
Frá 1883 til 1898 helt Svane Apotek til í húsinum vinstumegin. Skeltið sæst. (Mynd Fornminnissavnið).
Vit kunnu ikki takka Birgari Johannessen nóg nógv, tá ið vit hugsa um, hvussu stóra orku og ár hann hevur brúkt at savna gamalt tilfar um Havnina. Birgar er savnari, og vit minnist nógvu framsýningarnar, sum Birgar skipaði fyri í SMS við gomlum myndum, amboðum og lutum. Stóra valaverkið hjá Birgari eru bindini “Havnin – fólk og yrki, har Birgar hevur verið í hvørjum króki í Havn og leita eftir gomlum myndum, práta við fólk og siti á Landsbókasavninum og hugt í gomul skjøl. Bøkurnar eru dýrgripir. Birgar hevur eisini givið út bøkurnar “Havnarmyndir – fyrr og nú” og bøkurnar “Tórshavn”. Læs resten








