Jan Ottosen givið føroyskum hondbólti serligt positivt íkast

Jan er ein litfagur hondbóltsvenjari. (Mynd Álvur)

Jan er ein litfagur hondbóltsvenjari. (Mynd Álvur)

Jan Ottosen venur ikki longur VÍF, danski venjarin, sum kom til Føroya at venja KÍF í 2009. Eg havi ótrúliga stóra virðing fyri danska venjaranum, tí hann kom til Føroya við íðni, framfýsni og nýggjum hondbóltstonkum, har hann segði sína meining um ymist innan føroyskan hondbólt, og hann stóð við tað hann segði.

Vit í Føroyum liva mangan í okkara lítla dunnuhyli og tola mangan ikki, at serliga ein dani kemur til Føroya við nýggjum hugskotum og nýggjum hondbóltstonkum. Einki má broytast.

Eg havi ringt til Vestmannar og hitt altíð fyrikomandi venjaran. Eg spyrji Jan, um hann er ein keddur fyrrverandi VÍF-venjari, og hvat hann ætlar við hondbóltinum í framtiðini? 

– Eg havi sovið sum ein steinur í nátt, kanska betur enn nakrantíð seinastu mánaðirnar, og nú pakki eg spakuliga alt niður í Vestmanna, taki alt róliga, og so fái eg at síggja, um boð verða eftir mær sum venjari í øðrum stað antin í Føroyum ella uttanlands. Sáttmálin við VÍF gongur ikki út fyrr enn við kappingarlok. Mær dámar ótrúliga væl í Føroyum, og eg komi óivað at hava eina longri summarfrítíð í Føroyum. Kanska verða boð eftir mær beinanvegin, tí mær dámar væl at arbeiða sum hondbóltsvenjari. Eg er opin fyri øllum, sigur Jan.

Tankarnir leita aftur til kapppingarárið 2009/2010, tá Jan kom til Føroya við serliga verjuspælinum, har spælarar verja langt frammi á vølli. Skjótu kollfirðingarnir megnaðu hetta í nógvum dystum, men tað skortaði ímóti neistamonnum, tí Neistin hevði so nógvar royndar spælarar. Eg eri heilt vísir í, at tað var ikki Jan, sum var orsøkin, at KÍF ikki vann FM-heitið. Eftir míni metan hevði KÍF ikki nóg gott fólk at vinna serliga á Neistanum. Í fjør var KÍF á odda alt kappingarárið, men liðið mátti lúta fyri H71 í trimum tøttum finaludystum, har bara eitt mál var á muni í øllum trimum dystunum. KÍF kundi tað sama vunnið Fm-heitið.

Jan vil ikki koma inn á, hví hann er uppsagdur í Vestmanna, men eg var ikki í iva um, at tá ið Henrik Gerster var settur hjálparvenjari í Vestmanna, og at tríggir aðrir útlendingar eru á VÍF-liðnum, so kom ikki at vera pláss fyri Jan Ottosen. Og rætt hevði eg. Tað, sum mær dámar væl við Jan, er, at hann torir at siga sína meining um ymist innan føroyskan hondbólt. Eisini, hvat viðvíkur virkseminum í HSF. Føroyskur hondbóltur hevur sjálvandi brúk fyri slíkum persónum.

At enda í telefonsamrøðuni spyrji eg Jan, um hann helst vil vera verandi í Føroyum, og hann sigur? – Nú skal eg fyrst koma yvir uppsøgnina, og so gongur lívið víðari. Eg kundi hugsað mær at arbeitt framhaldandi sum venjari í Føroyum, og eru boð eftir mær, verði eg verandi í Føroyum, men er brúk fyri mær kanska í Danmark, fari eg aftur til Danmarkar, sigur Jan at enda.

Eg havi alt gott at bera Jan Ottosen, og hann er góður hjá okkum fjølmiðlafólkum at samskifta við. At hansara framferð á síðulinjuni ikki altíð hóvar fólki, er nakað annað. Men vit hava eisini føroyskar venjarar, sum ikki standa nógv aftanfyri Jan í so máta við vón um, at Jan heldur fram sum venjari í onkrum føroyskum hondbóltsfelag. Hann fekk KÍF til eitt topplið, og VÍF er í løtuni eisini eitt topplið. Hann gjørdi eisini, at fleiri KÍF spælarar endaðu á føroyskum landsliði.

Jan hevur verið gott íkast til føroyskan hondbólt, eingin ivi um tað. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *