KÍF tapti fyri STÍF og er framvegis ikki komið í FM-finalurnar

STÍF hevur framvegis møguleikan at koma í FM-finalurnar. (Mynd Álvur)

STÍF hevur framvegis møguleikan at koma í FM-finalurnar. (Mynd Álvur)

Torført hevði verið, um vit kundu veddað um hondbóltsdystirnar. Tú fært slett ikki skil á liðunum í Atlantic Airways deildini. KÍF vinnur tryggan sigur á Kyndli í Havn, Kyndil vinnur síðani stórsigur á StÍF á Skála, og StÍF vinnur tryggan sigur á KÍF í Kollafirði. Hetta er skilið. Eg ringdi í høllina í Kollafirði, og har var stutt sagt. KÍF byrjaði dystin væl og var á odda 6-3 eftir tíggju minuttir spæl, men so eydnaðist einki hjá KÍF, og StÌF rann av stað og harvið við sigrinum.

KÍF var sum sagt á odda 6-3 eftir tíggju minuttir spæl, men næstu tíggju minuttirnar fór StÍF fram um 12-7, tað vil siga, at KÌF tapir hesa løtuna 9-1. í Seinna hálvleiki er StÍF á odda 19-16 eftir tíggju minuttir, men tíggju minuttir seinni er StÍF á odda 26-17 og vinnur dystin 29-22. Eg øtist, at KÍF ikki kann spæla upp við StÍF á heimavølli, tí StÍF átti at verið vangaskert lið eftir stórtapið fyri Kyndli.

StÍF hevur ein heimadyst eftir ímóti Neistanum tann 12. apríl, og KÍF hevur tveir heimadystir eftir fyrst ímóti Neistanum tann 9. apríl og síðani ímóti H71 tann 12. apríl. Fær KÍF ikki eitt stig í tveimum dystum, so hevur liðið slett ikki uppiborið at spæla FM-finalurnar. So einfalt er tað. VÍF vann á H71 í kvøld, tí kann H71 ikki náa FM-finalurnar. Slagið um seinna plássið stendur bara millum KÌF og STÍF. (Vagnur)

KÍF – StÍF 22 – 29 (12-16) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen

Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Andrias Nielsen 5, Magnus Müller 2, Janus Jakobsen 1, Tony Weihe 1 og Rúni Joensen 1

Málskjúttar StÌF: Sveinur Justinussen 8, Marius Joensen 8, Allan Norðberg 4, Jógvan G. Joensen 3, Kjartan Johansen 2, Fríði R. Djurhuus 2, Leivur Justinussen 1

Neistin – Kyndil 29 – 29 (13-15) Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen

Málskjúttar Neistans: Terji Mørk 7, Jugoslav Djumic 6, Rói Hansen 5, Teitur Magnusson 4, Herbjørn Lava 3, Torstein Balle 2, John í Innistovu 1 og Hjalti Jákupstovu 1

Málskjúttar Kyndils: Finnur Hansson 8, Hørður F. SigÞórsson 7, Høgni Klein Olsen 5, Bárður Johannesen 3, Andrias Sólsker 2, Bjarni Sørensen 2, Josef Abrahamsen 1 og Ludvík Súnason 1

VÍF – H71 27 – 24 (13 -11) Dómarar: Uni Wardum og Dánjal Samuelsen

Málskjútar VÍF: Sjúrður Nielsen 5, Zarko Pejovic 5, Jóan P. Høgnesen 4, Agnar Joensen 4, Mads Eriksen 3, Bjarni Djurhuus 2, Filip Jojic 2, Andrias Eriksen 1 og Sámal Jákup Djurhuus 1

Máskjúttar H71: Jónas Djurhuus 5, Rúni Højgaard 4, Tróndur Arge 4, Hans Kári Hansen 2, Bogdan Florea 2, Sigmundur Nolsø 2, Sigmundur Dahl 2, Høgni Olafson 2 og Birgir Poulsen 1

 

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 23 698 623 75 31
2 KÍF 22 637 566 71 29
3 StÍF 23 625 613 12 27
4 H71 22 586 557 29 23
5 Kyndil 22 592 576 16 23
6 Neistin 22 586 626 -40 17
7 Team Klaksvík 22 562 725 -163 6

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *