Neistin-Team Klaksvík 31-21(14-10) Mær dámar ótrúliga væl at venja neistamenn

Áki er væl dámdur sum venjari.

Áki er væl dámdur venjari.

Í dag spældi mansliðini hjá Neistanum og Team Klaksvík í Havn, og Neistin vann dystin 31-21. Eftir dystin fekk eg orð á neistavenjaran Áka Mørk, sum hevur havt serliga venjarauppgávu í vetur, tí neistaliðið er mannað við nógvum ungum spælarum, og allar tær “gomlu stjørnurnar” spæla ikki longur við liðnum. Ikki hevði eg roknað við, at neistaliðið fór at standa seg so væl.

Men serliga takkað verið frálíkum málverjum og bestu neistaverjuni í nógv, nógv ár, hevur Neistin fyrst vunnið á Team Klaksvík, vunnið á H71 og spælt javnleik í ímóti VÍF og Kyndli og verið um reppið at tikið stig frá øðrum liðum. Eg havi spurt Áka Mørk, hvussu hann hevur trivist í venjarastarvinum?

– Fyri kappingina í heyst visti eg, hvat vit kundu roknað við nýggja liðnum. Í stuttum kann eg siga, at tað hevur verið ótrúliga stuttligt og spennandi at vant neistamenn. Eg vandi liðið eitt skifti seinasta kappingarár, men nú stóð eg við heilt nýggjari manning, har fleiri spælarar høvdu spælt í 1. deild, og fáir spælarar høvdu spælt í bestu deildini. Og eg má siga, at ungu menninir hava livið upp til mínar vónir, teir hava verið hugagóðir og hava havt ótrúligan stríðsvilja serliga í verjuni. Teir hava allir víst rættan hugburð, og tað fegnist eg um.

Hugaligt og gott um Team Klaksvík fekk styrk til næsta kappingarár.

Hugaligt og gott um Team Klaksvík fekk styrk til næsta kappingarár.

– Vit roknaðu frá byrjan at fáa stigini ímóti Team Klaksvík, men tíðliga sá eg, at vit eisini kundi standa okkum ímóti bestu liðunum. Í fleiri dystum hevur bara vantað tað allar seinasta, so vunnu vit fleiri dystir. Tað kemur óvart á meg, at menn hava víst so góðan hugburð. Málverjarnir hava verið frálíkir, og verjan ótrúliga góð, men vit skjóta ov fá mál í nógvum dystum, tí vinna vit ikki dystir, sum vit áttu at vunnið. Kanska ein góður skjútti aftrat hevði gjørt undurverkið, og vit høvdu tá heilt vist fingið nøkur stig aftrat.

– Tú spyrt meg um framtíðina sum venjari? Nú er kappingarárið ikki liðugt, men eg kann siga, at mær dámar heilt væl at arbeiða sum hondbóltsvenjari, men enn havi eg ikki hugsað um næsta kappingarár. Eg havi trivist væl saman við neistamonnum, tí teir eru so positivir og vísa góðan hugburð, segði Áki Mørk neistavenjari eftir dystin ímóti Team Klaksvík.

Áki Mørk hevði sekstan spælarar við til dystin ímóti Team Klaksvík, og allir spælararnir sluppu at spæla minst tjúgu minuttir, og tólv neistaspælarar komu á máltalvuna. Dystargongdin var henda:

Javnt gekk á fyrstu tíggju minuttirnar, og Neistin var á odda 5-4. Næstu tíggju minuttirnar dregur Neistin frá, tí eftir tjúgu minuttir er Neistin á odda 11-6. Tað kemur ein steðgur í hjá Neistanum, og Team Klaksvík spælir væl til hálvleiks. Hálvstøðan 14-10 til Neistan.

Ì seinna hálvleiki hilnast best hjá Neistnum fyrstu tíggju minuttirnar, tí tá er støðan 23-14 til Neistan. Tjúgu minuttir spældir, og Neistin á odda 25-17. Neistin vinnur dystin 31-21. Nevnast kann, at Sjúrður Thomassen, sum vegna skaða ikki hevur spælt í næstan eitt ár, spældi fyrsta dystin aftur í dag. Um Team Klaksvík hava eg áður skrivað, at á liðnum eru nógvir góðir spælarar, og tað skal ikki nógv tilgongd, so er Team Klaksvík eitt gott hondbóltslið, men breiddin er í løtuni ov lítil. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Terji Mørk 7, Teitur Magnusson 5, Kristjan Dulavík 3, Torstein Balle 3, Herbjørn Lava 3, Rógvi Nolsøe 2, Andras Joensen 2, Jugoslav Djumic 2, Grímur Petersen 2, Ári Rouch 1, Rói Berg og Sjúrður Thomassen 1

Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 7, Beinur Heðinsson 3, Jens P. Mohr 3, Dánjal Kjærbo 2, Heri Jónsson 2, Einar Dam 1, Beinir Johannessen 1, Vilhelm Vilhelmsen 1 og Andrias Ellingsgaard 1

Dómarar: Niklas Niclasen og Daniel Rapa

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *