
Nú ein morgun gekk leiðin oman Tinghúsvegin, har tankarnir fóru at sveima um gomlu húsini frá urtagarðinum hjá Niels Arge og omaneftir. Smalur vegur við ongari gongubreyt, tí flestu húsini vóru bygd áðrenn fyrsti bilurin kom til Føroya í 1922. Steðgaði á eina løtu, har Bøkjarabrekka hevur kappað Tinghúsvegin av.
Við vegin vinstrumegin standa vøkur reyð hús, har stór Guttesen familja búði, men húsini eru nógv eldri enn so. Vit skulu fyrst heilt aftur til 1878, tá einkjan jarðarmóðirin Angelica Simonsen úr Hoyvík bygdi húsini. Hvør var Angelica?

Angelica var ættað úr Hoyvík, systir kenda kaptein Simonsen. Hon var gift Tummas Paula í Klokkarastovu føddur 10. mars 1828, men tvey ár seinni doyr maðurin. Tey áttu tá eina dóttur, sum æt Anna Sofía. Hon doyði longu sum tjúgu ára gomul. Hon var tá gift og átti smágentuna Jacobinu Sofíu Poulinu Mikkelsen rópt Fía.
Angelica var jarðarmóðir í Havn í mong ár. Hon var ein av teimum, sum einaferð vóru send til Danmarkar at nema sær kunnleika, so tær kundu átaka sær starv sum jarðarmóðir. Angelica var avhildin, og øll vóru góð við gomlu jarðarmóðurina.
Tey høvdu fingið byggiloyvi til reyðu húsini við Tinghúsvegin, tá maðurin knappliga doyði. Eftir at hava sitið einkja í fleiri ár, bygdi Angelica í 1878 húsini við Tinghúsvegin, sum tá var hildið vera langt uppi í haganum. Fía, ommudóttir Angelicu dóttir Annu Sofíu og Hans Jákup Mikkelsen, var gift onglendingi. Í 1919 er Fía aftur í Føroyum, og um tað mundið er omman júst deyð.
Christian Guttesen róptur Kisan
Trý ár seinni í 1922 keypa Christian Guttesen (1896-1958) og konan Johanna Maria Guttesen(1895-1969) húsini, sum mugu sigast at vera smá í mun til stødd av húsum í dag. Christian og Johanna Maria, sum var úr Skálavík, fingu trettan børn – tvey av teimum doyðu ung.
Heima hjá okkum við Landavegin hoyrdu vit mangan um Jens Guttesen, sum var elstur av børnunum, føddur í 1916. Mamma og Jens gingu í realskúla saman, og á eldri árum hittust næmingarnir meira enn einaferð. Vit vistu, at tey í reyðu húsunum vóru evnarík bæði til sang, at spæla ljóðføri, tónasmíð og handverk.
Børnini hjá Christiani og Johannu Mariu vóru: Jens f.1916, Maja f. 1918, Óla Jógvan f.1919, ein drongur f. 1921, sum doyði stutt eftir føðingina, Gunhild f. 1922, Kirstin f. 1924, Petur f. 1926, Brynhild f.1927, sum bara bleiv eitt ár, Leivur f. 1929, Brynhild f. 1931, Erling f. 1933, Ingrid f. 1935 og Gunnar f. 1937. Harafturat fostraðu foreldrini tvey børn.

Christian Guttesen arbeiddi sum málari hjá Poul í Geil, og heima málaði hann eisini málningar og teknaði blýantstekningar. Mær er sagt, at einferð málaði Christian kirkjuna í Kvívík. Umframt at mála sjálva kirkjuna, málaði hann eisini málning, sum hongur í kirkjuni. Christian var eisini evnaríkur tónleikari, og longu sum ellivu ára gamal spældi hann við fyrstu konsertina. Chistian spældi tvørfloytu og undirvísti í hornspæli og øðrum blásiljóðførum. Tá Christian traðkaði sínar ungdómsskógvar á Reyni, vóru tey nærmasti granni við Bakar Hansen.
Minnist meg hava hoyrt ella sæð í sjónvarpinum Jens Guttesen siga frá, at einaferð sat alt húskið í sóttarhaldi í fýra vikur, tí ein hevði fingið tyfus. Stóra Guttesen familjan í reyðu húsunum vóru kend fólk í Havn, har elstu børnini vóru javngomul við foreldrini hjá okkum.

Vit kendu nøkur av systkjunum, millum annað sangfuglin Kirstin í Ullvøruhúsinum, sum í 2019 doyði 94 ára gomul. Siðani Jens Guttesen, sum arbeiddi sum skrivstovumaður, fyrst í læru á dómarakontórinum og síðani hjá Shell í 37 ár. Jens var kendur fyri sítt serliga tónleikavirksemi, var tónaskald og stjórnaði kórinum í Ebeneser. Ein abbasonur Jens eigur nú reyðu húsini frá 1878.
Vil fyrst nevna teir triggjar brøðurnar Óla Jógvan, Petur og Gunnar, sum allir spældu á besta liðnum hjá B36. Síggi, at Óla Jógvan (1919-2001) spældi á B36 liðnum, sum vann B36 fyrsta meistaraheitið í 1946, og var eisini á liðnum, tá B36 í 1950 vann meistaraheitið fyri triðju ferð. Síggi á mynd, at Petur (1926-2014) spældi á B36 liðnum í 1947. Minnist Petur arbeiða í Málingahandlinum við Landavegin, og hann er á stóru veggja-felagsmyndini frá 1993, sum hongur í B36 húsinum.

Síðani er tað Gunnar Guttesen (1937-2006), sum koyrdi lastbil hjá kommununi, og sum eg minnist væl sum fótbóltsspælara. Hann spældi á minniliga B36 liðnum frá 1962, sum vann meistaraheitið, men so skuldu ganga 35 ár, til B36 aftur vann meistaraheitið í 1997. Síðani er tað Leivur Guttesen (1929-1997), sum vit minnast arbeiddi hjá kommununi. Ein tónleikari, sum bæði spældi orgul, klaver, harmoniku og onnur ljóðføri. Hann var eisini tónaskald, og longu á ungum árum skrivaði hann fyrstu løgini. Í fjør komu út 48 løg til andaligar sangir, sum Leivur Guttesen skrivaði.
Nógv eru minnini, og nógv kann skrivast um lívið og evnaríku fólkini í vøkru reyðu húsunum við Tinghúsvegin. Næsta ár eru hundrað ár liðin, síðan Christian og Johanna Maria Guttesen keyptu húsini, sum jarðarmóðirin Angelica Simonsen bygdi sær í 1878. (Vagnur)


