Tað vóru gleðiligt tíðindi at hoyra, at Argja Róðrarfelag fær nýtt 10-mannafar, og at Havnar Róðrarfelag skal mannast við ungum evnaríkum rógvarum. Nú havi eg ringt kring landið at frætta, um fleiri 10-mannafør leggjast aftrat, men sjálvt um einki er 100%, havi eg tað fatan, at 10-mannaførini verða fleiri enn tveir bátar. Eg trúgvi og vóni eisini at síggja 10-mannafarið Ormin í summar og óivað eitt 10-mannafar aftrat. Læs resten
Áður var tað Barbara Braur, nú er tað Kristina Griksaite
Longu miðskeiðis í februar mánað varð greitt, at kvinnuliðini hjá Kyndli og VÍF spæla FM-finalurnar í apríl mánað. Kvinnukappingin hevur ikki verið spennandi í vetur, tí tey seks lið kunnu skiftast í tveir bólkar. Kyndil og VÍF eru betri lið enn Neistin og VB, og Neistin og VB eru betri lið enn StÍF og Stjørnan. Hyggur tú í hagtølini, so er mest áhugavert at síggja, at bæði VÍF, Neistin og VB higartil hava skotið fleiri mál enn Kyndil, men er talan um tapt mál, er Kyndil klárt á odda. Ì kyndilsmálið eru bara farin 18,3 mál í miðal pr.dyst. Eg havi spurt Kára Horn, sum kennir øll liðini væl, hví júst kyndilskvinnur eru ovast á stigatalvuni.
– Fara vit fyrst til tey seks liðini og byrja við Stjørnuni, so byrjaði Stjørnan kappingarárið frá “null” má sigast. Liðið fekk tveir útlendingar, men spælarar vóru slett ikki í dystarvenjing í fjør heyst. Fyrst nýtt lið við nógvum ungum óroyndum spælarum pluss tveir nýggjar útlendingar. Spælarar vóru ikki í venjing, tí røkkur Stjørnan ikki upp á tindin. Tá ið tað er sagt, so eru nógvir evnaríkir spælarar á liðnum, og her mugu vit nevna Minu Sirdal, sum hevur spælt ómetaliga væl í vetur. Læs resten
KÍF spælarar ganga ov nógv í býnum, tí er óró í KÍF hópinum
Nú kalla vit ein spaka fyri ein spaka. Tá ið tað snýr seg um sálarligar- og rúsevnistrupulleikar, skal ikki tosast alment um teir, men heldur skal tosast um teir í krókunum. Tí betur er opinleikin vorðin nógv størri á báðum økjunum seinnu árini. Eg havi vitað leingi um trupulleikar í KÍF-hópinum, og nú havi eg kannað málið í Kollafirði, eftir at eg týskvøldið las tíðindini á www.in.fo “Rok í KÍF hópinum”`, har tvey nøvn vóru nevnd.
Úr Kollafirði verður sagt, at tveir spælarar ganga ov nógv í býnum, tí er í løtuni rumbul í KÍF hópinum. So einfalt er tað.
KÍF er í truplari støðu, tí samstundis, sum liðið er um at spæla seg í FM-finalurnar, er órógv í spælarahópinum. Eg kenni bæði leiðslu og fleiri spælarar í Kollafirði. Eisini veit eg, at orsøkin til alt rumblið í løtuni er, at leiðslan í KÍF, spælarar og venjarar vilja ikki finna seg í, at nakrir spælarar ganga í býnum, samstundis sum liðið roynir at spæla seg í FM-finalurnar. Læs resten
Úr myndasavninum – Nógv útlendsk lið komu til Føroya

Landsliðið í 1977. St.f.v: Finnur Helmsdal, Sigmund Reinert, Bjarni Samuelsen, Mortan Mørk, Hanus Joensen, Finn Bærentsen, Áki Mortensen, Hilmar Joensen og Hans Mortensen, venjari. Húkandi f.v. Palli Joensen, Hans Åge Stampe, Sverri Jacobsen, Echardt Persson og Áki Davidsen.
Hans Mortensen vandi føroyska manslandsliðið í hondbólti í 70-árunum, tá ið millum annað Føroyar í 1976 fingu góð úrslit í HM-kappingini í C bólkinum í Portugal. Føroyar tapti 21-20 fyri Sveits í hesi kapping. Tveir av spælarunum á myndini eru ikki millum okkum longur. Sigmund Reinert, sum doyði ungur, og Finnur Helmsdal, sum doyði av sjúku í 2008. Læs resten
VÍF er í FM-finalunum, tó eru framvegis “teoretiskir” møguleikar eftir í A A deildini
Hevði nakar roknað við, at StÍF á heimavølli fekk slíkan 25-38 avsmurning frá Kyndli. EINGIN, heldur ikki kyndilsmenn, tí meðan málverjin og kyndilsverjan hava verið álitið í vetur, so hevur liðið ikki skotið so nógv mál. Eg veit ikki, um strandingar hava sløkt fartelefonirnar, men ikki fekk eg samband nakran í Skála, sum kundi siga mær, hví StÍF, sum hevði møguleikan at koma í FM-finalurnar, fór í svart seinnapartin. Kyndil, hóast stórsigur á StÍF, kann ikki náa FM-finalurnar. H71 og StÍF hava framvegis “teoretiskan” møguleika, men møguleikarnar eru ógvuliga smáir. Læs resten
Meiningahornið – Tíðin er við teimum samkyndu í Føroyum

Stóra skrúðgongan fyrst august mánað í 2013. Fleiri túsund fólk stuðlaðu teimum samkyndu. (Mynd Vagnur)
Herfyri vóru vit vitni til løgið fyribygdið, tí løgtingsmaður segði í fjølmiðlunum, at hann atkvøddi ímóti síni sannføring í sambandi við tey samkyndu, tí hann mátti vera trúgvur móti samgonguskjalinum. Eisini hoyrdu vit formannin í Unga sambandinum harta Sambandsflokkin, tí flokkurin ikki torir at kjakast og taka støðu um tey samkyndu. Kanningar vísa, at meðan 68% av fólkinum vilja geva teimum samkyndu javnrættindi í samfelagnum, vil meirlutin í løgtingum tað ikki. Eingin ivi eru um, at fleiri løgtingslimir vita, at seint næsta ár er løgtingsval, tí er betur at tiga um tey samkyndi. Men tíðin er við teimum samkyndu. Læs resten
Mær dámdi ómetaliga væl at venja ungdómslið

Neistin dreingir 14 ár FM-vinnarar í 1990. St.f.v: Tróndur Bogason, Mikkjal Thomassen, Rolf Mouritsen, Kristian Mortensen og Vagnur Michelsen, venjari. Húkandi f.v: Dánjal Hoydal, Siggert Patursson, Ragnar Mouritsen og Kári Horn
Í míni hondbóltstíð havi eg bæði vant neistamenn og neistakvinnur í bestu deildini, men allar best dámdi mær at venja ungdómslið. Eins og nógvir aðrir neistavenjarar, upplivdi eg at vinna fleiri meistaraheiti saman við ungum neistaspælarum. Nakrir avgerandi dystir sita fastari i minninum enn aðrir. Vit skrúva tíðina aftur til á vári 1991 til dyst millum dreingirnar hjá Neistanum og VÍF. Læs resten
Fimm lið hava “teoretiskan” møguleika at náa FM-finalurnar
Eg havi hugt í stigatalvuna og restandi dystirnar í Atlantic Airways deildini. KÍF, VÍF, StÍF, H71 og Kyndil hava øll “teoretiskan” møguleika at náa FM-finalurnar, men H71 og Kyndil hava mest sum ongan møguleika at náa málið. Kappingin stendur millum KÍF, VÍF og StÍF, har KÍF hevur allar besta møguleikan. Innanhýsisúrsltini kunnu koma at gera av, hvørji tvey lið spæla FM-finalurnar. Læs resten
Kyndil snávaði, og STÍF er nú bara tvey stig frá VÍF

KÌF vann uppibornan sigur á Kyndli, og Kyndil má sigast at hava mist FM-finalumøguleikan. (Mynd Álvur)
Eg ringdi í høllina á Hálsi eftir mansdystin millum Kyndil og KÍF og spurdi kollfirðing, hvør høvuðsorsøkin var, at KÍF vann uppibornan tryggan sigur á Kyndli. – Verjan var av tí allar besta frá byrjan og eisini stríðsandin. Eisini spældi KÍF ómetaliga væl í álopinum. Málverjin Jaspur hevði ein av allar bestu døgum við 50% bjarging í fyrra hálvleiki. Ì seinna hálvleiki royndi Kyndil at mansverja í millum bilum Hans Eli, Nicklas ella Andrias, og tá kom óróð í álopsspælið hjá KÍF. Men sigurin var ongantíð í vandi, sigur kollfirðingurin. Læs resten
Meiningahornið – Løgmaður livir í egnu politisku verð
Meðan Niclasen og Vestergaard stýra landinum, livir løgmaður í síni egnu politsku verð og kemur við meiningum, at fólk øtast. Eg hoyrdi í útvarpinum løgmann siga, at vit hava ikki ráð longur at byggja ellisheim til tey gomlu og heldur mugu styrkja heimatænastuna. Hetta er stevnuskáin hjá Sambandsflokkinum, sigur løgmaður. Hetta er ørvitistos. Eg vil venda tí við og siga, at hevur samfelagið ikki ráð at taka sær av teimum gomlu í Føroyum, so hevur landið heldur ikki ráð at byggja tunlar fyri milliardir krónur, hækka lønina hjá løgmanni og landsstýrisfólkum og keypa bilar til landsstýrisfólk, so tey fáa upp í posa og sekk. Læs resten





