í hvørfall vinna heimadystirnar, og tað hevur VB ikki gjørt í báðum dystunum ímóti Kyndli í Vági. Eftir dystirnar fekk eg fyrst fatur í vágskonu, og hon var ikki komin niður á jørðina aftur, tí hon var uppøst og vónsvikin av VB kvinnum. – Kyndil spældi ikki væl, men tá ið VB bara skjýtur fýra mál í fyrra hálvleiki, hvussu kanst tú tá vinna dystin, og liðið brendi øll fýra brotskøstini, liðið fekk. Eg eri vónsvikin í dag, segði vágskvinnan eftir dystin. Eisini hitti eg kyndilsvenjaran Geir Wardum, og hann sigur soleiðis: Læs resten









