Úr myndasavninum – Elsta mynd av mansliði Neistans

kjk
Neistamenn 1950. St.v: Hans Mikkelsen, Ólavur Lambaa og Hannis Jacobsen. Fremst f.v: Anders Hansen, Petur Clementsen, Petur Sigurd Rasmussen (Millum Ólav og Petur C) og Mortan Mørk.

Alla mína tíð sum ítróttaskrivari nú í mansaldur havi eg leitað eftir trimum serligum neistamyndum. Landskappingin í hondbólti byrjaði í 1943, og var kapping bara fyri menn og kvinnur í 1. deild og 2.deild. Eingin ungdómshondbóltur fyrr enn tjúgu ár seinni í 1963. Myndir eru til av monnunum hjá StÍF, sum vunnu landskappingina í 1943, 1944 og 1945. Eingin kapping var 1946 og 1947.

Landskappingin byrjaði aftur í 1948, tá VÍF vann, men so vann Neistin FM-heitið í 1949, og seinni aftur í 1953 og 1955. Nógvar myndir eru av neistakvinnum frá hesum árunum, men sjálvt um eg havi spurt Guð og hvønn mann í Neistanum, havi eg onga liðmynd funnið frá 1949, 1953 og 1955. Elsta myndin av neistamonnum er myndin frá 1950, sum ikki er góð.

Tað kann tykjast løgið, at ørgynni av gomlum myndum finnast av neistakvinnum, men ongar myndir av neistamonnum. Orsøkin er óivað, at kvinnuhondbólturin var skipaður við venjara, meðan mansliðið varð mannað við fótbóltsspælarum, sum vandu lítið og einki. Seks av monnunum á myndini eru farnir. Allir á myndini eru farnir, og tann seinasti Petur Sigud Rasmussen fór fyri stuttum. Havi enn vónina at finna liðmynd av neistamonnum, sum vunnu FM-heitið í 1949, 1953 og 1955. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply