Áður var tað Barbara Braur, nú er tað Kristina Griksaite

Kári Horn metir um kvinnuliðini. (Mynd Vagnur)

Kári Horn metir um kvinnuliðini. (Mynd Vagnur)

Longu miðskeiðis í februar mánað varð greitt, at kvinnuliðini hjá Kyndli og VÍF spæla FM-finalurnar í apríl mánað. Kvinnukappingin hevur ikki verið spennandi í vetur, tí tey seks lið kunnu skiftast í tveir bólkar. Kyndil og VÍF eru betri lið enn Neistin og VB, og Neistin og VB eru betri lið enn StÍF og Stjørnan. Hyggur tú í hagtølini, so er mest áhugavert at síggja, at bæði VÍF, Neistin og VB higartil hava skotið fleiri mál enn Kyndil, men er talan um tapt mál, er Kyndil klárt á odda. Ì kyndilsmálið eru bara farin 18,3 mál í miðal pr.dyst. Eg havi spurt Kára Horn, sum kennir øll liðini væl, hví júst kyndilskvinnur eru ovast á stigatalvuni.

– Fara vit fyrst til tey seks liðini og byrja við Stjørnuni, so byrjaði Stjørnan kappingarárið frá “null” má sigast. Liðið fekk tveir útlendingar, men spælarar vóru slett ikki í dystarvenjing í fjør heyst. Fyrst nýtt lið við nógvum ungum óroyndum spælarum pluss tveir nýggjar útlendingar. Spælarar vóru ikki í venjing, tí røkkur Stjørnan ikki upp á tindin. Tá ið tað er sagt, so eru nógvir evnaríkir spælarar á liðnum, og her mugu vit nevna Minu Sirdal, sum hevur spælt ómetaliga væl í vetur.

– Tá ið talan er um STÍF, so stendur og fellur ov nógv við Rebekku Justinussen. Liðið er mannað við nógvum ungum óroyndum spælarum, men skal StíF liðið fram í oddin, má liðið allar fyrst útvega sær málverja, sum krevst til tess at spæla um ovastu plássini á stigatalvuna. StÍF kvinnurnar eru alt ov skiftandi. Spæla fleiri frálíkar dystir, men so tapa tær summar dystir stórt. Liðið heldur slett ikki støðið alla kappingina.

Bára K. Hansen er ment ómetaliga nógv í vetur. (Mynd Álvur)

Bára K. Hansen er ment ómetaliga nógv í vetur. (Mynd Álvur)

– Stóri trupulleikin hjá VB er, at liðið hevur ikki nóg góðan málverja. Alt gott um Beintu, sum er ung og gerst betri og betri málverji, men Beinta var annar málverji seinasta kappingarár og er fyrsti málverji í vetur. VB hevur skotið flest mál í kappingini, men so eru sanniliga alt ov nógv mál farin í VB málið. Annar trupulleiki hjá VB er, at tey byrja við nýggjum liði hvørt ár og harvið eisini nýggir útlendingar hvørt ár. Eg roknaði við, at VB byrjaði sum eitt ódnarveður í fjør heyst, men so var ikki, og liðið tapti longu fyrsta dystin í Klaksvík. Skal VB heilt fram í oddin, má liðið allar fyrsta vinna allar heimadystirnar, men tað ger liðið ikki. Og so má VB royna ikki at skifta útlendingar hvørt kappingarár.

– Neistaliðið er fánað heilt nógv síðani seinasta kappingarár. Bara Jacklin, sum hevur viðføddan stríðsanda, hevur av eldru spælarunum hildið støðið í vetur. Tað sýntist frá byrjan, at fleiri spælarar vóru mettir av hondbólti eftir trý meistaraheiti á rað. Umframt, at Barbara skeyt nógv mál hesi trý árini, hevði hon eisini stóra sálarliga ávirkan á hinar spælararnar. Neistakvinnurnar vóru ikki nóg svangar frá kappingarbyrjan. Av teimum ungu vil eg nevna Eir Berg, sum hevur ment seg ómetaliga nógv í vetur.

VÍF-kvinnur hava heilt góðan møguleika at vinna FM-heitið. (Mynd Álvur)

VÍF-kvinnur hava heilt góðan møguleika at vinna FM-heitið. (Mynd Álvur)

– VÍF liðið hevur havt serliga lagnu í vetur og nógv óróð var um liðið frá byrjan. Skift venjara fleiri ferðir, og fleiri nýggjur spælarar komu á liðið. Gott fyri VÍF, at Agnas Olsen, sum hevur gott skil fyri spælinum, kom aftur. Tóra Seloy er farin aftur á vongin at spæla og hevur havt frálíkt kappingarár. Síðan komu Durita Chrisophersen og Durita Ljósstein á liðið, men frá kappingarbyrjan sást, at VÌF-spælarar vóru slett ikki í venjing. VÌF hevur hampuliga breiðan hóp og hevur góðar spælarar á øllum plássum. Eisini vinstrahentar spælarar.

STÍF liðið má gerst nógv meira "stabilt" heldur Kári. (Mynd Álvur)

STÍF liðið má gerst nógv meira “stabilt” heldur Kári. (Mynd Álvur)

– Um kyndilsliðið er at siga, at stóra styrkjan er fyrst og fremst málverjin Kristina Griksaite, sum er klárt besti málverjin í landinum. Síðani er tað miðverjan Randi Wardum, Simona Petersen, Bjarta Johansen og Jórun Ludvig, sum saman við málverjanum hava syrgt fyri, at bara 18,4 mál í miðal eru farin í kyndilsmálið pr.dyst. Síðani vil eg nevna Báru K. Hansen, sum stýrir álopsspælinum væl og mennist fyri hvønn dyst.

– Tá ið tú spyrt meg, um Kyndil ella VÍF fer við FM-heitinum, so er meting mín henda: Liðini eins góð í dygd, og tí kemur at standa og falla við venjarunum. Hvørji venjarar raka dagin. Kyndil hevur breiðari hóp, um vit hugsa um tríggjar dystir, men eisini er avgerandi, um Kyndil vil spæla í Havn fyrst ella í Vestmanna fyrst. Velur Kyndil Vestmanna fyrst, so vinnur VÍF FM-heitið, men hetta er alt gitingar, sigur Kári at enda. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *