Hondbóltskapppingin í bestu deildini byrjar aftur um vikuskiftið, og fleiri heilt áhugaverdir dystir eru á skránni. Taka vit fyrst mansdystirnar, so spæla VÍF og KÍF í Vestmanna, Kyndil og H71 í Havn og StíF og Team Klaksvík á Skála.
Vit eru nú í í triðja umfari í grundspælinum, og eg fari so langt at siga, at tapir mansliðið hjá Kyndli ímóti H71, so hevur Kyndil mest sum mist møguleikan at koma í FM-finalurnar.
H71 hevur tá 18 tig og Kyndil 13 stig, men vinnur Kyndil, so er liðið famvegis við í FM-stríðnum.
Vinnur KÍF í Vestmanna, hevur KÍF 21 stig og VÍF 15 stig, men vinnur VÍF, eru bara tvey stig á muni. Eg rokni við, at KÍF vinnur í Vestmanna, tí VÍF liðið er ótrúliga óstabilt. StÍF vinnur á Team Klaksvík og hevur tá 15 stig og er við í FM-stríðnum.
Serliga spennandi kvinnurdystur eru í Havn sunnudagin millum Kyndil og Stjørnuna, og tá fær Stjørnan eftir míni metan seinasta møguleikan at náa FM-finalurnar. Tað hevur ikki gingið væl hjá Stjørnuni higartil í vetur, og liðið hevur bara seks stig. Tá ið Kyndil hevur 11 stig, og vit siga Kyndil kanska vinnur dystin, so hevur Kyndil 13 stig og Stjørnan framvegis 6 stig, og liðið megnar tí ikki at koma í FM-finalurnar. Stjørnan má vinna dystin, og hetta vita stjørnuspælararnir eisini. Spennandi, hvussu liðini hava hildið jól og nýggjár. Onkur hevur kanska hildið frí og etið ov nógv, ella summi kanska hava vant meira enn vanligt og fyrireika seg til seinnu hálvu í grundspælinum.
Í Vági er eisini spennandi kvinnudystur millum VB og VÍF/Tjaldur. Spælir Adina Petrea framvegis ikki, so rokni eg við, at VB vinnur dystin og framvegis er við í FM-stríðnum, meðan tað tá sær heldur myrkt út hjá VÍF/Tjaldur. Sjálvur haldi eg, at kyndilskvinnur í løtuni hava besta møguleikan at koma í FM-finalurnar at spæla ímóti neistakvinnum. Men øll orðini omanfyri eru sjálvandi bert gitingar. Ótrúliga spennandi at sjá, hvussu stigtalvan sær út eftir dystirnar um vikuskiftið. Allir dystirnir eftir nýggjár eru hjá fleiri liðum finaludystir til tess at koma í FM-finalurnar. (Vagnur)

