Nicoleta er kent hondbóltsnavn í Føroyum, og hon hevur spælt í føroysku kappingini síðani í 2000 tó uttan eitt kappingarár. Nicoleta, sum er 37 ára gomul, kemur úr Rumenia. – Mær dámar væl at búgva í Føroyum, tí her er so róligt í mun til stórbýin, eg komi frá.
– Nú havi eg verið so mikið leingi í Føroyum, at eg havi fast uppihaldsloyvi og verður roknaður sum føroyingur. Nýggja passið fái eg í næstum, sigur Nicoleta, sum framvegis dámar væl at spæla hondbólt.
Nicoleta Radu Hansen kom 6. oktober í 2000 úr Rumenia til Vestmannar at spæla hondbólt. Tað var Daniel Rapa, sum fekk Nicoletu til Føroya. Hon er úr býnum Buzau við 140.000 íbúgvum.
Familjan eru foreldrini, ein tvíburasystir og ein eldri systir. Nicoleta var júst liðug á hægri lærustovni og var yrkisspælari, tá ið hon kom til Føroya. Og tað var stór broytin at koma til eitt so lítið land.
– Tá ið vit flugu yvir Føroyum, helt eg, at vit vóru komin til endan á jørðini, men tá ið eg kom millum fólkið í Vestmanna, gjørdist mær skjótt greitt, at eg var komið til lítið og gott land. Eg spældi trý ár við VÍF, mest sum linjuspælari, og eg búði í Vestmanna. Vit vunnu FM-heitið kappingarárini 2000/2001 og 2001/2002, so Føroyaferðin fekk góða byrjan.
– Eg arbeiddi fyrstu árini fiskaarbeiði í Vestmanna, men tá ið eg flutti í Vágarnar, arbeiddi eg eina tíð á Hotel Vágum, til eg koma at arbeiða í barnagarði, og har arbeiði eg framvegis. Eftir trý ár í Vestmanna, spældi eg við Søljuni í tvey ár. Eg eri ikki ofta heima í Rumenia, men í summar var eg tó heima. Tvíburasystir mín var og vitjaði meg í Føroyum í 2009, og hetta førdi til, at eisini hon flutti til Føroyar og hevur búð her á fjórða ári, sigur Nicoleta.
Nico, sum nógv rópa hana, er ógvuliga arbeiðssamur hondbóltsspælari. Hon hevur í tveimum tíðarskeiðum spælt í Neistanum og kom aftur í Neistan í jólasteðginum fyri einum ári síðani eftir at hava spælt hálvt kappingarár við Stjørnuni. Nicoleta hevur sínar meiningar um føroyskan kvinnuhondbólt.
– Kvinnuhondbólturin í Føroyum er vorðin nógv betri síðani í 2000, tá ið eg kom til Føroya. Kappingin er vorðin størri millum liðini, og so fáa føroyskar kvinnur møguleikar at spæla landsdystir. Landsliðsarbeiðið hevur ómetaliga nógv at siga fyri okkara kvinnur, tí spæla tær bara í føroysku kappingini, eru avbjóðingarnar ov fáar, og tað kann gerast keðiligt í longdini.
– Trupulleikin hjá føroyskum kvinnuhondbólti er, at nógvar ungar kvinnur fara uttanlands í lestrarørindum, men tá er av týdningi, at tær halda fram at spæla hondbólt uttanlands. Tí nógvar eru í góðum aldri, tá ið tær koma aftur til Føroya og kunnu traðka til, tá ið aðrar ungar kvinnur fara av landinum..
– Sum sagt dámar mær ótrúliga væl at spæla hondbólt, tí hevði eg ikki gjørt tað, hevði eg ikki koyrt so ofta millum Havnina og Vágar til venjingar og dystir. Tú kanst siga, at eg eri bundin av hondbóltsspælinum.
-Tað gongur væl hjá neistakvinnum í løtuni, og eg haldi eisini, at tað gongur bara væl hjá mær. Vit venja miðvíst og hart, so eg kann ikki annað enn vera nøgd. Tú spyrt meg, hvat eg halda um føroysku kvinnuliðini í núverandi kapping?
Neistakvinnur hava vunnið allar dystirnar higartil, men tú mást ongantíð undirmeta nakað av hinum liðunum. Eg gjørdist ovfarin, tá ið eg tildømis hoyrdi, at Kyndil var odda við nógvum málum ímóti StÍF í Havn og endaði við at tapa dystin. Tað sama hendi hjá Kyndli í Klaksvík ímóti Stjørnuni. Hetta sigur mær so mikið, at liðini er óstabil, men nú fáa vit at síggja eftir jól, sigur Nicoleta.
Nicoleta róði eisini tvey ár kapp við 5-mannaførunum Ørnini úr Sandavági og Frúnni úr Miðvági, men sjálvt um henni dámdi væl at rógva, varð ov nógv hjá henni at rógva kapp um summarið og spæla hondbólt í bestu deildini um veturin.
– Eg róði tvey ár kapp við 5-mannaførunum Ørnini og Frúnni og havi vunnið FM-róður við Frúnni á Sundalagsstevnuni í 2007, og hetta var ótrúliga góð uppliving. Mær dámdi væl at rógva og serliga at koma út í fríska luft, men at rógva um summarið og spæla hondbólt um vetur riggar ikki væl hjá mær. Tú fært ongantíð veruliga hvíld í kroppin og sinnið, og tí fært tú ikki fyrireikað teg væl til báðar ítróttagreinarnar. Tí gavst eg at rógva og spæli nú bara hondbólt, sigur Nicoleta at enda. (Vagnur)

Frúgvin úr Miðvági við Nicoletu umborð fer fyrst um málið á Sundalagsstevnuni í 2007. (Mynd Christoffer)


