Kyndilskvinnur vunnu uppibornan sigur á Stjørnuni seinnapartin. Kyndil var nógv betra liðið og serliga í fyrra hálvleiki. Og við sigrinum ímóti Stjørnuni er Kyndil knappliga favorittur at náa seinna FM-finalu plássið. Claus Rasmussen sá dystin seinnapartin, og hann er ikki í iva:
– Kyndilskvinnur stríddust veruliga fyri sigrinum, og í seinna hálvleiki sást tiðuliga, at bæði venjarar og spælarar ikki vilda, at Kyndil aftur “gav” sigurin burtur í seinna hálvleiki. Stjørnan brendi nógv í fyrra hálvleiki, og tað gjørdi Kyndil sær dælt av og fekk nógv skjótálop.
Eg haldi, at Stjørnan vantar striðsanda og spæligleði, og at fleiri av spælarar ikki er í nóg góðari venjing, sigur Claus og heldur fram.
– Álopsspælið hjá Stjørnuni tykist tung, stirvið og einstáttað, sum ikki plagdi at vera vørumerkið hjá Stjørnuni. Í seinna hálvleiki royndi Stjørnan at broyta ymist, og hetta hjálpti eitt sindur. Kyndilskvinnur blivu eitt sindur fjálturstungnar, tá ið Stjørnan kom eitt sindur nærri. Men so tekur venjarin Geir Wardum tima out, og óivað hevur hann sagt við kyndilskvinnurnar, at nú má ikki aftur henda tað sama, sum ímóti Stjørnuni í Klaksvík og StÍF i Havn. Kyndil vinnur ein uppbornan sigur á Stjørnuni, og nú stendur veruliga væl til á stigtalvuni hjá Kyndli, meðan Stjørnan misti týdningarmikið stig á leiðini at koma í FM-finalurinar.
– Eg vil nevna tveir kyndilsspælarar, sum veruliga skaraðu framúr hjá Kyndli. Umframt Simona Iacob, so var Anja Heinadóttir ófør við sínum stríðsvilja og fýra málum, og íkki minst Ásleyg Súnadóttir, sum eisini var ófør og skjeyt fimm mál, sigur Claus úr høllini á Hálsi.
Dystargongdin var henda: Javnt gekk á fyrsta korterið, tí eftir tíggju minuttir var javnleikur 5-5. Næstu minuttirnar fer Kyndil framum 8-5, men tá ið 22 minuttir eru spældir er Kyndil á odda 8-7. Síðani steðgar Stjørnan upp og fær einki mál til hálvleiks, meðan Kyndil fær fimm mál og mest sum longu vinnur dystin.
Í seinna hálvleiki økist munurin ikki nógv frá byrjan. Tíggju minuttir farnir og Kyndil á odda 18-10, men so hendir nakað næstu tólv minuttirnar, tí Stjørnan hevur tá bestu løtuna í dystinum og kemur til støðuna 21-18 til Kyndil. Men nú steðgar Stjørnan aftur upp og fær bara eitt mál seinastu átta minuttirnar, og Kyndil dregur aftur frá og vinnur uppborið 25-19.
Í míni hondbóltsverð er tað ótrúligt, at við bæði Simonu Petersen og Duritu Christophersen á liðnum kann Stjørnan ikki fáa frægari úrslit ímóti Kyndli. Manningin er kanska útbrend og vantar nýggjan íblástur, tí fólk eru samd um, at Stjørnan er ikki at kenna aftur frá undarfarin ár. Hetta hava fólk sagt frá kappingarbyrjan, og Stjørnan hevur jú tapt sjey av tíggju dystum higartil í kappingini. (Vagnur)
Málskjúttar Kyndils: Simona Iacob 7, Ásleyg Súnadóttir 5, Randi S. Wardum 5, Anja Heinadóttir 4, Jórun Ludvig 3 og Guðrið G. Eystberg 1
Málskjúttar Stjørnan: Durita Christophersen 6, Simona Petersen 4, Ema Bezanovic 3, Ella Petersen 2, Lovisa Lassen 2 og Una Olsen 2
Dóamrar: Karstin Joensen og Thomas Juul Thomsen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 10 | 318 | 226 | 92 | 20 |
| 2 | Kyndil | 11 | 256 | 251 | 5 | 13 |
| 3 | VÍF/Tjaldur | 9 | 217 | 237 | -20 | 8 |
| 4 | VB | 9 | 219 | 229 | -10 | 7 |
| 5 | Stjørnan | 10 | 223 | 243 | -20 | 6 |
| 6 | StÍF | 9 | 217 | 264 | -47 | 4 |
