Toni Dam er vónsvikin av formanninum í Róðrarsambandinum

Toni er bersøgin í greinini. (Mynd Vagnur)

Toni er bersøgin í greinini. (Mynd Vagnur)

Formaðurin í Róðrarsambandinum Jan Herman Hansen boðaði herfyri frá, RSF ikki longur fer at senda rógvarar til Boston. Toni Dam, sum róði í Boston er ógvuliga vónsvikin av formanninum og sigur soleiðis:

– Orðini frá RSF formanninum Jan Hermani lósu vit á www.in.fo á sjálvum kappinardegnum í Boston, har hann sigur, at RSF sendir ikki rógvarar aftur til Boston. Hetta er ússalig framferð og vánaligt av formanninum.

– Tveir nevndarlimir í RSF vóru við á ferðini í Boston, og teir vistu av ongum. Málið um luttøku næsta ár hevur slett ikki verið fyri á fundi á Róðrarsambandinum, sigur Toni og heldur fram. Læs resten

Upplivilsi fyri lívið at rógva inniróður í Boston, sigur Toni Dam

Stórt upplivilsi at síggja, hvussu væl slíkt stór kapping er fyriskipað.

Stórt upplivilsi at síggja, hvussu væl slík stór kapping er fyriskipað.

Føroysku rógvararnir eru heimafturkomnir frá ferðini í inniróðri í Boston í USA. Av teimum 2100 rógvarunum í kappingini vóru fimm úr Føroyum. Ferðin var væl fyrireikað av RSF, har alt gekk eftir ánni, og tað skal RSF hava rós fyri. Eg havi prátað við Toni um ferðina í Boston. Læs resten

Einki broyttist frammi í oddinum. VÍF og KÍF vunnu sínar dystir

KÍF áskoðarar kunnu gleða seg til FM-finalurnar í apríl mánað.

KÍF áskoðarar kunnu gleða seg til FM-finalurnar í apríl mánað.

Støðan í bestu mansdeild broyttist bara soleiðis um vikuskiftið, at Kyndil vann á H71, sum má metast at vera endaliga dragna í FM-stríðnum. Í dag spældu VÍF og Team Klaksvík í Vestmanna og Neistin og KÍF í Havn. Men fyrst til dystin í Vestmanna, sum VÍF vann 34-26. Fyrri hálvleikur var javnur, og tá ið vit fóru um miðjan hálvleik, var Team Klaksvík á odda 9-7. Tíggju minuttir seinni var javnleikur 10-10. Tað var ikki fyrr enn seinast í fyrra hálvleiki, at VÌF legði seg á odda fyrst 12-11 og seinni 14-12. Læs resten

H71 hevur nú tapt slagið um at náa FM-finalupláss

Kyndil er í skrivandi løtu fimm stig eftir VÍF. (Mynd Álvur)

Kyndil er í skrivandi løtu fimm stig eftir VÍF. (Mynd Álvur)

H71 má sigast at hava spælt sær av við møguleikan á náa FM-finalupláss eftir ósigurin seinnapartin fyri Kyndli. Kyndil vann dystin 27-25. Javnt gekk á fyrstu tíggju minuttirnar, tí tá var javnleikur 7-7. Næstu tíggju minuttirnar smoygdi Kyndil sær fram um 14-11. Hálvleikstøðan 16-14 til Kyndil. Í seinna hálvleiki fekk H71 góða byrjan og minkaði um munin 21-20 til Kyndil. Tjúgu minuttir eru spældir av seinna hálvleiki, og Kyndil á odda 24-21, men løtu seinni var knappliga javnleikur 24-24. Læs resten

Kyndil og H71 dragna í stríðnum um seinna FM-finaluplássið

VÌF hevur fótað sær aftur og vann sær týdningarmikil stig í Hoyvíkshøllini.

VÌF hevur fótað sær aftur og vann sær týdningarmikil stig í Hoyvíkshøllini.

VÍF vann týdningarmiklan 27-23 sigur á H71 mikukvøldið, og StÍF vann á KÍF 30-29 á Skála. Tá ið so Kyndil tapti týskvøldið fyri Neistanum, stendur væl til hjá VÍF. StÍF er framvegis við og blæsir VÍF í nakkan. Ómetaliga spennandi at fylgja bestu mansdeild, tí einki er avgjørt, hvat lið fer við seinna FM-finaluplássinum. KÍF fer við tí eina finaluplássinum, og VÍF liggur í løtuni best fyri at fáa seinna plássið. Longu leygardagin fáa vit at vita, um Kyndil ella H71 mugu leggja kongin, tí tá spæla liðini í høllini á Hálsi. Læs resten

Hondbólturin í Klaksvík hevur sera góðar umstøður

Nú kanst tú ganga innadura millum báðar hallirnar. (Mynd Vagnur)

Nú kanst tú ganga innadura millum báðar hallirnar. (Mynd Vagnur)

Eg hitti ein neistavenjara, sum var í Klaksvík seinasta vikuskifti, har lið hansara spældi ímóti Stjørnuni. Júst sum dysturin skuldi byrja, sá hann ongan neistaspælara og fór at leita. Eftir eina løtu vísti tað seg, at spælararnir fóru farnir gjøgnum eina gongd frá KÌ-hølini oman í Badmintonhøllina at hita upp. Hetta visti neistavenjarin ikki kundi lata seg gera. Hann var ovfarin, hvussu góðar umstøður hondbólturin í Klaksvík veruliga hevur. Hallarvørðurin í hallunum eitur Bent Áarskarð, og hann ringdi eg til. Læs resten

Meiningahornið – stavirnir c,q,w,x, og z ávirka ikki mín gerandisdag

Sjálvandi skal tingið ikki taka málráðið av ræði. (Mynd Vagnur)

Sjálvandi skal tingið ikki taka málráðið av ræði. (Mynd Vagnur)

Løgtingsmaðurin Henrik Old, sum hevur lagt uppskot fyri tingið at fáa stavirnar c,q,w,x, og z í føroyska stavraðið, mátti havt annað at tykist við enn at taka málráðið av ræði. Hetta er ómetalig óheppin mannagongd, tí slíkt mál hoyrir slett ikki heima í tinginum men í valda málráðnum. Virðingin fyri politikaranum úr Vági minkar. Annars skilji eg slett ikki, hví fólk øsa seg soleiðis um stavraðið, tí fólk kunnu sjálvi velja, um tey nýta føroyska stavraðið ella danska stavraðið. Nógv meira vandamikið fyri føroyska málið enn umrøddu “stavirnir”  eru øll útlendsku orðini, sum sníkja seg sum ókrút í okkara móðurmál. Læs resten

Tøtt kapping framvegis um at náa seinna FM-finaluplássið

KÍF var á odda 25-23 minutt fyri tíð, men misti annað stigið á stokkinum.

KÍF var á odda 25-23 minutt fyri tíð, men misti annað stigið á stokkinum.

Serliga tveir áhugaverdir dystir í bestu mansdeild eru spældir í dag. KÍF og Kyndil spældi javnleika 25-25 í Kollafirði, og VÍF vann á Skála á StÍF 30-26. Í gjár spældu Team Klaksvík og Neistin í Klaksvík, har Team Klaksvík vann 32-30. Í Kollafirði var KÌF á odda 25-23, tá ið ein minuttir var eftir at spæla, men Kyndil tryggjaði sær týdningarmikið stig í evstu løtu. Læs resten

Til lukku við Havfrúnni nýggja 5-mannafarinum

Bátasmiðurin Terji Reinert Jacobsen og nýggja Havfrúgvin.

Bátasmiðurin Terji Reinert Jacobsen og nýggja Havfrúgvin.

Ì ár fyllir Vestmanna ítróttafelag 75 ár, og Helgi Jacobsen skrivar í løtuni bók um søguna hjá felagnum. Hondbóltur og kappróður eru høvuðsítróttagreinar í Vestmanna. Hondbóltsliðini í bestu deildini hjá VÍF eru á kósini at spæla FM-finalurnar í apríl mánað, og nú hevur bátasmiðurin Terji Reinert Jacobsen á Kjalnesi smíðað vestmenningum nýtt 5-mannafar. Bátasmíðurin Sámal Hansen úr Runavík smíðar Argja Róðrarfelag nýtt 10-mannafar og nýtt 6-mannafar, so lív er í kappróðrinum. Læs resten