Meiningahornið – Tíðin er við teimum samkyndu í Føroyum

Skrúðgangan fer framvið hjá okkum. Fleiri túsund fólk stuðlaðu teimum samkyndu. (Mynd Vagnur)

Stóra skrúðgongan fyrst august mánað í 2013. Fleiri túsund fólk stuðlaðu teimum samkyndu. (Mynd Vagnur)

Herfyri vóru vit vitni til løgið fyribygdið, tí løgtingsmaður segði í fjølmiðlunum, at hann atkvøddi ímóti síni sannføring í sambandi við tey samkyndu, tí hann mátti vera trúgvur móti samgonguskjalinum. Eisini hoyrdu vit formannin í Unga sambandinum harta Sambandsflokkin, tí flokkurin ikki torir at kjakast og taka støðu um tey samkyndu. Kanningar vísa, at meðan 68% av fólkinum vilja geva teimum samkyndu javnrættindi í samfelagnum, vil meirlutin í løgtingum tað ikki. Eingin ivi eru um, at fleiri løgtingslimir vita, at seint næsta ár er løgtingsval, tí er betur at tiga um tey samkyndi. Men tíðin er við teimum samkyndu.

Eg spyrji hvørja ferð, hví so nógv túsund fólk stuðla skrúðgonguni, tí fyri tveimum árum síðani vóru fólkini ikki so nógv, men nú gerst skrúðgongan bara størri og størri. Í skrúðgonguni eru bæði ung og eldri, og serliga beit eg merki í, at ótrúliga nógvar ungar gentur og ungir dreingir vóru við í skrúðgonguni. Okkara annars konservativa samfelag er í stórari broyting í sambandi við hugburð á so nógvum økjum, sum vit áður hava fjalt í onkrum skýmaskoti.

-Vit fara áhaldandi at krevja okkara mannarættindi og okkara rætt sum føroyingar. Vit fara at vinna og koma á mál, tí vit gevast ikki, fyrr enn vit hava fingið somu rættindi sum aðrir føroyingar, siga tey samkyndu. Myndafólkini vóru nógv á staðnum uttan fyri hjá okkum, og fólk komu upp á garðin hjá okkum við Hoydalsvegin, so tey fingu góða mynd av skrúðgonguni. Flestu fólkini í skrúðgonguni eru ikki samkynd, men tey finna seg ikki í, at okkara samfelag er so stirvið og afturhaldandi í sambandi við rættindi hjá teimum samkyndu. Kanningar vísa, at 68% av føroyingum vilja, at tey samkyndu fáa líkarætt í Føroyum.

Myndin tikin í mars mánað í fjør. (Mynd Vagnur)

Myndin tikin í mars mánað í fjør. (Mynd Vagnur)

Okkara samfelag broytist við fullari ferð, og sjálvandi skal hesin minniluti í Føroyum hava sama rætt í okkara landi sum vit onnur. Um politikkararnir vilja tað ella ei, so ber skrúðgongan boð um, at tíðin er við teimum samkyndu. Tað er bara at gera skjótt av og fylgja gongdini í øðrum norðanlondum. Tey samkyndu skulu sjálvandi hava somu borgararættindi sum aðrir føroyingar. Tey skulu ikki hava nøkur framíhjárættindi ella serrættindi, men bara somu rættindi sum vit onnur.

Eg hugsaði mangan, hvussu nógv samfelagið eftir so stutta tíð er broytt á nógvum økjum. Samfelagið er blivið meira opið, og tað, sum áður vóru “tabuevni”, tosa fólk nú opið um í almenna rúminum. Eg hugsi serliga um rúsevnistrupulleikar og sálarligar trupulleikar. Og føroyingar halda seg ikki longur aftur at fara uppi í skrúðgongu, hetta var óhugsandi bara fyri fáum árum síðani. Tíðin er við teimum samkyndu, og ikki rokni eg við, at nakrantíð aftur verður skrivað í samgonguskjal, at tøgn og harvið eingin avgerð skal takast um tey samkyndu í valskeiðinum.

Eingin ivi er um, at málið um tey samkyndu verður heitt evni fyri næsta løgtingsval, men eins og í øðrum norðanlondum, so er tíðin við teimum samkyndu í Føroyum. Tey fáa síni rættindi í samfelagnum, sum vit aðrir borgarar, men tað tekur tíð, tí okkara samfelag er strirvið og afturhaldandi á nógvum økjum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *