Kyndil – Neistin 22-22(13-9) Kyndil var á odda 12-5 KÍF-Team Klaksvík 36-14(16-11)

Hjálparvenjarin Ári Rouch skeyt fimm mál. (Mynd Álvur)

Hjálparvenjarin Ári Rouch nr 18  skeyt fimm mál. (Mynd Álvur)

Gott lag var í høllini á Hálsi seinnapartin, og ein orsøk var, at eitt heilt lið av neistaútsetum var komið í høllina á rópa á neistamenn, áðrenn farið var til jólaborðhald hjá liðnum. Men einki talaði fyri, at Neistin fór at gera nakað við Kyndil seinnapartin, tí miðspælarin Teitur Magnusson var leikbannaður, ogKyndil hevði júst vunnið í Vestamanna.

Men Blagoje Buha, sum áður spældi við Neistanum, var á neistaliðnum, og tá ið Jugoslav fór á linjuna, og Terji Mørk tók veruliga ábyrgd i bakkeduni, fekk Neistin annað stigið, sigur Eirikur Magnussen.

Óivað sær man dystin við bláum brillum, men um neistamenn ikki brendu so nógv, kundi Neistamenn tað sama vunnið dystin. Her er at siga, at Erlendur Johannessen í Kyndilsmálinum stóð ótrúliga væl og tað sama neistamálverjin, sigur Eirikur.

Annars bleiv neistasøgu skrivað í dag, tí tað er fyrstu ferð í søgu Neistans at pápi og sonur spæla á besta liðnum. Aleks Buha sonur Blagoje Buha spældi eisini á neistaliðnum í dag. Eg síggi í dómaraseðlinum, at Kyndil einaferð í fyrra hálvleiki var á odda 12-5. Dystargongdin var henda:

Kyndil fekk bestu byrjanina, tí eftir tíggju minuttir spæl, var Kyndil á odda 4-1. Neistamenn skutu bara trý mál fyrsta korterið, og tá ið tjúgu minuttir vóru spældir, var Kyndil á odda 9-5. Og fimm minuttir seinni á odda 12-5. Men so gjørdu neistamenn gott endahál í fyrra hálvleiki, og hálvleikstøðan var 13-9 til Kyndil.

Í seinna hálvleiki byrjaði Neistin nógv best, tí eftir ellivu minuttir spæl var javnleikur 15-15. Síðani fylgdust liðini og eftir tjúgu minuttir var Kyndil á odda 19-18, men fimm minuttir fyri leiklok var javnleikur 20-20. Dysturin endaði við javnleiki, eftir at Neistin javnaði til 22-22 í seinasta minuttinum. Spurningur er, hvat lið kann iðra seg, men neistamenn vóru ongantíð framman fyri Kyndil í dystinum, men fleiri ferðir í seinna hálvleiki var javnleikur. Óivað eru kyndilsmenn vónbrotnir, tí teir vóru einaferð í fyrra hálvleiki á odda 12-5. Gleðilig jól øll somul. (Vagnur)

Málskjúttar Kyndils: Ludvík Súnason 5, Høgni Klein Olsen 4, Birgir Poulsen 4, Josef Abrahamsen 3, Andrias Sólsker 2, Janus Einar Sørensen 2, Frank Askildsen 1 og Finnur Hansson 1

Málskjúttar Neistans: Jugoslav Djumic 6, Terji Mørk 6, Ári Rouch 5, Blagoja Buha 4 og Torstein Balle 1

Dómarar: Kristian Joensen og Kári Hansen(Tumms Juul Thomsen í seinna hálvleiki)

KÍF – Team Klaksvík 36-14 (16-11) Team Klaksvík skeyt trý mál í seinna hálvleiki

Torført at siga nakað um dystin millum KÍF og Team Klaksvík, tí munurin er alt, alt ov stórur. Síggi í dómaraseðlinum, at ellivu KÍF spælarar hava skotið málini, og tað sigur mær, at venjarin hevur skift nógv út. Tað sigur eisini nógv um dystin, at Team Klaksvík bara skjýtur trý mál í seinna hálvleiki. Vónandi fær Team Klaksvík nakað av tilgongd í jólasteðginum, tí tað kann ikki vera stuttligt at spæla dyst, tá ið munurin er so stórur. (Vagnur)

Málskjúttar KÍF: Rógvi Weihe 6, Tony Weihe 5, Rúni Joensen 5, Ási Dam 5, Daniel S. Foged 4, Gert Hansen 3, Damir Oros 2, Nicklas Selvig 2, Atli H. Hammer 2, Teitur Joensen 1 og Poul Finnur Egholm 1

Málskjúttar Team Klaksvík: Beinur Heðinsson 5, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 4, Fríðin Ziskason 2, Dánjal Kjærbo 1, Jens Pauli Mohr 1 og Vilhelm Vilhelmssen 1

Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *