Jan Ottosen venur nú samansetta liðið VÍF/Tjaldur

Soran venur ikki longur VÍF/Tjaldur.

Soran venur ikki longur VÍF/Tjaldur.

Við kappingarbyrjan vandi Jan Ottosen mansliðið hjá VÍF og samansetta kvinnuliðið VÍF/Tjaldur. Men fyrst gavst Jan Ottosen av venja kvinnurnar, tí hin venjarin Zoran og Jan vóru ikki samdir um venjarauppleggið. Leiðslurnar í Tjaldri og VÍF vóru so samdar um, at Jan vandi menninar hjá VÍF og Zoran samansetta kvinnuliðið. Men síðani er Jan uppsagdur sum mansvenjari í Vestmanna, og Henrik Gerster venur nú VÍF menninar.

So er Jan aftur inni í hitanum. (Mynd Álvur)

So er Jan aftur inni í hitanum. (Mynd Álvur)

Kuril er nú aftur á tráðnum í VÍF/Tjaldur, tí nú hava leiðslurnar í Tjaldri og VÍF gjørt av, at Zoran skal vera ungdómsvenjari í Runavík, og at Jan Ottosen skal venja samansetta kvinnuliðið VÍF/Tjaldur. Sig so tað. VÍF/Tjaldur var mítt boð frá byrjan av kappingini at koma í FM-finalurnar, men liðið hevur verið ótrúliga óheppið.

Fyrst var Liljan Durhuus skadd nakrar dystir, og so gjørdist Adina Petrea skadd í øksluni. Vóru bæði Liljan og Adina við allar dystirnar, so hevði VÍF/Tjaldur havt nøkur stig aftrat.

VÍF/Tjaldur hevur enn møguleikan á náa FM-finalurnar, og spennandi at fylgja við, hvat Jan Ottosen kann gera við núverandi støðu. Í løtuni er Kyndil í góðari støðu at koma í FM-finalurnar, men VÍF/Tjaldur kann náa Kyndil. Tað hoyrdist, at Liljan Durhuus úr VÍF/Tjaldri var ónøgd og fór í Kyndil, men hetta er avsannað í Vestmanna. Liljan fer ongan veg, verður sagt. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *