Hevði nakar roknað við, at StÍF á heimavølli fekk slíkan 25-38 avsmurning frá Kyndli. EINGIN, heldur ikki kyndilsmenn, tí meðan málverjin og kyndilsverjan hava verið álitið í vetur, so hevur liðið ikki skotið so nógv mál. Eg veit ikki, um strandingar hava sløkt fartelefonirnar, men ikki fekk eg samband nakran í Skála, sum kundi siga mær, hví StÍF, sum hevði møguleikan at koma í FM-finalurnar, fór í svart seinnapartin. Kyndil, hóast stórsigur á StÍF, kann ikki náa FM-finalurnar. H71 og StÍF hava framvegis “teoretiskan” møguleika, men møguleikarnar eru ógvuliga smáir.
Eg ringdi fyrst í høllina á Hálsi at spyrja, hví júst VÍF vann dystin á Neistanum. Heimmildarmaðurin segði, at tað var stóra breiddin á VÍF liðnum, sum vann dystin. VÍF setti seg á dystin frá byrjan og var á odda 9-3, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Tíggju minuttir seinni var støðan 16-9 til VÍF. Hálvleikstøðan 19-13 til VÍF.
Í seinna hálvleiki var VÍF á odda fimm, seks mál, men so við eitt kom spenningur í dystin, tí Neistin minkaði munin niður í tvey mál fimm minuttir fyri leiklok, men VÍF megnaði tó at fáa fatur í týdningarmiklu stigunum. Dysturin var hart spældur, og heimildarmaðurin heldur, at VÍF hevur so mikið góða manning, at liðið kann eins væl vinna FM-heitið. Sagt varð eisini, at Mikkjal Hansen í neistamálinum spældi óivað besta dystin nakrantíð. VÍF tryggjaði sær seinnapartin FM-finaluplássið, og nú skal KÍF vinna ein dyst av trimum, so er liðið eisini í FM-finalunum.
Lesarin má nú halda mær til góðar, tí eg tími ikki at leita longur eftir onkrum til eina viðmerking um mansdystin á Skála: Síggi í dómaraseðlinum, at Kyndil er longu á odda 9-3, tá tíggju minuttir eru spælir og á odda 14-7 eftir tjúgu minuttir spæl. Hálvleikstøðan 22-13 til Kyndil. í seinna hálvleik er Kyndil á odda 28-16 eftir tíggju minuttir og 34-20 eftir tjúgu minuttir. Kyndil vinnur dystin 38-25, og ungi Høgni Klein Olsen skjýtur átjan mál fyri Kyndil. Vit hondbóltsáhuga skilja púrt einki av slíkum hondbóltssorli. Megnar avrik av Kyndli og serliga Høgna Klein Olsen við sínum átjan málum. Tað má eg siga.
Støðan á stigatalvuni er, at Kyndil kann ikki náa FM-finalurnar. H71 og StIF kunnu ikki náa VÍF, men kunnu náa KÍF, um KÍF tapir restandi tríggjar dystirnar. Innanhýsis er StÍF í løtuni frammanfyri KÍF í innanhýsisstigum, og liðini spæla mikukvøldið í Kollafirði. Haldi vit kunnu siga 99,9%, at tað vera KÍF og VÍF, sum spæla FM-finalurnar í næsta mánað. Nú vóni, at eg havi hugt rætt í stigatalvuna og talt rætt saman í innanhýsisdysturm. (Vagnur)
Neistin – VÍF menn 31 – 33 (13-19) Dómarar: Heri Petersen og Hans Thomsen
Málskjúttar Neistans: Teitur Magnusson 10, Andras Joensen 7, John í Innistovu 4, Rói Hansen 4, Herbjørn Lava 2, Torstein Balle 2, Sjúrður Thomassen1 og Jugoslav Djumic 1
Málskjúttar VÍF: Sámal Joensen 5, Julian Olsen 5, Mads Eriksen 5, Zarko Pejovic 4, Sjúrður Nielsen 3, Sámal Jákup Djurhuus 3, Joan Pauli Høgnesen 2, Agnar Joensen 2, Filip Jojic 2, Áki Egilsnes 1, Andias Eriksen 1,
StÍF – Kyndil menn 25 – 38 (13-22) Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen
Málskjúttar StÍF: Jógvan G. Joensen 5, Marius Joensen 4, Allan Norðberg 3, Borgar Danielsen 3, Fríði R. Djurhuus 2, Sveinur Justiunussen 2, Leivur Justinussen 2, Jákup Berthelsen 1, Kjartan Johansen 1, Steinar Prestá 1 og Pauli G. Hansen 1,
Málskjúttar Kyndils: Høgni Klein Olsen 18, Bárður Johannesen 4, Hørður F. SigÞórsson 4, Ludvík Súnason 3, Finnur Hansson 3, Andrias Sólsker 2, Josef Abrahamsen 2, Bjarni Sørensen 2,
H71 – Team Klaksvík 33 -27 (16-10) Dómarar: Hanus Kürberg og Hans Thomassen
Málskjúttar H71: Rúni Højgaard 6, Jónas Djurhuus 4, Bogdan Florea 4, Bogi G. Davidsen 3, Birgir Poulsen 3, Andor Sivertsen 3, Tróndur Arge 3, Hans Kári Hansen 2, Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolsø 2 og Djóni Højgaard 1
Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 9, Durko Petrusic 5, Andrias Ellingsgaard 4, Vilhelm Vilhelmsen 3, Jens Pauli Mohr 3, Niclas Niclasen 2 og Otto Jacobsen 1
| Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig | |
| 1 | KÍF | 21 | 615 | 537 | 78 | 29 |
| 2 | VÍF | 22 | 671 | 599 | 72 | 29 |
| 3 | StÍF | 22 | 596 | 591 | 5 | 25 |
| 4 | H71 | 21 | 562 | 530 | 32 | 23 |
| 5 | Kyndil | 21 | 563 | 547 | 16 | 22 |
| 6 | Neistin | 21 | 557 | 597 | -40 | 16 |
| 7 | Team Klaksvík | 22 | 562 | 725 | -163 | 6 |
