Kyndil, VB, Stjørnan og Neistin skulu spæla hálvfinalurnar í steypakappingini, sum eg ikki havi skrivað um, men míni eygu venda sær heldur til Vágs sunnudagin klokkan 15.00, tá ið VB og Kyndil spæla avgerandi dyst í landskappingini, har VB kann missa møguleikan at koma FM-finalurnar, meðan Kyndil harafturímóti tolir at tapa dystin. VB hevur sjey stig fyri nýggju dystir, og Kyndil trettan stig fyri ellivu dystir. VB má vinna dystin, skal liðið varðveita vónirnar at koma í FM-finalurin. Kyndil er í løtuni í góðum stima og vann seinast tryggan sigur á Stjørnuni. Útlendingurin Simona Iacob hjá Kyndli er høvuðsorsøkin, at kyndilskvinnur nú knappliga er næstabesta kvinnuliðið í landinum.
Vit eru nú komin so mikið langt í landskappingini, at nógvir av dystunum eru lagnudystir fyri fleiri lið til tess at varðveita møguleikan at koma í FM-finalurin. Innanhýsisdystir telju nú fýra stig. Mín metan er, at Stjørnan kemur ikki í FM-finalurnar í ár, heldur ikki StÍF, VB og VÍF/Tjaldur hava framvegis møguleikan, meðan Kyndil er liðið, sum hevur bestu kortini at spæla ímóti Neistanum í FM-finalunum.
Sunnudagin klokkan 15.00 í Vági fáa vit at vita, um VB tekur av møguleikanum um framhaldandi at vera við í FM-stríðnum. VB hevur gott lið, men liðið tolir ikki at fáa Gurið mansvarda, og kyndilsvenjarin Geir Wardum brúkar nógv við hepni at mansverja spælara í millumbilum. Kyndilsliðið er løgið lið, tí eina tíð eru tað tær ungu, sum halda liðnum uppi, meðan tær eldru sýnast meira tungar í spælinum, men nú ímóti Stjørnuni skutu teir meira eldru Simona, Randi, Anja og Jórun mest sum øll málini, og nógvar av teimum ungu vóru burturi í dystinum.
Sterkasta vápnið hjá kyndilsliðnum er fyrst málverjin Tomma Petersen, verjan og so góðu skjótálopini. Høvuðsálopini hava verið meira trilvandi, men síðani Simona Iacob er komin á liðið, hevur Kyndil fingið spælaran, sum ger liðið til næstbesta kvinnuliðið í løtuni. Simona hevur roynt seg í Neistanum, VÍF og H71, men fekk ikki tað stóra burturúr, men hon er “blómstrað upp” í Kyndli og ger munin. Mangan skal bara ein spælari aftrat til tess at broyta alt.
Eg veit, at vágbingar væntaðu sær meira av sínum liði fyri kappingina. Avrikini hjá báðum útlendingunum Marijanu og Tamaru hava verið alt ov misjøvn, skjótálopini vóru nógv betur seinasta kappingarár við Helgu á odda, og so tolir liðið ikki, at Gurið verður mansvard.
VB hevur tapt báðar landskappingardystirnar ímóti Kyndil í vetur, og sunndagin hevur VB ein triðja møguleika at vísa, at liðið vil í FM-finalurnar. Hvat eg haldi? Kyndilsliðið er í góðum stima í løtuni, og skal VB gera nakað við Kyndil sunnudagin, so má øll orka og snildi finnast fram í Vági júst henda dagin. So einfalt er tað.
Um vikuskiftið eru tvær aðrir dystir í kvinnudeildini. Leygardagin klokkan 14.30 spæla VÍF/Tjaldur og StÍF í Runavík, og sunnudagin klokkan 16.00 spæla Stjørnan og Neistin í Klaksvík. Hvat er haldi? Neistin vinnur í Klaksvík, og VÍF/Tjaldur vinnur í Runavík um Adina Petrea spælir, men spælir Adina ikki, vinnur StÍF. Men tað er ikki altíð, at gitingarnar halda. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 10 | 318 | 226 | 92 | 20 |
| 2 | Kyndil | 11 | 256 | 251 | 5 | 13 |
| 3 | VÍF/Tjaldur | 9 | 217 | 237 | -20 | 8 |
| 4 | VB | 9 | 219 | 229 | -10 | 7 |
| 5 | Stjørnan | 10 | 223 | 243 | -20 | 6 |
| 6 | StÍF | 9 | 217 | 264 | -47 | 4 |

