Meiningahornið – Løgmaður livir í egnu politisku verð

Løgmaður gloymir, at tað búgva bara 48.000 fólk í Føroym. (Vagnur)

Løgmaður gloymir, at tað búgva bara 48.000 fólk í Føroym. (Vagnur)

Meðan Niclasen og Vestergaard stýra landinum, livir løgmaður í síni egnu politsku verð og kemur við meiningum, at fólk øtast. Eg hoyrdi í útvarpinum løgmann siga, at vit hava ikki ráð longur at byggja ellisheim til tey gomlu og heldur mugu styrkja heimatænastuna. Hetta er stevnuskáin hjá Sambandsflokkinum, sigur løgmaður. Hetta er ørvitistos. Eg vil venda tí við og siga, at hevur samfelagið ikki ráð at taka sær av teimum gomlu í Føroyum, so hevur landið heldur ikki ráð at byggja tunlar fyri milliardir krónur, hækka lønina hjá løgmanni og landsstýrisfólkum og keypa bilar til landsstýrisfólk, so tey fáa upp í posa og sekk.

Eg siti bara og bíði, til løgmaður í fjølmiðlunum gevur kennar meiningar fyri Føroya fólki. Hann livir í síni egnu politisku verð. Herfyri sá á portali løgmann siga, at eingin ivi er um, at Føroyar eftir EM-lutakastið í fótbólti hava møguleika at vinna bólkin. Latið okkum seta okkum sum mál at vinna bólkin, sigur løgmaður.

Føroyar eru í EM-bólki við Grikkalandi, Norður-Írlandi, Finnlandi, Rumenia og Ungarn. Fert tú út á gøtuna at spyrja fólk, um Føroyar fara at vinna bólkin, so siga 99% av fólkunum, at tað ger Føroyar sjálvandi ikki. Mest sannlíkt er, at Føroyar sum altíð koma at liggja niðast í bólkinum. Allir spælarar hjá teimum fimm mótstøðulondunum eru yrkisspælarar, tí kann Føroyar kanska fáa okkurt stigið. Meira er ikki at heinta hjá føroyska liðnum.

Sambandsflokkurin hevur júst havt landsfund, og í fjølmiðlunum sigur løgmaður, at vit hava ikki ráð longur at byggja ellisheim, tí tey kosta ov nógv pr. búfólk. Vit skulu heldur menna heimatænastuna. Sjálvandi skulu vit menna heimatænastuna,  men í Føroyum mugu vit framvegis byggja ellisheim og røktarheim. Eg komi bæði á vitjan á Tjarnargarði, Lágagarði og Ellisheiminum í Havn, og har eru flestu fólkini so gomul og illa fyri, at tey slett ikki kunnu búgva heima. Hjá hesum fólkum hjálpir eingin heimatænasta, og bíðilistarnir eru framvegis langir til tess at koma inn á hesi heimini. Veit løgmaður einki um tað?

Løgmaður er óivað fittur og fyrikomandi maður, men hann sigur so nógv undarligt í fjølmiðlunum, at eg og onnur øtast. Hann er jú okkara løgmaður og má hugsa seg um, tá ið hann traðkar fram í fjølmiðlunum. Eg haldi, at hann roynir mangan at flyta “fokus”. Roynir at finna okkurt at siga, sum til dømis EM-lutakastið, so fólk gloyma alt rumblið um Skálafjaðrartunnilin og onnur álvarsmál í samfelagnum.

Tá ið alt omanfyri er sagt, so taka fólk undir við løgmanni, tá ið hann sigur, at samfelagið má sleppa sær av vil allar nevndarsamsýningarnar, sum kosta landinum milliónir krónur. Her fyri fekk eg brævbjálva frá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Eisini fekk eg teldupostar frá fólki, sum boðu meg velja seg í umboðsráðið. Eg havi ongantíð valt nakran í umboðsráðið, og brævbjálvin bleiv ongantíð latin upp. Stóru upphæddirnir til stóru óneyðugu nevndina frá farnari tíð skuldi heldur verið brúktar at lækka tryggingargaldið hjá fólki. Eg eri ímóti, at fólk fáa samsýningar fyri slíkar nevndarsessir.

Samstundis, sum vit í fjølmiðlunum hoyra um at áseta fátækamarkið í Føroyum, hoyra vit, at løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava meira í løn og fáa “minstarabilar”. Hetta er alt ómoralskt í okkara lítla samfelagi. Løgmaður skilir ikki, at fólk eru ímóti hesum bilum. Sjálvandi eru fólk ímóti slíkum, harra løgmaður, tí hetta hoyrir onga staðni heima.

Eg haldi, at løgmaður gloymir, at tað búgva bara 48.000 fólk í Føroyum, og útreiðslurnar hjá landinum mugu vera hareftir. Eisini haldi eg, at løgmaður ikki hevur nóg gott skil á tí fíggjarliga. Hetta sóu vit, tá ið hann tók undir við privatu loysnini um Skálafjarðartunnilin, sum kom at kosta hundraðtals milliónir krónur meira enn almenna loysnin. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *