Ein dagin stóð eg við Restorffs bryggjarí og hugdi oman Landavegin. Tá eg var smádrongur, var Landavegurin vánaligur grúsvegur við ongari gongubreyt. Húsini høgrumegin omaneftir stóðu mest sum kloss í vegin, og grundøkini vóru soleiðis skapað, at urtagarðurin var sunnanfyri húsini útímóti Ellisheiminum. Húsini nærmast á myndini niðanfyri eru húsini hjá abba og ommu bygd í 1902. Christian abbi og Sigrid omma fluttu úr Norðdepli til Havnar, og tað gjørdi Sámal beiggi Christian eisini tó nakað seinni. Sámal bygdi sær hús við Landaavegin í 1907, og í 1909 giftist hann við Kathrinu Mariu uppvaksin yvir á Krákusteini. Nøkur orð um hesi hugnaligu, siðiligu og fittu fólkini.
Yviri á Krákusteini standa gomul søgulig hús, sum eru varðveitt. Elsbelena á Krákusteini búði í húsunum. Haldi, hon var doypt Elisabeth Helena og var ógift. Kathrina kona Sámal og Elsbelena vóru systrar. Tey vóru fýra systkin. Søren, sum Søren Christiansen er uppkallaður eftir, síðani Kathrina, Elsbelena og Andrea, sum giftist til Tvøroyrar. Einferð havi eg verið inni í søguligu húsunum, og tað var, tá tey tóku upp filmin Rannvá. Tey skuldu brúka eitt barn, sum Finnur Johansen Matras skuldi halda, og Finnur bað okkum koma oman í húsini við soninum. Hetta eru fjøruti ár síðani.
Tá eg spyrji mammu um Kathrinu hjá Sámali, sum tey róptu hana, so sigur hon soleiðis: Sámal og Katrina vóru heilt serligt par, tí tey tosaðu altíð við góða orðinum til hvørt annað. Kathrina hugdi altíð upp á Sámal við biðjandi eygum. Tað sama sigur ein ommudóttir, eg tosaði við. Sámal og Katrina fingu fýra børn. Eg minnist bara Erling, sum bygdi sær hús uppí húsini hjá foreldunum omaneftir og Jonu, sum var ógift. Erling var maskinmaður, og eg minnist hann sigla við Lundanum hjá donsku marinuni. Síggi hann fyri mær fara oman Landavegin í “offiserklæðum”.
Synirnir Louis og Hans Leon fluttu ungir úr Føroyum. Louis sigli sum maskinmeistari úti í verðini undir krígnum og endaði yvir í New York, har hann fann sær konu. Hans Leon var eisini maskinmaður og sigldi eisini úti í verðini. Hans Leon setti búgv í Danmark og búði í Korsør. Dóttirin Jona var ógift og búði hjá foreldunum. Ein ommudóttir Sámal og Kathrinu sigur mær, at tá tey vóru ung á Landavegnum, var ikki vanligt, at fólk leiddust. Nógv gingu undir arm, men Sámal og Kathrina leiddust altíð, tá tey fóru oman Landavegin.
Sámal var skipari eins og beiggin Christian
Sámal og Katrina gjørdust gomul fólk. Sámal var føddur 20. august 1881 og doyði 29. august í 1974, tað vil siga, at hann gjørdist 93 ára gamal. Kathrina var fødd 30. oktober 1880 og doyði 30. november 1976. Kathrina gjørdist 96 ára gomul. Søgan um familjuna hjá Sámali og teimum eru áhugaverd. Mamma sigur, at Sámal var róligur, hittinorðaður og siðiligur maður. Sjálvur minnist eg Kathrinu í garðinum, har tey høvdu rabarbur og grønmeti. Vakur urtagarður.
Í juni mánað 1879 kemur langabbi mín Jógvan Christiansen, vanliga róptur HavnarJógvan til Norðdepils at standa fyri handlinum í bygdini. Hjúnini Jógvan og Elisabeth Marianna, sum eisini var úr Havn, áttu seks børn. Trý vóru fødd á Eiði, tí Jógvan og Marianna, sum hon var kallað, høvdu arbeitt hjá handilsmanninum Kruse á Eiði í nøkur ár. Børnini hjá langabba og langommu vóru: Christian Christiansen, sum var pápi mammu, Sámal Christiansen, sum búsettist í Havn, Anna Djurhuus, sum var gift við skaldinum Janus Djurhuus, Louisa, sum doyr átjan ára gomul, Kristianna, sum giftist til Norra, og so Debes Chistiansen, sum búsettist í Norðdepli.
Langabbi Havnar Jógvan og synirnir keyptu sluppina Jubilee og seinni King Arthur. Seinni keyptu teir Ternuna, og tá hon var løgd keyptu teir Grundick. Sámal og Christian førdu hvør sína slupp. Sámal næm sær útbúgving í Føroyum, meðan Christian lærdi til skipara í Danmark. Eg minnist bara Sámal sum ein gamlan mann, ja, sum hann sær út forsíðumyndini. Tá Sámal gavst sum skipari, arbeiddi hann á Fiskasentralinum. Har var nógv virksemi, og millum annað høvdu tey ísvirki, og eg síggi fyri mær Sámal upp á loftinum og við spæli lyfta hesar stóru ísblokkarnar at koyra í knúsaran at knúsa til ís at geva fiskiføruni við bryggjuna. Eg hoyri fyri mær serliga ljóðið, tá ísblokkarnir vóru knústir til smærri ísstykkir og síðani leidd á flutningsbandi út til bátar og skip við bryggjuna. Hetta var spennandi hjá okkum ungu at hyggja at.
Tá í tíðini stóðu nógv smábørn á seiðabergi á Vesturu bryggju, og tað er mær fortalt, at mangan smádrong hevur Sámal bjargað úr sjónum, tá teir vóru áhalsnir og endaði útfyri. Tá var bjarningarvesturin ikki uppfunnin, men ein bjargingarkransur og ein stong hekk ymsastaðni á bryggjuni.
Ongantíð upplivdi eg abba mín Christian, tí hann doyði fyri eg var føddur, men eg fegnist um at hava hitt abbabeiggjan Sámal Christiansen. Hesin hugnaligi, siðiligi og fitti eldri maðurin. Mamma sigur, at Sámal var út fyri keðiligari hendin sum skipari, ein hending, sum píndi hann.
Teir vóru á veg heim av fiskileið. Veðrið var gott, og ein ungur maður liggur fram á lúnningina har frammi. Uttan iva í øðrum tonkum og gleðir seg at koma heim. Sluppin var tung í sjónum, og knappliga kemur ein alda upp um lúnningina har aftur og fer fram eftir dekkinum. Ungi maðurin, sum einki varnaðist, var lyftir upp um lúnningina og fór fyri borð. Maðurin sást ikki aftur. Tað var dapurt at síggja sluppina koma inn um Molan við merkinum í hálvari stong, sigur mamma. (Vagnur)