H71-VÍF 33-28(15-11) VÍF hevur verjutrupulleikar

Bogdan Florea skeyt trettan mál ímóti VÍF. (Mynd Álvur)

Bogdan Florea skeyt trettan mál ímóti VÍF. (Mynd Álvur)

Úr Hoyvík frætti eg í kvøld, at H71 spældi ein hampuliga góðan dyst, og at Bogdan hevði ein av sínum bestu døgum.

Heimmildarmaðurin hjá heimasíðuni sigur, at tað hongur rætt og slætt ikki nóg væl saman hjá vestmenningum, og tað er, sum um venjararnir allan dystin leita eftir uppskriftini at fáa spælið at rigga bæði í verju og í álopi.

Tað er eingin verulig stamma á liðnum, og nógvar uppstillingar verða royndar. Orsøkin er óivað, at tað er lættari sagt enn gjørt at spæla saman eitt nýtt lið við trimum útlendingum og nýggjum venjarum.

Heimmildarmaðurin heldur, at VÍF verjir ikki nóg væl. Stundum verja spælarar langt frammi á vølli, og so skifta teir verjutaktikk og fara inn at verja. Og tá ið verjan ikki er nóg góð, hava málmenninir eisini ringar umstøður. Tey løgdu eisini til merkis í Hoyvík, at fáir vestmannaáskoðarar koma til útidystirnar ímóti Kyndli, Neistanum og H71. VÍF áskoðarar komu áður altíð mannsterkir til Havnar og til Hoyvíkar. Kanska trúgva teir ikki heilt uppá nýggja liðið. Dystargongdin var henda:

Javnt gekk á fyrst í dystinum, tí eftir tólv minuttir var javnleikur 5-5. Eftir tjúgu minuttir spæl er H71 á odda 10-8, og tað er H71, sum endar fyrra hálvleik best og kann fara til hálvleik við leiðsluni 15-10.

Í seinna hálvleiki hevur VÍF eina góða løtu eftir fimm minuttir spæl og til miðskeiðis í hálvleikinum. H71 er fyrst á odda 17-12 eftir fimm minuttir, men tá ið korter er farið, er H71 bara á odda við tveimum málum 22-20.

Næstu løtuna dregur H71 aftur meira frá, og eftir fimmogtjúgu minuttir hevur H71 29-24 leiðslu. Sami munur heldur sær restina av dystinum, og H71 vinnur dystin 33-28 og er nú nummar tvey í kappingini.

Vit mugu siga, at liðini eru ótrúliga óstøðug, tí VÌF hevur nú tapti fyri Kyndli og H71 og spælt javnleiki ímóti Neistanum. VÍF í kreppu, lítlari kreppu, tí teir fáa ikki alt at hanga saman sum eitt lið. Á liðnum er tó nógmikið av góðum spælarum.

Kappingin er hálvrunnin, og eingin ivi um, at KÍF verður annað liðið í FM-finalunum. H71 og VÍF hava eins góðar møguleikar, og kann StÍF spæla, sum teir gera í summum dystum, so er møguleikin eisini har. Eg ivist eitt sindur í Kyndilsliðnum, nú teir hava mist góða íslendska linjuspælaran. Í myndini hjá Kyndil er eisini Áki Dal Christiansen, sum arbeiðir í Noregi. Av teimum sjey liðunum eri eg mest bilsin av unga neistaliðnum, sum spælir og stríðast av fullum hjarta. Eingin ivi um, at neistaliðið eftir nýggjár fer at taka enn fleiri stig frá ovaru liðunum. Spennandi, tá ið kappingin byrjar eftir jól. Gleðilig jól øll somul. (Vagnur)

Málskjúttar H71: Bogdan Florea 13, Hallur Biskopstø 6, Rúni Højgaard 4, Hans Kári Hansson 3, Rógvi Sørensen 2, Ári J. Olsen 2, Bogi G. Davidsen 1, Niels Viggo Niclasson 1 og Tróndur Arge 1

Málskjúttar VÍF:  Agnar Joensen 7, Martin Ritto 6, Filip Jojic 5, Rasmus Junker 3, Joen Pauli Høgnesen 2, Regin Joensen 2, Magnus á Rógvi 1, Holgar Djurhuus 1 og Sjúrður Nielsen 1

Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 12 350 264 86 19
2 H71 12 339 302 37 16
3 VÍF 12 328 289 39 15
4 StÍF 12 307 275 32 13
5 Kyndil 12 306 298 8 13
6 Neistin 12 276 298 -22 8
7 Team Klaksvík 12 227 407 -180 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *