
Tá Suðurvarði kom á sleipivognin var eingin skrúva og einki róður. Tyktist, sum báturin skuldi til upphøggingar, men so er ikki. (Mynd Vagnur)
Altíð nógv áhugavert fyri eyguni á Vesturu bryggju. Meira og minni virksemi, skip og bátar fara og koma. Altíð nýggj mynd. Herfyri stúrsaði eg við, tá gamalt rustaður bátur stóð á innara sleipivogninum hjá Mest. Báturin líktist skitnum klútateppi við ongari skúvu og róri, og sum uttan iva var ávegis til upphøggingar uttanlands.
Helt meg kenna bátin, sum nú eitur Christian Høy GR 6-5115 úr Nuuk. Gjørdist forvitin, og so fyrst at venda mær til vinmannin Finn Bjørn Guttesen á Fjóni. Vit tosa mangan um skip í telefonini. Øll skip og bátar hava jú sína søgu.. Læs resten








