
Sjúrður Olsen stendur við gullheilðursmerki fjórðuttast frá høgru. Hetta eru fótbóltslið. (Mynd Greg Martin)
Eg havi fylgt eitt sindur við, hvussu gongst Inga Olsen og familjuni við ítróttinum í Grønlandi. Nú stundar til, at tíðin hjá Olsen-familjuni er um at enda í Grønlandi, men meðan Julian Olsen er komin heim og spælir við VÍF, hava Ingi og sonurin Sjúrður úr at gera í Grønlandi. Sjúrður er á grønlendska landsliðnum í innandura fótbólti og skal eisini um dagarnar spæla um grønlendska meistaraheitið í hondbólti. Ingi Olsen arbeiðir sum hondbóltsvenjari og er knýttur at grønlendska landsliðnum.
Øll familjan Olsen uttan Ingi og Sjúrður eru flutt aftur til Føroya. Sjúrður tók 10. flokk seinasta ár og hevur havt frí og arbeitt í eitt ár. Tá ið grønlendska meistarakappingin GM í hondbólti er av, kemur Sjúrður aftur til Føroya. Hann hevur upplivað nógv, tí hann er eisini partur av grønlendska landsliðnum innandura fótbólti, sum júst hevur verið til kapping í Alaska. Arctic Winter Game eitur kappingin.
Kappingin í Alaska er fyri arctiskar tjóðir, sum kappast í fleiri ítróttagreinum, sum ikki eru vanligar í Føroyum. Liðið hjá Sjúrða og teimum vunnu kappingina, og Ingi sigur, at hetta er stór og øðrvísi uppliving fyri Sjúrð, áðrenn hann flytir aftur til Føroya.
Seinasta uppgávan hjá Sjúrði er at kappast um GM-heitið í hondbólti, har øll kappingin fer fram í eina viku. Sjúrður skal fyrst við U16 liðunum til Ilulissat at spæla GM dystirnar, síðani gongur leiðin til Sisimiut at spæla um GM-heitið fyri U18 lið.
Ingi Olsen er sjálvur partur av grønlendska landsliðnum í hondbólti, sum skal til kapping í Uruguay, har trý tey bestu liðini fra Panamerikanska partinum sleppa við til HM 2015, sum er í Qatar í januar mánað í 2015. Grønland hevur tveir ferðir áður verið við í HM-endaspæli í hondbólti.
Ingi Olsen hevur ikki enn tikið støðu til, nær hann kemur aftur til Føroyar. (Vagnur)
