245 fólk búgva í Rituvík – Tey fyrstu settu búgv í 1873

Minnisvarðin stendur har, fyrstu húsini vórðu bygd. (Mynd Vagnur)

Minnisvarðin stendur har, fyrstu húsini vórðu bygd. (Mynd Vagnur)

Eg haldi meg hava verið einar tríggjar fýra ferðir í Rituvík, men so havi eg serliga uppliving á Rituvíkini, tá ið eg gjørdi kvetti í bátinum. Ein dag í oktober mánað í 2013 stóð eg har, Eggvirkið í Rituvík einaferð stóð, og eygleiddi húsini í Rituvík. Ikki er løgið, at Nikolina og Per Højgaard valdu at seta búgv á staðnum í 1873. Staðið er frálíkt, og nú eru bara fimm minuttir at koyra eftir góðum vegi til Runavíkar. Men húsini eru ógvuliga spjadd í bygdini. (Skrivað 10. juli 2014. Fólkatalið í Rituvík 1. juni 2021 var 302 fólk, so munandi fólkavøkstur) Læs resten

Tá grønlendingurin Benjamin kom at búgva við Landavegin

Ein altíð smílandi Benjamin. Aftast frá vinstu Helgi Nolsøe og Virgar Wardum. Fremst frá vinstru Benjamin Clausen og Vagnur Michelsen.

Ein altíð smílandi Benjamin. Aftast frá vinstru Helgi Nolsøe og Virgar Wardum. Fremst frá vinstru Benjamin Clausen og Vagnur Michelsen.

Í 1961 kom ein ellivu ára gamal grønlendingur at búgva við Landavegin, sum fyri okkum smádreingir tá var nakað heilt serligt. Tá í tíðini sóu vit eingi myrk fólk, sum ikki vóru eins litt og vit onnur. Drongurin æt Benjamin, mamman æt Gurli Restorff, sum júst var vorðin gift við Niels Restorff. Gurli og Benjamin vóru komin av Tvøroyri, har Gurli hevði arbeitt sum sjúkrasystir á Suðuroyar sjúkrahúsi síðani 1955. Benjamin var ein fittur og sjarmerandi drongur, sum kom at trívast væl saman við okkum ungu við Landavegin. Men Benjamin hevði havt serliga lagnu frá fyrsta degi, og tú kanst spyrja, hvussu bar til, at ein donsk sjúkrasystir kom at búgva við Landavegin og hevði við sær ein grønlendskan drong. Søgan er henda, og vit skulu fyrst aftur til januar mánað í 1950. (Greinin skrivað í 2016) Læs resten

Forvitnislig og áhugaverd framsýning umborð á Jákupi Sverra

Jákup Sverri við bryggju í Havn. Vælútgjørt og væl frágingið rannsóknarskip. (Mynd Vagnur)

Fyri viku síðuni slapp almenningurin at síggja framkomna rannsóknarskipið Jákup Sverra, og hetta skuldi gerast stór uppliving, tí framsýningin var væl fyriskipið. Tú komst umborð gjøgnum eina landgongubrúgv, har leiðin gekk fyrst inn á dekkið síðani leiðin gjøgnum alt skipið. Ferðin endaði uppi á brúnni, har leiðin gekk niður á dekkið og í land gjøgnum aðra landgongubrúgv.

Eitt at síggja tað vanliga umborð á skipi sum fiskireiðskapur, messa, maskina og alt uppi á brúnni, men so stóðu fólk frá Havstovuni á ymsum postum á leiðini, sum áhugavert greiddu okkum frá ymsum kanningum, har ymisk tól eisini vóru á at síggja. Læs resten

Úr myndasavninum – Vit eru við Landavegin umleið í 1920

Áhugaverd mynd við Landavegin í 1920. Stóru hvítu húsini til vinstru eru postmeistarahúsini. (Mynd Fornminnissavnið)

Myndin omanfyri er fyri meg ógvuliga áhugaverd, tí hetta er einasta heildarmynd av økinum við Landavegin, eg havi sæð frá gamlari tíð. Abbi og omma mín Christian og Sigrid Christiansen bygdu sær hús við Landavegin í 1901. Hugaligt at síggja grasfløturnar, har nú alt er bygt bæði sethús og nógvir almennir stovnar millum annað skúlar, fróðskaparsetur og heilsufrøðilig starvsstova. Eg havi prátað um myndina við mammu, sum er 98 ára gomul og er fødd við Landavegin. Hon býr á Ellisheiminum.  Læs resten

Úr myndasavninum – Stórur áhugi fyri býliðnum í 1960 árunum

Býlíðið í Havn í 1969. Frá vinstru: Eyðfinn Lamhauge, HB, Sólbjørn Mortensen, HB, Heri Nolsøe, HB, Jógvan “Egga” Jensen, HB, Tórstein Magnussen, B36, Hendrik Dahl, HB, Martin á Mýruni, HB, Tórur Holm, B36, Odmar Færø, B36, Ólavur Olsen og Dánjal Jákup Thomsen, HB. Dómaran Torbjørn Mikkelsen. (Mynd Fornminnissavnið

Síðan Føroyar komu upp í altjóða fótbólt, er nógv broytt. Eg minnist sum ungur, hvussu stórur áhugi var fyri býliðnum í Havn, tá liðið spældi ímóti hetlendingum, orknoyingum og øðrum liðnum, sum komu til Føroya. Myndin omanfyri er av býliðnum, sum 1969 spældi vinadyst ímóti hetlendingum í Gundadali. Sambært bókini Havnin – fólk og yrki var dysturin fyriskipaður í sambandi við, at peningur skuldi savnast inn til høllina á Nabb, sum hon tá æt. Læs resten

Starvsfólk hjá Mest hava sett seg við árarnar í 10-mannafari

Vælhýrd starvsfólk hjá Mest flota Tórsbátin. (Mynd Vagnur)

Altíð hugaligt at koma oman á Vestaru bryggju, tí myndin er ongantíð hin sama. Mánadagin í farnu viku sást hvítt 10-mannafar við drekastevni á Havnarvág og í Nólsoyarfirði, og mær vitandi stóðu allir FM-bátarnir hjá Havnar róðrarfelag í neystinum.

Hevði hoyrt, at starvsfólk hjá Mest høvdu spurt í felagnum at læna bát. FM-bátarnir verða vanliga ikki læntir út. Men í gamla neystinum, rópt Hornaneystið, stendur Tórsbáturin, næstnýggjasta 10-mannafarið, sum Sámal Hansen smíðaði felagnum á sinni. Gjørdist forvitin og dittaði mær at spyrja Mouritz Mohr, hvussu hetta átak hjá Mest er komið í lag. Og hann sigur. Læs resten

At taka myndir kann sammetast við at fara í fjørðin við snøri (e)

Hesi tjøldrini sýntust ikki at reiðrast, men tað verður óívað fyrsta dagin. (Mynd Vagnur)

Hesi tjøldrini sýntust ikki at reiðrast, men tað verður óívað fyrsta dagin. (Mynd Vagnur)

Leygarkvøldið koyrdi eg til Velbastaðar, setti bilin við ovara veg og spákaði í góðverðrinum oman á støðna. Har var blikastilli og dýrdarveður. Myndatólið hevði eg við mær, og tað er altíð spennandi at taka myndir, tí tú veitst ongantíð, hvussu úrtøkan verður. At taka myndir kann sammetast við at fara í fjørðin við snøri. Er nakar fiskur at fáa í dag, ella fara myndirnar at eydnast? Fegin ert tú, um myndirnar eydnast væl. Ikki eri eg nakar snillingur við myndatólinum, men av og á eydnast væl og aðrar tíðir minni væl. Torførast er at taka myndir úti sóldagar, tí ljósið er bjart, og við sólini koma skuggar a myndirnar. Leygarkvøldið var frálíkt myndaveður. (Skrivað12. august 2014) Læs resten

Úr myndasavninum – Myndin av Gundadali tikin eftir 1964

Myndin er tikin eftir 1964. (Mynd Birgar Johannessen)

Frálíka myndina omanfyri, sum Birgar Johannessen, sáli, í 2014 legði út á Facebook, kunnu vit skriva nógvar reglur um. Myndin er tikin eftir 1964, tí nýggja Neistahúsið við uttandura hondbóltsvøllin varð tikið í nýtslu á sumri 1964. Vit síggja Mjørkadalsbarakkina, sum B36 keypti úr Mjørkadali, og sum varð bygd afturat B36 húsinum. Svørtu barakkirnar í Mjørkadali, sum arbeiðsmenninir búðu í, tá ið tey bygdu radarstøðina, vóru tiknar niður í 1963. Læs resten

Úr myndasavninum – Bilarnir kunnu tíðarfesta myndina

Hùsini ikki broytt á Vaglinum, tó var betong ikki lagt yvir ánna. Brandhylurin er har, og so hvíta runda girðingin, sum vit minnast. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá tú sært slíka mynd tikin niður á Vaglið, er ikki lætt at tíðarfesta myndina, tí í fyrsta umfari siga Apotekið, Gamli Bókhandil og Kommunuskúlin ikki tað stóra. Apotekið liðugt bygt í 1939 og tikið í nýtslu, so myndin er eldri enn 1939. Kommunuskúlin er frá 1895 og Bókhandilin, sum upprunaliga var millum – og realskúli, var vígdur í 1861. Dekk var lagt á Havnará frá Vaglinum oman Áarvegin fyrst í 1950-árunum, men so eru tað bilarnir. Við Kommunuskúlan frá 1895 ein Bedford M snið lastbilur, sum fyrstu ferð fór av verksmiðjuni í 1931.

Minnist sum smádrongur serliga fyrsta brandbilin í Føroyum ein Bedford M bilur, sum komu til Føroya í 1948, og Bedford líkbilin frá 1949. Hesir Bedford lastbilar vóru so líðandi broyttir og betraðir frá 1931. Fingu størru motor og fingu nýggjan stav aftrat Bedford navninum. Bedford K, M ella O. Áhugavert, at tey á brandstøðini hava varðveitt brandbilin frá 1948. Vit eldru minnast væl brandbilin, sum koyrdi seint og sýntist at ikki at trekkja nóg væl í brekkunum við allari útgerðini í bilinum. Myndin má vera frá miðskeiðis í 1940-árunum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Vøkru “Fysikuhúsini” máttu lúta fyri nýggjum sjómansheimi

Kundi verið hugaligt, at vit varðveittu læknahúsini og Perluna. Minni í Pisshúsini eru ikki nakað serlig, tí har var mangan skitið og óhumska. Hugaligt at síggja bátarnar og sandin. Har var bátadráttur, tá vit fyrstu ferð komu í Vágsbotn fyrst í 1950-árunum. (Myndin Havn -fólk og yrki)

Nógv áhugavert er at síggja á eldri myndum úr gomlu Havnini. Støðgaði við mynd úr Vágsbotni, sum er tikin umleið 1930. Har standa vøkur hús, har Sjómansheimið nú stendur, vit enn rópa húsini. Sjómansheimið stórur betong bygningur bygdur í 1951, tá neyðugt var at víðka um virksemið hjá Sjómansheiminum. Síggi, at gomlu húsini vóru rópt “Fysikuhúsini”, har fyrsti kommunulæknin í Havn Hilmar Fridricia virkaði. Hann var settur lækni í  1903.

Løgið at hugsa sær, at tey byrjaðu at taka niður vøkru húsini, sama árið, sum tú ert føddur. Annars minnast vit væl Perluna, Pisshúsið, húsini hjá einahandlinum, bátadráttin og gamla Kommunuskúlan. Áhugavert at síggja smíðaðu bátarnar, nú vit eru í glastrevjatíðini, har føroyskur báturin er sjáldsom mynd við sjóvarmálan. Vegur sæst ikki av Vaglinum oman í Vágsbotn ei heldur áin, sum rann av Vaglinum oman Mylnugøtu oman í Vágsbotn. Friðsælt á myndini at spáka í Vágsbotni. Eingir bilar. (Vagnur)