Eg sá á Facebook kollfirðing vera ónøgdan við atburðin hjá H71 áskoðarum undir steypadystinum millum H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini týskvøldið. “Ungu H71 áskoðararnir liggja fram við strikuni og rópa ókvæmisorð eftir dómarunum. Hesin óskikkur má halda uppat”, sigur kollfirðingurin. Kom beinanvegin at hugsa um, tá ið vit fyrireikaðu byggingina av høllini við Landavegin, sum tí verri ikki verður bygd av neistafólki. Hallarbólkurin legði stóran dent á, at nýggja høllin skuldi lúka altjóða krøv. Og hvat merkir altjóða krøv?
Høvuðskrøvini eru, at áskoðarar mugu ikki ganga á vøllinum ella fram við vøllinum, tá ið teir fara til situplássini. Soleiðis er í øllum hallum í Føroyum, og tí verða ongar av okkara hallum góðtiknar til altjóða kappingar. Tvey onnur týdningarmikil krøv eru fyrst avstandurin millum hondbóltsvøllin og áskoðararnar, sum skal vera í minsta lagi tveir metrar. Síðani er tað hæddin millum gólv og loft, sum skal vera í minsta lagi átta metrar. Har veit eg, at høllin á Hálsi er ov lág við bogarnar á vestursíðuni í høllini. Ákoðaraplássini í høllini við Landavegin skuldu eisini lyftast ein metur upp frá vanliga gólvinum.
Síðani eru onnur krøv um dómaraborð, sum ikki mugu standa ov nær vøllinum, og at ávíst tal av vaktum skulu vera í høllini, tá ið dystir eru o.s.fr. Vit hava seinasta árið hoyrt nógv um rasistisk mál í fótbóltsheiminum, har spælarar eru drignir í rættin. Vit kenna eisini til Barbara Brauer málið í fjør, sum tíbetur endaði í sátt og semju. Nú sá eg ikki steypadystin millum H71 og KÍF, men sjálvandi skulu vaktirnir í gulum vestum syrgja fyri, at ungir H71 áskoðarar ikki liggja fram við síðulinjuna og rópa eftir dómarunum. Hetta er ein áskikkur, sum kollfirðingurin skrivar.
Sjálvandi skulu dómarar tola, at áskoðararnir rópa, tí hetta er partur av spælinum, men trupulleikin er millum annað í Hoyvíkshøllini, at áskoðarar sita ella standa alt ov nær vøllinum. Hoyvíkshøllin er ikki annað enn ein venjingarhøll og ikki ein høll við aljtóða mátum. Tí var spell, at óróð kom í Neistan, og at høllin við Landavegin óivað ikki verður bygd. Stóð høllin í dag, so skuldu tit sæð eina nýmótans hondbóltshøll við aljtóða mátum. (Vagnur)
