Úti í Havnardali eiga abbabørnini verðins fittasta hund, eina tík, sum er trý ára gomul og kom sum hvølpur av Strondum. Øll í familjuni er góð við tíkina, sum goyr millum lítið og einki. Hon er trúgv og er ógvuliga “kerlig”. Umstøðurnar eru góðar at hava hund í Havnardali, tí tá ið tíkin vil út, er stórt umráði hjá henni at ferðast á, og hon rýmir ikki. Í heyst tosaðu tey um, at nú var tíðin komin, at tíkin átti at fingið hvølpar fyrstu ferð. Tey tóku tíkina við til Skúvoyar, har tey skuldu fletta í heystfrítíðini. Og tíkin var ikki meira enn komin á land í oynni, tá hon varð føst við seyðahund hjá bóndanum.
Sagt verður, at eru tíkin og hundur føst, so gerst tíkin kviðin. Tíkin gongur umleið nýggju vikur, og so koma hvølparnir. Seinastu vikurnar sást tíðuliga, at tíkin var kviðin, tí rørslurnar vórðu øðrvísi enn vanligt. Spenningurin øktist, tá ið nærkaðist, at hvølparnir skuldu komu. Og knappliga ein dag lógu fýra smáir blindir hvølpar hjá tíkini í bólinum, og tíkin sá út at hava gott tamarhald á støðuni. Nú eru tríggjar vikur farnar, síðani hvølparnir komu, og teir hava fingið eygu, trívast væl og eru byrjaðir at spæla hvør við annan. Ótrúligt upplivilsi at síggja, hvussu væl tíkin dugur at fara um hvølparnar, sum eru væl í holdum. ´Tíkin er rólig sum altíð.
Stóri spurningurin er, hvussu við hvølpunum í framtíðini. Fýra eru hvølparnir ein tík og tríggir hundar. Tey kundu hugsað sær sjálvi at havt ein hvølp aftrat mammuni, og tey vóna, at fólk vilja hava hinar hvølparnar, sum kunnu latast eftir at hava verið hjá mammuni í átta vikur. (Vagnur)

