Mansliðið hjá VÍF er um at missa FM-finaluplássið

Nú skulu vestmenningar veruliga taka seg saman, skulu teir fáa seinna FM-finaluplássið.

Nú skulu vestmenningar veruliga taka seg saman, skulu teir fáa seinna FM-finaluplássið.

Fyri nøkrum viku síðani var eg næstan vísir í, at KÍF og VÍF fóru at spæla FM-finalurnar í manshondbólti. At VÌF misti seytjan ára gamla vinstrahenta spælaran Áka Egilsnes hevur havt so mikið nógv at týða fyri liðið, at VÌF hevur tapt seinastu tríggjar landskappingardystirnar. Fyrst fyri Kyndli, síðani KÍF og nú mikukvøldið fyri Neistanum. Læs resten

Meiningahornið – Tórshavnar kommuna og treytaleysa kravið

Ferðslan frá Skálafjarðartunlinum má leiðast uttan um Hoydalar. (Mynd Vagnur)

Ferðslan frá Skálafjarðartunlinum má leiðast uttan um Hoydalar. (Mynd Vagnur)

Tórshavnar Býráð hevur sett sum treytaleyst krav í sambandi við Skálafjarðartunnilin, at vegirnir frá tunlinum á Steymoyarlandinum skulu vera lidnir samstundis sum Skálafjarðartunnilin, annars fer Tórshavnar Býráð at nokta tunlinum at binda í komunalu vegirnir í Havn. Hesa treyt taka øll fólk í Havn sjálvandi undir við, tí verður hetta ikki gjørt, verður stórur ferðsluruðuleiki serlig í Hoydølum og við rundkoyringarnar í Gundadali, sum ikki áður er sæddur í Føroyum. Læs resten

Team Klaksvík dreingir 10 ár er stóra sólskinssøgan

Sum tað er stuttligt at síggja júst hesa myndina av fegnu dreingjunum úr Klaksvík

Sum tað er stuttligt at síggja júst hesa myndina av fegnu dreingjunum úr Klaksvík

Ikki havi eg her á heimasíðuni fylgt steypafinalunum, men tá ið eg á Facebook sá dreingir 10 ár úr Team Klaksvík, gjørdist eg veruliga fegin. Dreingirnir á myndini eru so mikið fegnir eftir vunnan steypasigur, at sjálvt ikki spælarar, sum vinna heimsmeistaraheitið í ymsum ítróttagreinum eru fegnari enn klaksvíkingar. At Team Klaksvík dreingir 10 ár vinna steypakappingina er sólskinssøgu, tí tað er so ótrúliga umráðandi, at Klaksvíkin er partur av hondbóltsfamiljuni og kann bjóða hinum feløgunum av. Talan er bæði um gentur, kvinnur, dreingir og menn. Læs resten

Tað grør um gangandi fót í Havn?

Stórt virksemi fer fram í Marknagili. (Mynd Vagnur)

Stórt virksemi fer fram í Marknagili. (Mynd Vagnur)

Mánadagin fyrrapart koyrdi eg mær niðan á Oyggjarvegin og stóð eina løtu og hugdi yvir Havnina. – Ringar tíðir í Havn? Hugsaði eg. Nei ongar ringar tíðir Havn, tí teir bora og skjóta í eyst og í vest. Eg hugdi í ein vestan, har tey byggja nýggjan miðnámsskúlan, í ein eystan, har teir grava og spreingja fyri nýggja bygninginum hjá BankNordik. Hugdi oman í Gundadal, har tað líður við nýggja húsinum hjá Fótbóltssambandinum. Upp í Hoyvík sóust gravmaskinur, og niðanfyri Hotel Føroyar fer fram stór útstykkingin av grundøkjum. Hetta er bara lítil partur av øllum virkseminum í Havn. Læs resten

Fólk fara væl um í Plantasjuni, sigur Mortan Mørk

Fólk fara væl um í Plantajuni, sigur Mortan. (Mynd Vagnur)

Fólk fara væl um í Plantasjuni, sigur Mortan. (Mynd Vagnur)

Í morgun hitti eg Mortan Mørk, sum eg dagliga síggi úr køksvindeyganum. Hann gongur vanliga tíðliga fyrrapartin við posum í hondini og ruddar fram við ánni og gøtunum. Mortan Mørk kom at arbeiða í Plantasjuni í 2008 eftir at hann var givin sum bryggjari hjá Restorffs bryggjarí.

– Nógv fólk koma hvønn dag í Plantasjuna sjálvandi alt eftir, hvussu veðrið er, og eg má siga, at fólk bæði ung og eldri eru fyrikomandi og fara væl um. Tey eru øll góð við Plantasjuna, sigur Mortan.

Mortan er 57 ára gamal og arbeiddi áður 33 ár í fyritøkunum hjá Andriasi Restorff. Hann arbeiddi fyrst sum slaktari í handlinum, fór síðani at leiða ølgoymslu hjá Restorff við Marknagilsvegin. Læs resten

Kyndil setti øll segl og vann báðar steypafinalurnar

Tær ungu kyndilskvinnur hava ikki áður vunnið steypakappingina í bestu deildini. (Mynd Álvur)

Ungu kyndilskvinnurnar hava ikki áður vunnið steypakappingina í bestu deildini. (Mynd Álvur)

Steypafinalurnar í hondbólti eru vístar í sjónvarpi, og fjølmiðlarnir annars fylgdu væl við finalunum. Tí er ikki nógv at leggja aftrat sjálvum dystunum, men heldur vil eg geva mítt íkast til prátið, hví júst Kyndil í dag vann báðar steypafinalurnar. Læs resten

Krista Maria fekk umleið 200 pund upp á stampin

jhjhjhj

Krista Maria er stórur bátur, og ikki sæst, at næstan 7000 pund eru í lastini. (Mynd Vagnur)

Meðan línubátarnir fáa nógvan fisk á Flemmish Cap, og trolararnir nógvan fisk í Berentshavinum, hevur illa borið til hjá útróðrarbátunum undir Føroyum. Ringt veður og smáligur fiskiskapur, tá ið endiliga viðrar. Men í morgun hitti eg tveir væl nøgdar útróðrarmenn á Vestaru bryggju, sum júst vóru komnir aftur av útróðri. Teir settu 36 línur og gjørdu skjótt av, tí hann segði frá meira vindi á middegi í dag. Teir fóru í gjárkvøldið um átta tíðina og vóru aftur um ellivu tíðina í morgun. – Vit hava útvið 7000 pund,  so hetta er góður fiskiskapur, tí vit høvdu ikki so nógva línu. Hetta er triði túrurin í ár, og fingu vit bara tríggjar slíkar góðar setur, so var mánaðarlønin bjargað, segði yngri maðurin við einum smíli. (Vagnur)

Ein lítil biti úr søguni hjá Havnar Róðrarfelag

Havnarbáturin í kapping við Vestmenning, Eysturoying og Nólsoying.

Havnarbáturin í kapping við Vestmenning, Eysturoying og Nólsoying.

Bátasmiðurin Jógvan í Skálum úr Vestmanna gjørdi dreka á Havnarbátin, sum hann smíðaði til Havnar Róðrarfelag í 1935. Víkingar hildu drekan ræða mótstøðumenninar. Í dag er drekin eitt prýði á bátum hjá Havnar Róðrarflag og eitt merki, sum alt felagið er fegið um. Við Drekanum verður sagt, hvørji vit eru.  Læs resten

Úr myndasavninum – Stór tøkk til Birgar Johannessen

Frá 1883 til 1898 helt Svane Apotek til í húsinum vinstumegin. Skeltið sæst. (Mynd Fornminnissavnið.

Frá 1883 til 1898 helt Svane Apotek til í húsinum vinstumegin. Skeltið sæst. (Mynd Fornminnissavnið).

Vit kunnu ikki takka Birgari Johannessen nóg nógv, tá ið vit hugsa um, hvussu stóra orku og ár hann hevur brúkt at savna gamalt tilfar um Havnina. Birgar er savnari, og vit minnist nógvu framsýningarnar, sum Birgar skipaði fyri í SMS við gomlum myndum, amboðum og lutum. Stóra valaverkið hjá Birgari eru bindini “Havnin – fólk og yrki, har Birgar hevur verið í hvørjum króki í Havn og leita eftir gomlum myndum, práta við fólk og siti á Landsbókasavninum og hugt í gomul skjøl. Bøkurnar eru dýrgripir. Birgar hevur eisini givið út bøkurnar “Havnarmyndir – fyrr og nú” og bøkurnar “Tórshavn”. Læs resten

VÍF spælarin Áki Egilsnes breyt bein, og VÍF liðið viknaði

Áki skjýtur ómetaliga væl. (Mynd Álvur)

Áki skjýtur ómetaliga væl. (Mynd Álvur)

Fyri trimum vikum síðani var seytjan ára gamli VÍF spælarin Áki Egilnes so óheppin, at hann breyt bein í fótinum í steypadysti í dreingjum átjan ár. Áki er ein av evnaríkastu spælarum í Føroyum, og tað sigur nakað, at VÍF hevur bara vunnið sær eitt stig, síðani Áki bleiv skaddur.

Tað sýnist, sum VÍF liðið er viknað nakað, síðani liðið misti unga høgra bakkin, og liðið er útsligið í steypakappingini. Mín metan er, at kemur Áki ikki aftur á VÍF liðið nakað skjótt, so fær VÍF trupulleikar at koma í FM-finalurnar. Eg havi hitt unga vestmenningin. Læs resten