
Jaspis og Ametyst avmyndaðir Tollaksmessumorgun. Næsta ár halda bátarnir jól í Klaksvík. Stevnið á Ennibergi kemur undan vinstrumegin og brúgvin á Breiðanesi úr Hvalba undan høgrumegin. (Mynd Vagnur)
Síðani barnaárini havi eg havt áhuga í fiskivinnuni, og mest sum hvønn dag leitar tú oman á Vestaru bryggju at hyggja, um okkurt áhugavert er at síggja. Myndin broytist altíð. Tollaksmessumorgun kom eg til hugs um fýra trolarar, sum ikki longur koma at landa til landingarmiðstøðina Barðið. Stórur missur fyri arbeiðsplássið. Talan er fyrst um Eysturbúgvan, sum sakk og Vesturbúgvan, sum ikki er í vinnu. Eysturbúgvin bygdur í 1990 og Vesturbúgvin í 1991 á Tórshavnar Skipasmiðju. Læs resten








