Úr myndasavninum – Bilarnir kunnu tíðarfesta myndina

Hùsini ikki broytt á Vaglinum, tó var betong ikki lagt yvir ánna. Brandhylurin er har, og so hvíta runda girðingin, sum vit minnast. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá tú sært slíka mynd tikin niður á Vaglið, er ikki lætt at tíðarfesta myndina, tí í fyrsta umfari siga Apotekið, Gamli Bókhandil og Kommunuskúlin ikki tað stóra. Apotekið liðugt bygt í 1939 og tikið í nýtslu, so myndin er eldri enn 1939. Kommunuskúlin er frá 1895 og Bókhandilin, sum upprunaliga var millum – og realskúli, var vígdur í 1861. Dekk var lagt á Havnará frá Vaglinum oman Áarvegin fyrst í 1950-árunum, men so eru tað bilarnir. Við Kommunuskúlan frá 1895 ein Bedford M snið lastbilur, sum fyrstu ferð fór av verksmiðjuni í 1931.

Minnist sum smádrongur serliga fyrsta brandbilin í Føroyum ein Bedford M bilur, sum komu til Føroya í 1948, og Bedford líkbilin frá 1949. Hesir Bedford lastbilar vóru so líðandi broyttir og betraðir frá 1931. Fingu størru motor og fingu nýggjan stav aftrat Bedford navninum. Bedford K, M ella O. Áhugavert, at tey á brandstøðini hava varðveitt brandbilin frá 1948. Vit eldru minnast væl brandbilin, sum koyrdi seint og sýntist at ikki at trekkja nóg væl í brekkunum við allari útgerðini í bilinum. Myndin má vera frá miðskeiðis í 1940-árunum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Vøkru “Fysikuhúsini” máttu lúta fyri nýggjum sjómansheimi

Kundi verið hugaligt, at vit varðveittu læknahúsini og Perluna. Minni í Pisshúsini eru ikki nakað serlig, tí har var mangan skitið og óhumska. Hugaligt at síggja bátarnar og sandin. Har var bátadráttur, tá vit fyrstu ferð komu í Vágsbotn fyrst í 1950-árunum. (Myndin Havn -fólk og yrki)

Nógv áhugavert er at síggja á eldri myndum úr gomlu Havnini. Støðgaði við mynd úr Vágsbotni, sum er tikin umleið 1930. Har standa vøkur hús, har Sjómansheimið nú stendur, vit enn rópa húsini. Sjómansheimið stórur betong bygningur bygdur í 1951, tá neyðugt var at víðka um virksemið hjá Sjómansheiminum. Síggi, at gomlu húsini vóru rópt “Fysikuhúsini”, har fyrsti kommunulæknin í Havn Hilmar Fridricia virkaði. Hann var settur lækni í  1903.

Løgið at hugsa sær, at tey byrjaðu at taka niður vøkru húsini, sama árið, sum tú ert føddur. Annars minnast vit væl Perluna, Pisshúsið, húsini hjá einahandlinum, bátadráttin og gamla Kommunuskúlan. Áhugavert at síggja smíðaðu bátarnar, nú vit eru í glastrevjatíðini, har føroyskur báturin er sjáldsom mynd við sjóvarmálan. Vegur sæst ikki av Vaglinum oman í Vágsbotn ei heldur áin, sum rann av Vaglinum oman Mylnugøtu oman í Vágsbotn. Friðsælt á myndini at spáka í Vágsbotni. Eingir bilar. (Vagnur)

Róðrarsøga – Í 1974 slóðaðu hósvíkingar og kollfirðingar fyri nýggjum 6-mannaførum

Longu í 1974 slóðu tey í Hósvík fyri nýggjum 6-mannafari. Hósvíkíngur vakurt 6-mannafar má sigast. (Mynd Hvannrók)

Tá eg sum smádrongur seinast í 1950-árunum kom fyrstu ferð í Álaker, átti Havnar róðrarfelag tríggjar bátar. Havnarbáturin og Ørvur stóðu í Hornaneystinum og Sílið undir hálvtaki skamt frá neystinum. Hyggur tú í hagtølini á Stavnur.fo og fer at leita eftir søguni um 6-mannaførini, gerst søgan ógvuliga áhugaverd. Og vit skulu fyrst aftur í 1970-árini

Fyri 1974 róðu vanliga eisini gomul 6-mannafør á stevnum, og nøvn sum Falkur úr Hósvík, Greivin av Signabø, Smiril og Fiskurin úr Vági og Mýlingur úr Hvalvík ganga aftur ár um ár. Men róðrarárið 1974 verður brotið upp úr nýggjum, tí nú rógva fyri fyrstu ferð tvey nýggj 6-mannafør. Hósvíkingur og Kollfirðingur, bátar, sum Nicals í Koltri smíðaði. Fekk hug at kannað søguna eitt sindur nærri. Havi eisini hitt Øssur Olsen úr Hósvík. Læs resten

Úr myndasavninum – Fyritøkan bleiv størsti málingahandilin

Málingahandilin byrjaði søluvirksemið í kjallaranum hjá Linu Arge: (Mynd Birgar)

Eg minnist, sum var tað í gjár, tá ið brøðurnir Eyðun og FinnBjørn Karbech Mouritsen í 1962 lótu upp málingahandil í kjallaranum hjá Linu Arge. Húsini stóðu á horninum V. U. Hammarshaimbsgøta og J.C. Svabosgøta í Havn. Plássið var ikki stórt, men sølan av máling gekk beinanvegin strálandi. Læs resten

Úr myndasavninum – Stóra bumbuholið við Íslandsvegin bergtók okkum ungu

Bumbuholið við Íslandsvegin. Tá vit ungu sóu bumbuholið fyrstu ferð, var tað tilgrógvið og sýntist tí minni enn á myndini.

Nú ein dagin eg spákaði úti í Mattalág í Havn, kom eg at hugsa um mynd av stórum bumbuholi frá seinna heimsbardaga. Vit børn vistu fyrst í 1950 – árunum um tvey stór hol í Mattalág, har týskur flúgvari kastaði tvær bumbur. Eg spurdi einaferð mammu um hendingina, og hon minnist hendingina væl. Mamma og pápi fluttu í nýggju húsini við Landavegin í 1941, og hon sigur soleiðis:

– Guttormur Poulsen systkinabarn mammu var altíð bangin, tá hann hoyrdi bumbulúðurin ýla. Henda dagin var Guttormur inni hjá okkum, og tá hann hoyrdi lúðurin og flúgvaran, sprakk hann á dyr og helt leiðina vestureftir út eftir Landavegnum, har fá hús tá vóru. Men Guttormur kom ikki so langt, tí flúgvarin kom í sama rættning, sum Guttormur rann, og kastaði bumburnar í Mattalág tætt við Íslandsvegin. Tá báðar bumburnar brustu, goymdi Guttormur seg undir eini brúgv um Rættará. Við Ellisheimið spældu vit ungu millum nógvar leivdir frá krígnum, tí har stóðu enn fýra barakkir og fleiri húsagrundir. Ikki fyrr enn í 1960 – árunum vóru barakkirnar burturbeindar og millum annað Heilsufrøðilig starvsstova og garaga til líkbil bygd á staðnum. (Vagnur)

 

Barnaróður má og skal longu næsta ár skiftast í tveir aldursbólkar

Rimmar mynd og finaluróður, sum gula Tjaldrið heldur óvæntað vann. Nummar tvey Sævarmoy, trý Dúgvan og fýra Kollur. Heilt nógvir áskoðarar sóu barnaróðrarnar. (Mynd Erlendur)

Myndatól mítt fylgdi barnaróðrunum í summar, og áhugavert at síggja hagtølini frá teimum sjey FM-róðrunum. Heili 45 bátsmanningar skuldu rógva á norðoyastevnu, sum bleiv útsett, og heili 44 barnamanningar róðu á ólavsøku. 20 gentu – og 24 dreingjamanningar, sum róðu í tveimum riðlum. Hetta er stórsta manningartalið nakrantíð í róðrarári.

Hjá gentunum var tað serliga Drekin úr Havn, Sævarmoy úr Klaksvík og Tistil av Tvøroyri, sum at enda kappaðust um tey trý heiðursmerkini. Drekin við gentum vann gull við 33 stigum, Tistil silvur við 32 stigum og Sævarmoy bronsu við 27. stigum. Sævarmoy við dreingjum vann gull við 33 stigum, Dúgvan silvur við 29 stigum og Kollur bronsu við 28 stigum. Sama stigatal fekk Títlingur, men Kollur var undan Títlingi á ólavsøku. Erlendur Johannessen var so beinasamur at taka nakrar myndir. Læs resten

Úr myndasavninum – Bjarni minnist aftur á ólavsøkuna í 1986

Áhugaverd róðrarmynd frá 1986. Sjey 10-mannafør róðu á ólavsøku hetta árið.

Nú ein dagin kom eg fram á myndina omanfyri í myndasavninum, sum eg visti var frá 1985 ella 1986. Helt meg kenna róðursmannin á Havnarbátinum, sum eitur Bjarni Joensen. Fór oman í Fótbúna, har Bjarni er stjóri í fyritøkuni. Og Bjarna var klárur beinanvegin. – Sjávandi minnist eg ólavsøkuróðurin í 1986, tá ið Nólsoyingur vann, og Havnarbáturin varð nummar tvey, sigur Bjarni og fer at kanna, hvør róði við Havnarbátinum hetta árið. Síðani spurdi eg Bjarna um tíðina í kappróðrinum, sum byrjaði í Argja Róðrarfelag. Læs resten

Barnaróðurin í Klaksvík – Eitt sindur um kjakið á Kappróðrarkjaki

Sjáldsom róðrarmynd. Tríggir bátar úr Havnar róðrarfelag Drekin, Ingibjørg og Sílið jakstra Tístil av Tvøroyri sum vinnur finaluróðurin í Klaksvík. (Mynd Hvannrók)

Myndatól mítt var í Klaksvík leygardagin at taka onkra mynd av barnaróðri. Tilvildarligt, hvør tekur myndirnar, tí summi rógva og onnur stýra. Barnaróðurin er áhugaverdur, tí manningarnar eru so nógvar. Áhugavert at fylgja við, hvussu manningar mennast í róðrarárinum. Barnaróðurin verður jú ikki vístur í sjónvarpinum, sum hinir róðrarnir.

Á Kappróðrarkjaki gevur rógvari ilt av sær, tí tað gekk so illa at fáa avgreitt róðrarnar. Seinasti báturin fór jú ikki um mállinjuna fyrr enn klokkan átta á kvøldi. Veit ikki um, at róðarnir eru lidnir so seint. Eisni nøkur orð um Kappróðrarkjakið. Læs resten

Dreymaløta um hús frá 1800-talinum bygd við Tinghúsvegin

Hugaligt at síggja húsini við Tinghúsvegin, sum vóru bygd í 1800-talinum. Bara Heinesens og Sloans hús har á leiðini eru varðveitt.  (Mynd Tjóðsavnið)

Fleiri eru føroysku bøkurnar, sum tú ikki veitst um. Í sambandi við greinina um reyðu húsini frá 1878 við Tinghúsvegin, var roynt at finna okkurt um Angelicu, sum lat húsini byggja. Endaði í bóklingi Fólk í Havn, sum Niels Juul Arge gav út í 1987. Kendi ikki bókina, sum snýr seg serliga um tríggjar sjómenn Jógvan í Hoyvík, Nicals á Trappuni og Dia í Áarstovu, sum allir høvdu verið í uttanlandssigling, og sum heimafturkomnir vóru við at leggja lunnar undir føroyska fiskivinnu. Vit skulu aftur miðskeiðis í 1850 – árini, sum var rembingartíð í Føroyum

Áhugaverd bók og nógvar eldri myndir flestar komnar frá Tjóðsavninum. Serliga var støðgað við myndina av vøkrum húsum við Tinghúsvegin. Laðaðar grundir, laðaðir garðar og steinsettir vegjaðarar. Tú kanst sita leingi og hyggja at myndini og droyma teg aftur tíðina, tá húsini vóru bygd. Eingir bilar og larmandi motorar alt so friðsælt í Havn. Sýnist, sum fólk hava alsk fyri urtagarði, og vøksturin er góður. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Elsta mynd av mansliði Neistans

kjk

Neistamenn 1950. St.v: Hans Mikkelsen, Ólavur Lambaa og Hannis Jacobsen. Fremst f.v: Anders Hansen, Petur Clementsen, Petur Sigurd Rasmussen (Millum Ólav og Petur C) og Mortan Mørk.

Alla mína tíð sum ítróttaskrivari nú í mansaldur havi eg leitað eftir trimum serligum neistamyndum. Landskappingin í hondbólti byrjaði í 1943, og var kapping bara fyri menn og kvinnur í 1. deild og 2.deild. Eingin ungdómshondbóltur fyrr enn tjúgu ár seinni í 1963. Myndir eru til av monnunum hjá StÍF, sum vunnu landskappingina í 1943, 1944 og 1945. Eingin kapping var 1946 og 1947.

Landskappingin byrjaði aftur í 1948, tá VÍF vann, men so vann Neistin FM-heitið í 1949, og seinni aftur í 1953 og 1955. Nógvar myndir eru av neistakvinnum frá hesum árunum, men sjálvt um eg havi spurt Guð og hvønn mann í Neistanum, havi eg onga liðmynd funnið frá 1949, 1953 og 1955. Elsta myndin av neistamonnum er myndin frá 1950, sum ikki er góð.

Tað kann tykjast løgið, at ørgynni av gomlum myndum finnast av neistakvinnum, men ongar myndir av neistamonnum. Orsøkin er óivað, at kvinnuhondbólturin var skipaður við venjara, meðan mansliðið varð mannað við fótbóltsspælarum, sum vandu lítið og einki. Seks av monnunum á myndini eru farnir. Allir á myndini eru farnir, og tann seinasti Petur Sigud Rasmussen fór fyri stuttum. Havi enn vónina at finna liðmynd av neistamonnum, sum vunnu FM-heitið í 1949, 1953 og 1955. (Vagnur)