Álvur Haraldsen tekur frálíkar hondbóltsmyndir

Hetta er mynd, sum sigur nakað. Plettskot frá Álvi Haraldsen.

Hetta er mynd, sum sigur nakað. Plettskot frá Álvi Haraldsen.

Myndir og ítróttur hoyra saman, tí hevur tú ikki ítróttamyndir, so er vónleyst at skriva um ítrótt. At taka góðar myndir er í míni verð list, og tað eru fólk, sum eru betri til hesa list enn onnur. Í ein mansaldur havi eg tikið nógvar ítróttamyndir í sambandi við ítróttaskrivingina. At taka góðar myndir er eins og at fara á flot. Tú veitst ongantíð, hvussu úrslitið verður, og um tú júst í dag tekur “myndina”. Álvur Haraldsen er frálíkur myndamaður, og vit onnur hava frá honum fingið loyvi at fáa gleði av myndunum, sum eru almennar og tiknar í almennum høpi. Talan er ikki um paparazzimyndir.

Almennar myndir eru myndir, sum myndafólk taka frá almennum hendingum, sum tildømis dystum, konsertum, á ymsum almennum støðum o.s.fr. Paparazzimyndir eru myndir, har myndafólk sníkja seg til myndirnar, og eru myndirnar tær røttu, kanst tú í øðrum londum forvinna nógvan pening. Talan er ongantíð um ærumeiðing, tá ið myndirnar eru tiknar á almennum støðum, tí spælarar ella kendu fólkini vita, at myndafólk eru ella kunnu vera til staðar.

Øðrvísi er við paparazzimyndum, har myndafólkini taka myndir á privatum staði, og avmyndaðu fólkini ikki hava givið loyvi til tiknu myndirnar. Seinasta stóra aljtóða paparazzimálið eru myndirnar av bróstunum á ensku prinsessuni Kate, sum fóru um allan heim. Myndamaðurin forvann millióna upphæddir fyri myndirnar. Enska kongshúsið hótti við sakarmálum, men hetta bleiv tó av ongum.

Ítróttamynd er ein støðumynd, sum tildømis myndin omanfyri. Tá ið eg á Portalinum sá myndina frá seinna steypadystinum millum Neistan og Kyndil, hugsaði eg beinanvegin: -Stakkals unga Eir Berg, sum hevur rent seg inn í harða kyndilsverju. Støðan er óivað ikki vandamikil, men hon sýnist ógvuslig og sigur ótrúliga nógv. Ein av kyndilsspælarunum fær óivað tveir minuttir fyri hálsatakið. Myndin er ótrúliga góð. Dómarar døma dystin, og spælarar fara  so langt í verjuspælinum, sum dómarar loyva. Dómarin hevur ábyrgdina, at spælarar ikki fara um mark í spælinum.

Eg síggi, at Álvur hevur stóra linsu, tá ið hann tekur myndir í hallunum, og tað er torført at taka ítróttamyndir í hallum, tí ljósið er ikki altið nóg gott. Sjálvur komi eg ongantíð at duga at taka eins góðar myndir og Álvur  í hallunum. Eg havi ikki neyðugu útgerðina, sum kostar nógvan pening, og sum tú sjálvandi skalt duga at brúka. At taka myndir úti gongur hampuliga væl. (Vagnur) 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *