Manskappingin er ógvuliga spennandi StÍF-Team Klaksvík 25-15(12-7) Kyndil-H71 22-21(10-9) VÍF-KÍF 27-6(14-18)

Jacob Jónsson, venjari og KÍF spælararnir er ávegis í FM-finalurin.

Jacob Jónsson, venjari og KÍF spælararnir er ávegis í FM-finalurnar.

Nú kom veruliga spenningur í manskappingina, eftir at Kyndil vann á H71 og KÍF vann í Vestmanna. KÍF verður óivað annað liðið í FM-finalunum, men H71, Kyndil, StÍF og VÍF hava eins góðar møguleikar at koma í FM-finalurnar. Dysturin millum KÍF og VÍF var útvarpaður í Rás2, tí geri eg lítið við dystin, men ungur vestmenningur segði mær í telefonini, at serliga var tað málverjin hjá KÍF Jaspur Joensen, sum var stóri munurin á liðnum, hann stóð ótrúliga væl. Eisini helt hann, at VÍF allan vetur ikki hevur riggað sum eitt lið, og hetta sást eisini í dag og legði aftrat, at tað var Ási Dam, sum beinanvegin í dystinum, sum skeyt nøkur mál, so KÍF fekk trygga leiðslu frá byrjan.

Leikgongdin: Éftir tíggju minuttir var KÍF á odda 7-4 og eftir tjúgu minuttir á odda 14-8 og kundi fara til hálvleiks við 18-14 leiðslu. Munurin øktist ikki fyrstu tíggju minuttir í seinna hálvleiki, tí tá var støðan 23-19 til KÍF, og tað var KÍF, sum vann dystin 29-22. VÍF hevur verið í aldudali, og so er spurningurin, um liðið við Henrik Gerster sum venjara kann fóta sær aftur. Eitt er, at venjarin vil hetta, men spælararnir mugu so sanniliga taka ábyrgd, tí tað eru teir, sum spæla dystin. (Vagnur)

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 10, Martin Ritto 7, Magnus Müller 6, Andrias Eriksen 2 og Joan Pauli Høgnesen 2

Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 9, Rógvi Weihe 7, Ási Dam 7, Rúni Joensen 4, Hans Eli Sigbjørnsson 3, Gert Hansen 2, Tony Weyhe 2, Damir Oros 1 og Daniel Skipper Foged 1

Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum

Kyndil – H71 22-21(10-9) Kyndil var á odda allan dystin

Eftir dystin millum Kyndil og H71 fekk eg fatur í útiseta, sum sá dystin. Eg spurdi hann, hví júst Kyndil vann dystin, og hann sigur? – Eg sá kyndilsliðið ein dyst fyrr í vetur, og kyndilsliðið í dag var ikki at kenna aftur frá tí dystinum. Kyndil spældi sum eitt lið við skipaðum álopsspæli, og verjan var góð. Vit kunnu siga, at Kyndil vann dystin, tí liðavrikið var gott. Frálíkur og góðkendur dystur frá Kyndli. Tá ið tað er sagt, mugu vit eisini taka við, at toppskjúttin hjá H71 Bogdan Florea bleiv skaddur tíðliga í dystinum, og hann skjeyt bara eitt mál í dag. Kyndil spældi kanska besta dystin á vetrinum, sigur útisetin av Hálsi við undirritaða. Kyndil syrgdi fyri við sigrinum, at liðið framvegis er við í kappingini um at koma í FM-finalurnar. (Vagnur)

Málskjúttar Kyndils: Andrias Sólsker 4, Ludvík Súnason 3, Birgir Poulsen 3, Frank Askildsen 3, Høgni Klein Olsen 2, Hans Áki Dal Christiansen 2, Thorvald Abrahamsen 2, Finnur Hansson 2 og Julian Johansen 1

Málskjúttar H71: Hallur Biskopstø 5, Rógvi Sørensen 4, Bogi G. Davidsen 4, Rúni Højgaard 3, Niels Viggo Niclasson 1, Høgni Djurhuus 1, Ári J. Olsen 1, Bogdan Florea 1 og Sigmundur Nolsøe 1

Dómarar: Karstin Joensen og Thomas Juul Thomsen

StÍF- Team Klaksvík 25-5 (12-7) Vinna vit dystir, koma áskoðarar

Eftir úrslitini í dag, er StÍF veruliga við í kappingini um náa annað FM-finaluplássið. Eg fekk stutt prát við StÍF venjaran Alexsandur Johansen eftir dystin, og hann segði mær, at í novembur mánað vóru vónirnar hjá spælarum ikki so góðar at koma í FM-finalurnar, men seinastu dystirnir eru nógvir vunnir, og tí sær gott út hjá StÍF á stigtalvuni, og StÍF hevur eins góðan møguleika sum H71, Kyndil og VÌF at náa FM-finalurnar. Eg spurdi eisini Alexsandur, hvussu við áskoðarum. Í dag vóru ikki nógvir áskoðarar, men tá ið spenningur kemur í kappingina, og tað gongur væl hjá StÍF, so koma áskoðararnir.

Dystargongdin var henda: Tíggju minuttir farnir og 5-2 til StÍF. Tjúgu minuttir farnir 10-5 til StÍF, hálvleikstøðan 12-7 til StÍF. StÍF dregur eitt sindur meira frá fyrst í seinna hálvleiki. Tíggju minuttir farnir og 17-10 til StÍF, og tjúgu minuttir spældir og 19-12 til StÍF. Endaliga støðan 25-15 til StÍF.

Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 10, Marius Joensen 5, Jákup Berthelsen 3, Jón Rasmussen 2, Borgar Danielsen 2, Jógvan G. Joensen 2 og Pætur Joensen 1

Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 4, Mathias Samuelsen 4, Beinur Heðinsson 2, Dánjal Kjærbo 2, Vilhelm Vilhelmsen 2 og Heri Johnsson 1

Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin M. Petersen

mar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 13 386 291 95 21
2 H71 13 360 324 36 16
3 StÍF 13 332 290 42 15
4 VÍF 13 355 325 30 15
5 Kyndil 13 328 319 9 15
6 Neistin 12 276 298 -22 8
7 Team Klaksvík 13 242 432 -190 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *