Í morgun ringdi eg til kollfirðing, sum eg kenni og spurdi hann eitt sindur um dystin í gjárkvøldið milllum Team Klaksvík og KÍF. Eg finnist at, at tá ið Kyndil herfyri vinnur 35-19 á Team Klaksvík og StÍF vinnur 35-17, so er ikki í lagi, at KÍF letur Team Klaksvík skjóta tretivu mál í gjárkvøldið. KÍF var jú í trongum skóm seinast í dystinum, tí tá var eitt skifti bæði javnleikur 29-29 og 30-30. Kollfirðingurin sigur soleiðis um spennandi dystin við heimasíðuna: Læs resten
StÍF skeyt bara tvey mál seinastu sekstan minuttirnar
Líka frá byrjan av dystinum í Hoyvíkshøllini millum H71 og StÍF og til seinasta minutt var StíF á odda. Í seinasta minutti fekk H71 vunnið sær javnleikin. Sum mann plagar at siga um stóra kalvan. Hann var mistur á stokkinum. StÍF misti týdningarmikið stig á stokkinum í kvøld. KÍF vann 32 -30 á Team Klaksvík og vann sær týdningarmikil tvey stig. Læs resten
Í 1960 vóru 111 persónbilar í Føroyum, nú er talið 20500 bilar
Eg havi útvegað mær hagtøl yvir akførini í Føroyum aftur til 1955, og hetta er áhugavert at síggja og er eisini partur av Føroya søgu. Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922, men verulig ferð kom ikki á bilasøluna fyrr enn seinast í 60-árunum og í 70-árunum. Áhugavert er at síggja, hvussu nógv talið av bilum minkaði, tá ið stóra kreppan var í Føroyum fyrst í 90-árunum. Læs resten
Havnarbáturin er mannaður við ungum rógvarum
Unga manningin, sum í summar fer at rógva við Havnarbátinum eru átjan, nítjan ára gamlir dreingir, sum byrjaðu at rógva barnaróður fyri seks, sjey árum síðani. – Vit ætlaðu á sinni, at dreingirnir skuldu manna Havnarbátinum um átta ár, men nú gerst hetta eitt ár fyrr, sigur Sophus Dal Christiansen, sum tekur stig at manna 10-mannafarið. Læs resten
Kyndil dragnaði í stríðnum um at náa FM-finalurnar

Brekkan er nú enn brattari hjá Kyndli á náa FM-finalurnar. Kyndil og KÌF spæla í Havn um eina viku. (Mynd Álvur)
Einki broyttist seinnapartin í Atlantic Airways deildini um náa FM-finalurnar uttan tað, at Kyndil dragnaði, tí liðið “misti” týdningarmikið stig í Vestmanna. H71 vinnur trygt á Neistanum, og StÌF vinnur trygt á Team Klaksvík. Hesi liðini halda tørn og styrktu um støðuna serliga í mun til KÍF, sum ikki spælir um vikuskiftið. Framvegis kunnu innanhýsisstig millum liðini at enda gera av, hvørji lið spæla FM-finalurnar. Men enn er einki avgjørt. Læs resten
Eg misti søguna um uppsøgnina av Jacobi Jónssyni á stokkinum
Longu á middegi mikudagin visti eg 100%, at Jacob Jónsson var uppsagdur sum KÍF-venjari, og at Eddie Joensen var settur venjari. Eingin fjølmiðil hevði tá skrivað søguna, so um hálvgum trý tíðina ringdi eg fyrst til formannin í KÍF og síðani til fyrrverandi formannin í felagum at frætta, um Jacob Jónsson var uppsagdur. Nú er tað soleiðis, at hjá fjølmiðlum er altíð spennandi at koma fyrstur við søguni. Tað kundi eg mikudagin, men tá ið báðir KÍF leiðararnir søgdu mær, at Jacob Jónsson ikki var uppsagdur, og frá eina leiðaranum fekk at vita, at Jacob framvegis var KÍF venjari, men at hann ikki skuldi venja KÍF næsta kappingarár, skrivaði eg ikki søguni. Men tað skuldi eg bara havt gjørt. Læs resten
Nøkur heilt serlig hondbóltsminni seinastu fimti árini
Tá ið tú hevur verið í hondbóltsfelagsskapi í hálvthundrað ár, so eru altíð nøkur heilt fá hondbóltsminni, sum standa eftir sum tey heilt serligu. FM-heitini í dreingjadeildini í 1965, unglingadeildini í 1966 og 1967 og meistaradeildini í 1978. Men eisini nógvu FM-heitini sum venjari saman við fegnum og evnaríkum spælarum fylla nógv í minninum. Uttanlandsferð í Danmark og landsliðsferð í Íslandi, innvígan av høllini í Klaksvík í 1968 og í Havn í 1970 bara at nevna nøkur dømi. Men kanska tað allar størsta minni er skreytblaðið, sum eg fekk í 1965 sum dreingjaliðsspælari á samkomu í Neistahúsinum. Læs resten
Elektron- grundspælið var longu avgjørd 12. februar

VÌF og Kyndil spæla sunnudagin í Vestmanna, og tá fellur óivað avgerðin, hvat lið vinnur grundspælið. (Mynd Àlvur)
Fólk hava spurt meg, hví eg bara leggi hagtøl frá mansdystum á heimasíðuna men ikki hagtøl frá kvinnudystum. Stutta av tí langa er, at tú skalt tíma at fáa dómaraseðlar og skriva øll hagtølini á heimasíðuna. Tá ið so eingin spenningur er í kvinnudeildini í løtuni, er eingin orsøk at brúka tíð til hetta arbeiði. Heldur skriva onkra aðra grein. Spenningurin fór longu úr Elektronkappingini 12. februar, tá ið VÍF vann á Neistanum í Vestmanna. Eingin kapping er heldur um at flyta í lægri deild, og tí mugu VÍF og Kyndil “bíða” í tveir mánaðir at spæla FM-finalurnar. Tó so, tað er umráðandi hjá VÍF og Kyndli at vinna grundspælið, tí hetta kann geva eyka heimadyst í FM-finalunum. Læs resten
Kollfirðingar byrjaðu at spæla hondbólt á Hólmanum

Tær byrjaðu at spæla hondbólt á Hólmanum undir krígnum. Ragnhild fylti 95 ár 31. januar. (Mynd Vagnur)
Á Ellisheiminum í Havn býr 95 ára gamla Ragnhild Poulsen, sum eg kenni og havi prátað við. Hon var ein av ungu gentunum, sum undir krígnum byrjaðu at spæla hondbólt á Hólmanum í Kollafirði. – Tað var kendi ítróttamaðurin og ÍSF formaðurin Poul Petersen, sum legði okkum lag á. Vit spældu ímóti kvívíkingum á sandinum í Leynum, ímóti vestmenningum á sandinum inni á Fjørð í Vestmanna, og so á Hólmanum í Kollafirði, sigur Ragnhild. Læs resten
KÍF dragnaði meðan Kyndil, StÍF og H71 halda tørn
Nú mugu kollfirðingar halda mær til góðar, men eg hevði ongantíð droymt um, at KÍF fór at tapa so nógv stig, sum liðið hevur tapt í seinastuni. Hevði fyri langari tíð skrivað KÍF í FM-finalurnar, men nú er knappliga farið at standa á hjá KÍF. Allir komandi dystir eru finaludystir fyri liðini, sum ætla sær í FM-finalurnar. VÍF og KÍF eru framvegis best fyri, men serliga Kyndil og StÍF anda bæði toppliðini í nakkan. Læs resten






