Venjarar standa mangan ógvuliga einsamallir

Henrik Gerster er nýggjur VÍF venjari og skal royna at fáa mansliðið í FM-finalurnar

Henrik Gerster er nýggjur VÍF venjari og skal royna at fáa VÍF í FM-finalurnar og steypafinaluna.

Fyrsta mai seinasta ár skrivaði eg grein Venjarar standa mangan ógvuliga einsamallir. Eg tosaði herfyri við leiðara í hondbóltsfelag, og hann segði mær, at í teirra felag er mannagongdina, at venjari skal ikki skiftast í kappingarárinum líkamikið, hvussu úrslitini eru. Men vit síggja mangan serliga í fótbóltinum bæði í Føroyum og uttanlands, at summi feløg eru skjót at skifta venjara í kappingarárinum, tí úrslitini eru ikki til vildar. Onkuntíð riggar “venjaraeffektin”, men sum oftast riggar ikki. Greinin niðanfyri, sum eg skrivaði fyrsta mai í fjør, sigur mær, at venjaramyndin kann venda ógvuliga skjótt. 

Venjarar standa mangan ógvuliga einsamallir (e)

Nú er hondbóltskappingin lokin, og søgur eru um spælarar og venjarar, sum skifta felag. Hetta er ógvuliga vanligt. Venjarastarvið er serligt arbeiði, tú verður mettur eftir avrikum, og tú veitst ongantíð, hvussu tryggur tú situr í stólinum. Eru úrslitini ikki til vildar, verður kikarin oftast vendir ímóti venjaranum, tí um kósin skal broytast, kanst tú ikki senda alt liðið til hús. Bæði spælarar, áskoðarar og fjølmiðlar hava nógvar meiningar um venjaran.

KÍF venjarin Jacob Jónsson er venjarin, sum situr tryggastur í venjarasessinum.

KÍF venjarin Jacob Jónsson er venjarin, sum situr tryggastur í venjarasessinum.

Tá ið tú hoyrdi, at KÍF ikki longur vildi hava Jan Ottosen sum venjara, og at Jan nú varð vorðin venjari í Vestamanna, so hugsaði tú: – Jan hevur jú givið kollfirðingum so nógv og fingið bestu úrslit  í søgu felagsins, hví so skifta venjaran. Sjálvandi veitst tú, at venjarastarvið er slítandi, og at bæði venjarar og spælarar vilja broytingar, men í hesum føri skilti tú tað ikki.

Jan Ottosen hevur veruliga sett dám á føroyskan hondbólt. Hann kom sum eitt ódnarveður til Kollafjarðar, broytti spælastílin hjá KÍF, og serliga framfýstna verjuspælið tyktist spennandi. Jan er bersøgin, sigur sína hugsað undir dysti og í fjølmiðlum, og sum eg skilji eisini gestur í HSF við sínum meiningum. Frálíkt fyri føroyskan hondbólt, at vit fáa nýggjan íblástur, tá ið maður sum Jan kemur til Føroya við nýhugsanum og meiningum.

Nú fer Jan Ottosen til Vestmannar at venja menninar og kvinnurnar í bestu deildini, og eingin ivi um, at Jan fer eisini at fáa góð úrslit í Vestmanna. Við úr skjáttuni  hevur hann tvey finalupláss í FM-kappingini og eitt finalupláss í steypakappingini.

HB arar á bakkanum 

Ein venjari skal kunna so nógv, hann skal leiða venjingina heilan vetur, gera tað spennandi og mennandi hjá spælarum. Hann skal duga væl við fólki, bæði tá ið pulsurin á spælarum er 70, og tá ið  pulsurin er 140 ella meira og illa gongst á vølli. Hann skal eisini vera væl fyri taktiskt, tora at taka stig í dysti. Venjarin verður eygleiddur bæði av mótstøðuliðnum, áskoðarum og fjølmiðlum. Venjarin kann mangan standa ógvuliga einsamallur.

Jan Ottosen hevur nógv upp á hjartað í dystunum. (Mynd Álvur)

Komi at hugsa um eldri HB arar, sum plagdu at standa uppi “bakkanum” í Gundadali og eygleiða HB-liðið sunnudagar. Hetta vóru eldri toppspælarar, sum høvdu vunnið mangt FM-heiti við besta liðnum hjá HB. Kendi fleiri teirra  og plagdi at arga onkran, tá ið minni gekst í hond hjá HB. Tú fekst altíð nágreinliga frágreiðing, hvussu HB ikki skuldi havt spælt, og hvussu HB skuldi havt spælt seinasta sunnudag. Teir góvu altíð sína meiningar til kennar.

Eitt er venjarin og annað eru spælararnir. Venjarin ger einki einsamallur, og hann má hava “typurnar” á liðnum, skal hava útinna tað á vølli, sum hann vil. Og venjarin  skal bara vanta ein ávísan spælara til tess at fáa alt at rigga. Komi at hugsa um Liverpool, sum misti miðvallaspælaran Alonso til Real Madrid. Liðið misti flogið er ikki komið fyri seg enn, tí felagið hevur ikki funnið spælstýrara sum Alonso.

Nógv venjaraskifti eru farin fram í bestu hondbóltsdeildum seinastu vikuna, tí verður aftur spennandi at fylgja við, hvussu fer at hilnast hjá teimum. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *