Kanska rógva fleiri enn tvey 10-mannafør í summar

Vit síggja í summar hvørfall ein reytt og eitt hvítt 10-mannafar. (Mynd Vagnur)

Vit síggja í summar hvørfall ein reytt og eitt hvítt 10-mannafar. (Mynd Vagnur)

Tað vóru gleðiligt tíðindi at hoyra, at Argja Róðrarfelag fær nýtt 10-mannafar, og at Havnar Róðrarfelag skal mannast við ungum evnaríkum rógvarum. Nú havi eg ringt kring landið at frætta, um fleiri 10-mannafør leggjast aftrat, men sjálvt um einki er 100%, havi eg tað fatan, at 10-mannaførini verða fleiri enn tveir bátar. Eg trúgvi og vóni eisini at síggja 10-mannafarið Ormin í summar og óivað eitt 10-mannafar aftrat.

Eyguni verða fyrst vend ímóti Róðrarfelagnum Knørri, ti á Havnarvág um dagarnar er sæddur 10-mannafarið Ormurin. Eg veit at Jarnbardur kvinnum við Jannie Dam Jacobsen við róðrið er mannað, og menninir, sum róðu við Herningi og Jarnbardi í fjør, hava manna 8-mannafarið Knørr. Men so er tað 10-mannafarið Ormurin? Umborð á Orminum í løtuni sita rógvarar, sum allir eru eldri rógvarar, og sum eru væl fyri. Eg fekk at vita frá formanninum, at nakrir av monnunum hava hug at rógva FM-róðrar í summar, men hetta er ikki komið á pláss enn. Eg rokni heilt vist við, at vit síggja Ormin kappast ímóti argjamonnum og Havnarbátinum.

Vestmanna Ítróttafelag fyllir 75 ár í ár, og tað mátti borið til hjá ungum vestmenningum at manna 10-mannafarið Vestmenning, og serliga nú eingin Klaksvíkingur ella Suðuroyingur er at kappast við. Eg ringdi eisini til forkvinnuna í NSÍ kappróðri, og har fekk eg at vita, 6-mannafar Sølmundur er mannað við bæði kvinnum. monnum og eldri kvinnum. Tjaldrið er mannað við dreingjum, og so eru nakrar barnamanningar. Ætlanin var at mannað 8-mannafarið Heiðabátin heldur enn Sølmund, men í løtuni er henda ætlanin slept. Vónin er altíð at fáa mannað 10-mannafarið Eysturoying, men enn er eingin manning.

Eg haldi, at tað er ótrúliga spell, um bara nýggja 10-mannafarið av Argjum og Havnarbáturin rógva í summar. Róðrarsambandið Føroya hevur ársaðalfund leygardagin, og vónandi kann fundurin eggja feløgum at fáa mannað nøkur 10-mannafør aftrat. Tað er ein “myta”, tá ið sagt verður, at rógvarar venja meira í 2014 enn fyri tíggju, fimtan árum síðani. Hetta passar ikki, skal eg heilsa og siga. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *