Krista Maria fekk umleið 200 pund upp á stampin

jhjhjhj

Krista Maria er stórur bátur, og ikki sæst, at næstan 7000 pund eru í lastini. (Mynd Vagnur)

Meðan línubátarnir fáa nógvan fisk á Flemmish Cap, og trolararnir nógvan fisk í Berentshavinum, hevur illa borið til hjá útróðrarbátunum undir Føroyum. Ringt veður og smáligur fiskiskapur, tá ið endiliga viðrar. Men í morgun hitti eg tveir væl nøgdar útróðrarmenn á Vestaru bryggju, sum júst vóru komnir aftur av útróðri. Teir settu 36 línur og gjørdu skjótt av, tí hann segði frá meira vindi á middegi í dag. Teir fóru í gjárkvøldið um átta tíðina og vóru aftur um ellivu tíðina í morgun. – Vit hava útvið 7000 pund,  so hetta er góður fiskiskapur, tí vit høvdu ikki so nógva línu. Hetta er triði túrurin í ár, og fingu vit bara tríggjar slíkar góðar setur, so var mánaðarlønin bjargað, segði yngri maðurin við einum smíli. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *