Klokkan var farin av tíggju í morgun jólaaftansmorgun, tá ið tíggjutalsrennarar komu av Tórsbreyt og vóru á veg niðan til katólsku kirkjurnar. Tey vóru við í kirkjurenningini á níggjunda ári, sum Hvirlan skipar fyri. Hetta var vøkur sjón at sjá. Sjálvandi vildi eg fáa mynd á rennarunum, og úti við Landssjúkrahúsið “fangaði” eg fyrstu rennararnar, sum vóru ávegis til Argja kirkju. Og har fekk eg felagsmynd av nøkrum av rennarunum, sum runnu 11,5 kilometrar. Rennararnir kundu velja millum tríggjar teinar: 7,5 kilometrar, 11,5 kilometrar og 30 kilometrar, sum bara fáir rennarar renna.
Rennararnir, sum eg fekk orðið á, runnu 11,5 kilometrar og komu á teininum til katólsku kirkjurnar, Argja kirkju, Vesturkirkjuna, Havnar kirkju, Adventistakirkjuna og Hoyvíkar kirkju. Nakrir rennarar renna eisini til kirkjurnar í Kirkjubø, har tvær kirkjur standa, so kirkjurnar eru níggju í tali. Umframt teir tríggjar teinarnar, skipar Hvirlan fyri barnarenning í náttúruvakra økinum í Hoydølum.
Tað er vøkur sjón at síggja so nógvar rennarar í grannalagnum, men skjótt skrædnaði sundur stóri bólkurin, tí fleiri av okkara kendu rennarum stuðlaðu tiltakinum, og so eisini fleiri rennarar, sum ikki eru í so góðari venjing. Ágóðin frá tiltakinum fer til átakið Í menniskjum góður tokki. Frálíkt tiltak, má eg siga. (Vagnur)

