Barnaróðurin í Klaksvík – Eitt sindur um kjakið á Kappróðrarkjaki

Sjáldsom róðrarmynd. Tríggir bátar úr Havnar róðrarfelag Drekin, Ingibjørg og Sílið jakstra Tístil av Tvøroyri sum vinnur finaluróðurin í Klaksvík. (Mynd Hvannrók)

Myndatól mítt var í Klaksvík leygardagin at taka onkra mynd av barnaróðri. Tilvildarligt, hvør tekur myndirnar, tí summi rógva og onnur stýra. Barnaróðurin er áhugaverdur, tí manningarnar eru so nógvar. Áhugavert at fylgja við, hvussu manningar mennast í róðrarárinum. Barnaróðurin verður jú ikki vístur í sjónvarpinum, sum hinir róðrarnir.

Á Kappróðrarkjaki gevur rógvari ilt av sær, tí tað gekk so illa at fáa avgreitt róðrarnar. Seinasti báturin fór jú ikki um mállinjuna fyrr enn klokkan átta á kvøldi. Veit ikki um, at róðarnir eru lidnir so seint. Eisni nøkur orð um Kappróðrarkjakið.

Í barnaróðri hava mest sum somu bátar verið frammi í oddinum og kappast um sigurin. Hjá dreingjum serliga Sævarmoy, Kollur, Dúgvan og Títlingur, og hjá gentum Drekin, Tistil, Sævarmoy, Sílð og Ingibjørg.

Kappróður í Klaksvík hevur góðan byr í summar. Her vinnur Sævarmoy róðurin við Dúgvuni úr Sørvági á øðrum plássi, Kolli úr Kollafirði á triðja plássi og Títlingi úr Havn á fjórða plássi. (Mynd Hvannrók)

Kappróður er ikki at sammeta við nógvar aðrar ítróttagreinar, tí veður, vindur og steymur er stórur viðspælari í kappróðri. Gongur alt væl, so er øll fegin. Rógvarar duga sjálvir at eftirmeta, har summir rógvarar vita, at teir rógva ímóti ”yvirmaktini”. Nógvir ungir rógvarar rógva fyri fyrstu ferð og eru í fleiri førum yngri enn rógvarar frammi í oddinum, sum hava róð kanska eitt tvey ár.

Sum tað gongur væl hjá kappróðrinum í Klaksvík. Fimm sigrar á útsettum norðoyastevnuróðrum. Hesir knassar fóru fyrstir um málið í finaluni fyri barnamanningar. (Mynd Hvannrók)

Trupulleikin gerst, tá rógvarar av órøttum ikki fáa ta viðferð, sum teir hava uppborið, og sum teir høvdu væntað. Hetta er tíverri afturvendandi í kappróðri. Í summum førum so ógvusligt, at øði kemur í grindina.

Kjakið á Kappróðrarkjaki

Áhugavert kjak er í løtuni á Kappróðrarkjaki, har rógvari ger ilt av sær, tí hon finnur seg ikki í at sita tveir tímar í bátinum í Klaksvík og bíða eftir at sleppa at rógva. Finst at Róðrarsambandinum og tess fyrireiking og kunning. Føli veruliga við hesi ung kvinnu, tí tað líkist svartasta ongum, at slíkt fer fram.

Barnamanningar við gentum rógva innleiðandi í Klaksvík. Nærmst Leikalind, síðani Tistil, Sævarmoy, Ingibjørg og Junkarin. (Mynd Hvannrók)

Vit skulu minnast til, at rógvari hevur fyrireikað seg sálarliga at rógva upplýsta klokkutíð. Niðurteljing til róðurin byrjar á ávísan hátt hjá rógvarum. Matur og væta, á fara á vs-ið, hita upp røttu tíð kanska bæði upp á landi og í báti. Alt hetta fer av lagi og avskeplast, tá tú skalt sita kanska kaldur á vágni í tveir tímar og hvørki vita út ella inn.

Undir lágmark at geva veðrinum skuldina, tí er ikki rógvandi. Gera sum á Tvøroyri, flyta róðurin við góðari kunning, har barnamanningar róðu sunnudag. Góð kunning er lykilin, at alt fer rætt fram, ja, rættvíst fram. Eingin manning skal bíða á vágni í tveir tímar at koma til startin. Hetta kanst tú ikki bjóða rógvarum.

Barnamanningar við gentum rógva innleiðandi í Klaksvík, Nærmast Spógvin, síðani Súlan, Drekin, Sílið og Svalan. (Mynd Hvannrók)

Fái ilt í róðrarhjartað at lesa slíkt, tí alla mína tíð havi eg fylgt kappróðri. Nógvar fantastiskar løtur og upplivingar, men eisini órættvísar løtur, har rógvarar hava fingið róðrarsár á sálina fyri lívið, tí fyrireikingin, kunning og døming hevur verið undir alt lágmark. Ja, so hasin skjóttgangandi báturin, sum oyðileggur róðurin fyri bátar. Havi ikki orð.

Ein fegin Bjarni Hammer afturi í rong umborð á Tistil, nú báturin vann finaluna í barnaróðri. (Mynd Hvannrók)

Altíð lætt at venda kikaran ímóti Róðrarsambandinum, sum eru feløgini. Men tey, sum hava bjóðað seg fram á stýra RSF, hava jú evstu ábyrgdina. Tá tað snýr seg um kunning og Róðrarsambandið, so hevur kunning ongantíð verið sterka síðan hjá RSF.

Altíð gott við kjaki, men tað skal vera borðbært kjak. Um nakrar tímar endar róðrarárið 1921. Tað hevur gingið bara væl at avgreiða róðrarnar tíverri ikki nóg væl í Klaksvík. Góðar ólavsøkuróðrar. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply