Barnaróðurin í Miðvági – Sævarmoy úr Klaksvík fór við øllum

Róðrarmynd sum veruliga vil nakað. Sævarmoy við gentum hevur júst vunnið barnaróðurin í Miðvági. (Mynd Hvannrók)

Ivaveður var longu leygarmorgunin, um rógvast skuldi í Miðvági, tí vindurin var nógvur bæði hósdagin og fríggjadagin. Longu tá vóru ikki góð líkindi at koyra bátar vestur á vognum.

Tey í Róðrarsambandinum gjørdu rætt og skjótt av leygarmorgunin at flyta barnaróðurin til sunndagin, tí vindurin var ov nógvur. Allir róðrarnir bæði leygardagin og í dag vóru avgreiddir væl, siga rógvarar mær. Tí verri hevur nakað av korona eisini ávirka rógvingina, tí tildømis róði Dúgvan barnaróður við dreingjum ikki í dag.

Myndin er tikin í Miðvági leygarmorgunin. RSF tók rætta avgerð at flyta barnaróðurin til sunnudag. (Mynd Hvannrók)

Okkurt gera tey rætt í Klaksvík, tí kappróðurin grør um gangandi fót. Klaksvíkingur ger bart, og ungu rógvararnir umborð á 6-mannafarinum Páll Fanga hava vunnið róður, men nú mátti teir skifta rógvarar. Navnið Sævarmoy úr Klaksvík, sum er vakurt bátanavn, hevur so sanniliga sligið seg fast, tí í Miðvági í dag vann Sævarmoy bæði dreingja – og genturóðurin.

Gentur riðil eitt rógva innleiðandi. Svalin, Ingibjørg, Tistil, , Havørnin og Hvassi. (Mynd Hvannrók)
Gentur riðil eitt rógva innleiðandi. Sílið, Drekin, Sævarmoy, Blikur og Havfrúgvin. (Mynd Hvannrók)
Genturnar rógva finaluróðurin. Fremst Sævarmoy, síðani Sílíð, Tistil og Drekin.(Mynd Hvannrók)

Kappingin er skipað í riðlum, tí bátarnir eru so nógvir, men tá tú sært innleiðandi úrslitini og finaluúrslitini, so má og skal RSF fáa broytt barnaróðurin. Fáa barnaróðurin meira vinarligan, so javngomul rógva hvør ímóti øðrum. Ùrlsitatalvan boðarsigur okkum so sálarklárt um hetta.

Dreingir riðil tvey rógva innleiðandi. Leikalind, Sævarmoy, Kollur, Tekla og Havørnin. (Mynd Hvannrók)
Dreingir riðil eitt rógva innleiðandi. Títlingur, Royndin Fríð, Tistil, Havfrúgvin, Frúgvin og Pílur. (Mynd Hvannrók)
Sævarmoy tryggjan sigur. Síðani Kollur og Títlingur. Tí verri var Dúgvan ikki við vegna koruna. (Mynd Hvannrók)

Nù stundar til ólavsøku, men fyrst skal rógvast í Klaksvík leygardagin. Ì fjør var eingin spenningur í eldri bátastøddum, tí somu manningar vunnu hvørja ferð uttan í einum føri, tá 8-mannafarið Knørrur vann á ólavsøku.

Øðrvísi er í ár, har Klaksvíkingur hevur skumpað Ormin av fyrsta plássinum, Argjabáturin tapti fyri Knørri í Miðvági, Erla kongsdóttir vann á Tvørabátinum, meðan Sundabáturin við monnum og Jarnbardur við kvinnum vinna meistaraheitið. Eisini er rættiligur spenningur í dreingja-og genturóðrunum.

Róðrarárið er so stutt, tí áðrenn tú hevur vent tær, er ólavsøka. Havi mangan hugsað um, at tá seinasti róðurin er rógvin á ólavsøku, ja, so skal næsti FM-róður ikki rógvast aftur fyrr um tíggju mánaðir á norðoyastevnu 2022. Leingi at bíða hjá serliga rógvarum, sum elska kappróður og kanska ikki íðka aðra ítróttagrein.

Fegnir klaksvíkingsdreingir umborð á Sævarmoy. (Mynd Hvannrók)
Stórur dagur hjá Klaksvíkar róðrarfelag í Miðvági. Fegnar gentur umborð á Sævarmoy. (Mynd Hvannrók)

Lítið hjartaðsuff, nú eg sitið við telduna. RSF hevur ongantíð veruliga fingið tak á reyða kortinum, og hetta kom til sjóndar, tá Firvaldur við gentum í fjør fekk reytt kort, og tí misti møguleikan í FM-stríðnum. Avleiðingarnar av reyða kortinum er alt ov ógvisligt.

Fær spælari í bóltspølunum reytt kort, so spælir liðið bara við einum spælara færri og missir einki stig. Fær manning/bátur reytt kort, so fær báturin einki stig. Er talan um bát heilt frammi í oddinum, so er reyða kortið alt ov ógvisligt, tí báturin missir stríðið um meistaraheitið. Talan er bara um sjey FM-róðrar, so fært tú einki stig ein róður, so er tú ikki longur við í FM-stríðnum.

Havi seinni árini hoyrt og sæð nógv uppskot um fáa broytt hetta.  Annars er áhugavert at síggja myndir tiknar frá droni, men bestu myndir vera tiknar frá KVF-bátinum, ja og sjálvandi málmyndirnar. Hevur gingið bara heilt væl at avgreiða róðrarnar higartil í summar. (Vagnur)

Hugaligt at síggja Hvassa hjá Sunda róðrarfelag. (Mynd Hvannrók)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply