Eiðis Bóltfelag 100 ár – Tógvið slit at gera fótbótbóltsvøllin niðri á Mølini (2)

EB 1961: St.f.v: Hans Julian Jacobsen, Sølvi Jespersen, Hans Egil Joensen og Knút Vesturdal. Húkandi f.v: Tummas Brøðraberg, Heini Vesturdal og Kristin Jacobsen

EB 1961: St.f.v: Hans Julian Jacobsen, Sølvi Jespersen, Hans Egil Joensen og Knút Vesturdal. Húkandi f.v: Tummas Brøðraberg, Heini Vesturdal og Kristin Jacobsen

Í 1913 kemur fyrsta fótbóltsfelag í Eysturoynni í ljósmála. 24. februar hetta árið verður á fundi á Eiði samtykt at stovna eitt fótbóltsfelag. Navnið á felagnum var “Eide Fodboldklub”, seinni broytt til Eiðis Bóltfelag – stytt EB. Undirtøkan var stór, tí limirnir vóru alt fyri eitt einir fjøruti í tali. Felagið setti sær beinanvegin fyri at fáa til vega hóskandi øki at gera fótbóltsvøll  á. Felagið leigaði sær eitt hagastykki á Mølini fyri seks krónur um árið. Læs resten

Eiðis Bóltfelag 100 ár – Tey máttu byrja heilt umaftur (3)

Høllin á Eiði er frá 2003. Høllin er vøkur, ljós og góð, og nógv virksemi er í høllini. (Mynd Vagnur)

Høllin á Eiði er frá 2003. Høllin er vøkur, ljós og góð, og nógv virksemi er í høllini. (Mynd Vagnur)

Tey stovnaðu Eiðis Bóltfelag í 1913, tey bygdu nýggjan hondbóltsvøll við skúlan í 1972, ítróttahøllin var liðug í 2003, og nú fyrireika tey møguligan nýggjan fótbóltsvøll niðri í Hólmanum. Men hvussu gongst at fáa gongd aftur á hondbóltin á Eiði? Sunnuvá Vesturdal er forkvinna i Eiðis Bóltfelag, og hon sigur soleiðis: Læs resten

Úr myndasavninum – á fimmti ára neistaveitslu í Havnar klubba 1981

Mortan Mørk og Hans Holm tveir altíð trúgvir neistalimir.

Mortan Mørk og Hans Holm tveir altíð trúgvir neistalimir.

Tað er altíð áhugavert at leita eftir gomlum myndum, tí allar myndir hava eina søgu ella rættari sagt er søga. Nú ein dagin kom eg fram á eitt myndablað “NÚ”, sum Herman Jacobsen, sáli, gav út. Blaðið er frá í 1981 júst fimti ár eftir, at Hondbóltsfelagið Neistin varð stovnað.

Stór veitsla var í Havnar Klubba, og veitslusalurin var stúgvandi fullar við neistafólkum. Lagið var gott, nógvar talur og Robert Mc Birnie undirhelt við borðhaldið.

Við á veitsluni vóru eisini nakrir av stovnarum felagsins millum annað pápi mín Helge Michelsen. Á mynd er eisini Rigmor Christiansen, sum var gift mammubeiggja mínum. Rigmor er á fyrstu myndini av neistakvinnum tikin nakrantíð. Myndin er tikin á fótbóltsvøllinum í Gundadali á sumri í 1934 eftir lokna hondbóltsvenjing hjá neistakvinnum. Fleiri myndir niðanfyri. Skrivað í 2016.

Forsíðumyndin  er av tveimum av allar størstu og trúgvastu neistalimum. Mortan Mørk, sáli og Hans Holm. Mortan Mørk, gamli Mortan, sum vit rópti hann, tí sonurin eitur eisini Mortan, var til hvønn dyst, tá synirnir spældu. Ikki er neyðugt at siga so nógv um Hans Holm, sum í nógv ár var ímyndin av Neistanum. Hans hevur sagt, at hansara frítíðarítrív var Neistin. Í nógv Harrans ár vandi hann neistalið við góðum úrslitum. (Vagnur)

dffdfdfdfdf

Ovast upp síggja vit Osvald Simonsen, sum var av trúgvastu neistamonnum og brøðurnar Pola og Jústines Justinussen, sum spældu á besta liðnum. Til høgru ovast sita Rigmor og Debes Christiansne og Ása og Helge Michelsen. Niðast til vinstru situr Egil Hansen, sum vardi neistamálið og á høgru mynd Petur á Sandi, sum eisini vardi neistamálið í nøkur ár. Í miðjuni til høgru síggja vit Svannu Hanusardóttir, sum var ein av toppspælarunum tá. Hon heldur talu.

klklklklklk

Gott lag á neistafólki í Havnar Klubba í 1981.

Tá ið Andrass Mortansson bygdi brúnna um Sandá

Frálíkt, at gamla brúgvin er varðveitt. 1831 vóru eingir bilar og kranar og einki betong. (Mynd Vagnur)

Í 1978 vóru 150 ár liðin, síðani Andrass Motansson keypti Argir á uppboði í Saksun tann 9. mai 1828. Í sambandi við hátíðarárið komu út tvær bøkur. Bókin Argir, sum Hans Jacob Sigvardsen skrivaði, og bókin Argjamenn – ein ættarsøga, sum Niels Juul Arge skrivaði. Havi lisið báðar sera áhugaverdu bøkurnar og havi áður skrivað grein um minnisvarðan á Argjum, sum er til minnist um Andrass Mortansson og hansara húski. Henda greinin snýr seg um, tá Andrass bygdi brúnna um Sandá, sum stóð liðug í 1835. Læs resten

Sigert ferðaðist í Sibiriu í seks ár (1889-1895)

Sigert var altíð hábærsligur

Sigert var altíð hábærsligur

Sigert Patursson bóndi á Vatnaskørðum er uppkallaður eftir oldurabbabeiggja sínum Sigert Patursson úr Kirkjubø, sum nítjan ára gamal í 1889 fór úr Føroyum og endaði á langari ferð í Sibiriu, har hann í seks ár livdi og ferðaðist millum upprunafólkið.

Sigert, sum í bókum sínum rópar seg Sigurd O. Patursson, var ævintýrari, rithøvundur, fjølmiðlamaður og tjóðskaparmaður um ein háls.

Sigert droymdi um eitt veraldarríkið, har allir heimspartar og øll fólkasløg í heiminum eiga at sameinast. Í 1994 kom út forvitnislig bók um Sigert, sum Turið Sigurðardóttir skrivaði.

Tá ið eg las forvitnisligu bókina um Sigert Patursson úr Kirkjubø, hugsaði eg fleiri ferðir, at tað er ikki bara í 2013, at føroyingar flyta av landinum og fara í allar heimskrókar, hetta hava føroyingar altíð gjørt. Útferðarlongsul hava vit øll, summi meira og summi minni, men at taka so dýran til, sum Sigert Patursson gjørdi í 1889, má vera eindømi.Greinin skrivað í august  mánað í 2015 Læs resten

Leygarmorgunin hitti eg djarva kajakk-kvinnu í Álakeri

Eg haldi, at tað er djarvt av Ásu at rógva einsamøll út á Glyvursnes. (Mynd Vagnur)

Í sólskininum leygarmorgunin eftir venjing í rógvimaskinum stóð eg uttanfyri neystið í Álakeri og hugdi suður í Nólsoyarfjørð. Síggi eina kajakk koma har suðuri fram við Argjalandi. Við Argjahøvda róði kajakkin í vestanlotinum móti Sandagerðsnesi og helt leiðina inn í Álaker. Eg hugsaði, at hetta mátti vera ein av teimum stinnu, royndu kajakkrógvarunum, sum einsamallur fer so langt í kajakkini. Tá ið kajakkin kemur nærri, síggi eg, at ein kvinna situr í kajakkini. Eg hjálpi henni at fáa kajakkina upp á turt, og eg fái eitt prát við fyrikomandi kvinnuna. Skrivað 23. februar 2014. Læs resten

Úr myndasavninum – Leiti eftir gomlum hondbóltsmyndum

Neistin og Stjørnan 1956. A.f.v: Kristina Dam, Vestmanna (Neistin), Martha Hentze Rasmussen, (Neistin), Luffa Dam, Vestmanna (Neistin), Anna Jacobsen, “Liden” (Stjørnan), Borghild Jacobsen, (Stjørnan), Hilda Lambaa (Neistin), Malan Joensen, (Stjørnan) og Katrin Thomsen (Stjørnan). F.f.v: Sonja Kristoffersen (Neistin), Malvina á Dunga (Neistin), Herborg Davidsen (Neistin), Fía Joensen, (Stjørnan), Halgerð Vágsheyg (Stjørnan) og Jensia Kastalag. (Stjørnan) Myndaeigari: Malvina á Dunga.

Eg havi stóran áhuga at skriva um søguligt hondbóltstilfar kring landið. Hetta er jú partur av okkara hondbóltssøgu. Myndirnar hava ómetaliga nógv at siga fyri meg, men í mínum felag Neistanum leiti eg framvegis eftir liðmyndum av monnum frá 1940-árunum og 1950-árunum. Neistamenn vunnu FM-heitið 1949, 1953 og 1955, men sjálvt um eg havi leitið í hvørjum skotí í Havn, so finst eingin mynd av monnunum frá hesum árunum. Læs resten

Úr myndasavninum – Forvitnislig søgulig hondbóltsmynd frá 1972

Kyndil og KÍF 2. deild menn í 1972 í Høllini á Hálsi: Standandi frá vinstru: Finnur Rubeksen, Bogi Davidsen, Vagnar Olsen, Jóannes Dalsgarð, Torbjørn Mikkelsen, Bjartur Dalsgarð, Jens Kristian Djurhuus, Regin av Steinum, Hanus Joensen, Øssur av Steinum, Johannus Johannesen og Trygvi Samuelsen. Húkandi frá vinstru: Poli Jacobsen, Hannis Jacobsen, Helgi á Fløtti og Vinjard Joensen.

Fekk um dagarnar hálvthundrað ára gamla mynd sendandi úr Kollafirði. Myndin frá 1972 er av 2.deildarliðnum hjá Kyndli og KÍF. Gjørdist forvitin at vita, hví kyndilspælarar hava bók/pakka í hond, sum teir uttan iva at hava vunnið í jólakapping. Havi ringt til fleiri spælarar, men eingin veit nágreinliga, hví spælarar fingu henda pakka, og hvør kapping var.

Nú ert tú so mikið eldri, at vit hava spælt hondbólt bæði á grúsvølli, asfaltvølli og í ítróttahøll, og tað hava spælarar á myndini eisini gjørt. Á myndini eru spælarar, sum stovnaðu Kyndil 10. mars 1956, og spælarar, sum slóðaðu fyri hondbólti í Kollafirði.

Meg minnist hava spælt hondbólt ímóti Jens Kristian Djurhuus og fleiri KÍF spælarum á Hólmanum á Oyrareingi. Serliga við hesum vølli var, at hetta var einasti hondbóltsvøllur í heiminum, har tú kundi detta um síðulinjuna. Tá flóð var, kundi mangan koma sjógvur á vøllin, og til tess at sandurin ikki skuldi fara aftur í havið, var spentur tjúkkkur sildatrossi um allan vøllin, sum var grivin hálvur í sandin. Myndin er næstan eins gomul og Høllin á Hálsi, sum var tikin í nýtslu á heysti 1970. Góð hondbóltsminni. (Vagnur)

Heri fegnast um, at fólk nú brúka ruskíløtuni nógv meira

Her dámar væl arbeiðið. Ongar eru ætlanir at fáa sær eldrivna trillibøru. (Mynd Vagnur)

Heri dámar væl arbeiðið. Ongar eru ætlanir at fáa sær el-drivna trillibøru. (Mynd Vagnur)

Fert tú í miðbýin í Havn ella har um leiðir, sært tú hvønn dag tríggjar arbeiðsmenn koyra trillibøru ílætnir ljósagrønum vesti. Teir rudda í gøtunum. Í apríl mánað í fjør skrivaði um 51 ára gamla Vilhelm Jacobsen, sum hevði fingið el-drivna trillibøru, og í november mánað í fjør skrivaði eg um 57 ára gamal Johann Davidsen úr Æðuvík, sum var fegin um at fáa arbeiði hjá Tórshavnar kommunu eftir arbeiðsloysi í nøkur ár. Í morgun hitti eg 51 ára gamla Hera Jensen, sum síðani í 1986 hevur arbeitt hjá Tórshavnar kommunu. – Eg fegnist um, at hugburðurin er broyttur hjá fólki, tí nú er nógv meira rusk í ruskíløtunum og minni rusk í gøtunum, sigur Heri. Skrivað  á sumri 2014, tað vil siga, at Heri nú nærkast teimum trýs árunum. Læs resten

Jógvan mammubeiggi var vinnulívsmaður og ævintýrari

Herborg úr Kollafirð og Jógvan úr Havn giftust í 1959. (Myndaeigari Margit)

Jógvan Christiansen føddur 18. mars í 1903 var elst av sjey systkum sonur Christian Christiansen róptur Christian í Hvannasundi og Sigrid Christiansen fødd Poulsen úr Hvannasundi. Gubbi í Kollafirði róptu vit Jógvan, men hann var ikki gubbi okkum onnur, men bara gubbi systir okkara Chirstin. Uttan iva fekk hann navnið gubbi, tí hann var so góður við okkum børn. Eg tosaði mangan við mammu um beiggjan Jógvan, men mamma kann ikki minnast barnaárini hjá Jógvani, tí mamma er fødd í 1918 og yngst av sjey systkum, og Jógvan er føddur í 1903 við Landavegin í Havn. Men lívsleiðina hjá beiggjanum veit mamma nógv um, og vit onnur hava nógv góð minni úr Kollafirði. (Skrivað í 2015) Læs resten