Kollfirðingar byrjaðu at spæla hondbólt á Hólmanum

Tær byrjaðu at spæla hondbólt í Hólmanum undir krígnum. Raghild fylti 95 ár. (Mynd Vagnur)

Tær byrjaðu at spæla hondbólt á Hólmanum undir krígnum. Ragnhild fylti 95 ár 31. januar. (Mynd Vagnur)

Á Ellisheiminum í Havn býr 95 ára gamla Ragnhild Poulsen, sum eg kenni og havi prátað við. Hon var ein av ungu gentunum, sum undir krígnum byrjaðu at spæla hondbólt á Hólmanum í Kollafirði. – Tað var kendi ítróttamaðurin og ÍSF formaðurin Poul Petersen, sum legði okkum lag á. Vit spældu ímóti kvívíkingum á sandinum í Leynum, ímóti vestmenningum á sandinum inni á Fjørð í Vestmanna, og so á Hólmanum í Kollafirði, sigur Ragnhild.

Liðmyndin er av kollfjarðargentum, sum vóru fyrstar at spæla hondbólt í Kollafirði. Á myndini eru tvær gentur, sum eg kenni, og sum eg kom at hava tilknýti til. Ragnhild Poulsen varð gift við Guttormi Poulsen, og Herborg Christiansen gift við Jógvan Christiansen. Jógvan, sum er beiggi mammu mína, og Guttorm vóru systkinabørn. Áðrenn eg skrivi meiri um hondbóltsgenturnar úr Kollafirði, so fyrst nakað um teir báðar Guttorm og Jógvan, sum ikki vóru úr Kollafirði, men bygdu fiskavirki og róku handil í Kollafirði.

Kollfjarðargentur í 1940-árunum. Standandi frá vinstru: Solgerd Hansen (Sáli), Dagmar Didriksen, Poula Christiansen, Jofrida Madsen, Katis Hansen (Sáli), Herborg Christiansen (Sáli).   Sitandi frá vinstru: Ragnhild Poulsen, Ingigarð Sørensen (Sáli), Dyddan Samuelsen (Sáli), Lina Slåtten, Vilhelmina Joensen (Sáli), Petra Johansen (Sáli).

Kollfjarðargentur í 1940-árunum. Standandi frá vinstru: Solgerd Hansen (sála), Dagmar Didriksen, Poula Christiansen, Jofrida Madsen, Katis Hansen (sála), Herborg Christiansen (sála).
Sitandi frá vinstru: Ragnhild Poulsen, Ingigarð Sørensen (sála), Diddan Samuelsen (sála), Lina Slåtten, Vilhelmina Joensen (sála), Petra Johansen (sála).

Guttormur kom til Kollafjarðar undir krígnum og kom á samband við Christian Geyta. Guttorm var tiltikin handverkari, og hann smíðaði og umvældi ymist fyri Geytan. Nakað seinni fóru Geytin og Guttorm at reka vinnu saman og stovnaðu partafelag, men tá ið Jógvan systkinabarnið kom til Kollafjarðar í 1947, steðgaði Guttorm samarbeiðið við Geytan. Guttorm og Jógvan bygdu saltfiskavirki í Kollafirði og seinni fór teir at handli við matvørum og timbri á Langasandi. Til stuttleika kann eg nevna, at eg hugdi í telefonbók frá 1962 til tess at finna út av, um Christian Geyti stavaðist við K ella C. Tá síggi eg, at telefonnummarið hjá Geytanum er nummar eitt, og tað vóru bara 63 húsarhald í Kollafirði við umstilling frá telefonstøð, sum høvdu telefon í Kollafirði í 1962.

Her síggja við Hólman og Hórisgøtu. Gula húsið

Her síggja við Hólman og Hórisgøtu. Húsið hjá Ragnhild er gula húsið við reyðum taki. (Mynd Vagnur)

Ragnhild var dóttir Geytan, og tað rann saman millum Ragnhild og Guttorm, og seinni rann saman millum Jógvan og Herborg. Sjeyti ár seinni siti eg á Ellisheiminum í Havn og práti við Ragnhild um hondbólt og farna tíð í Kollafirði. Fyrst spyrji eg hana, hvat hon minnist til hondbóltin, sum tey spældu á Hólmanum.

– Tað var undir krígnum, at vit byrjaðu at spæla hondbólt á Hólmanum. Vit kendu ikki spælireglarnar, tí heittu vit á Poul Petersen úr Havn um at koma til Kollafjarðar at leggja okkum lag á. Poul var kendur ítróttamaður, hann hevði ætt í Kollafirði og var eitt skifti ÍSF-formaður. Hetta var ein ómetaliga stuttlig og áhugaverd tíð, og vit dámdu allar væl at spæla hondbólt. Eg spældi hondbólt í nøkur ár.

Ragnhild sum rættur KÍF-ari til dyst í ítróttahøllini.

Ragnhild Poulsen og Elvira Joensen sum rættir KÍF-arar til dyst í ítróttahøllini 18. apríl 2012

– Vit spældu á sandvøllí á Hólmanum, men trupulleikin var, at tá ið fløddi, kom sjógvur inn á vøllin, og tí var mangan torført at kálka vøllin. Funnið varð var uppá at leggja ein tjúkkan sildatrossa um vøllin, sum síðani var síðulinjan. Tá hjálpti. Sum tú sært á myndini, vóru vit í serligum leikbúnum. Alt seymaðu vit sjálvar, sigur Ragnhild. Eg spyrji Ragnhild, hvørjum liðum tær spældu ímóti?

– Vit spældu ímóti vestmenningum og kvívíkingum á Hólmanum, men vit spældu eisini ímóti teimum á sandinum í Leynum og á sandinum inni á Fjørð í Vestmanna. Eg minnist, at vegurin til Vestmannar var ikki liðugur, og tí mátti vit ganga til Vestmannar at spæla dyst og eisini ganga heimaftur, men hetta minnist eg bara aftur á við gleði, sigur Ragnhild.

Alt broyttist, tá ið Oyggjarvegurin varð bundin saman

Alt broyttist, tá ið Oyggjarvegurin varð bundin saman 6. juli 1966.

Ragnhild og Guttorm fingu trý børn. Eyðstein føddur í 1950, Torgerð fødd í 1952 og Fríðbjørn føddur í 1956. Eyðstein og Tórgerð búgva í Danmark, og Fríðbjørn býr í Vestmanna. Ragnhild og Guttorm bygdu sær hús á Oyrareingjum og komu at síggja beint oman á hondbóltsvøllin á Hólmanum. Guttorm doyði longu í 1962, og Jógvan koma einsamallur at halda fram við saltfiskahúsinum og handlinum á Langasandi.

Ragnhild smílist, tá ið eg sigi henni, at eg havi sæð mynd av henni við KÍF pannubandi um høvdið á veg til dyst í ítróttahøllini. Søgan um pannubandið er hendan: – Eldrafelagið við Sjógv var boðið at koma í høllina at síggja, meðan menninir hjá KÍF spældu dyst ímóti H71. Hetta var 18. apríl 2012. Vit hildu, at vit ikki kundu takka nei, nú vit vóru boðin í høllina. Eg kom bara ta einu ferðina í høllina, men tí verri tapti KÍF dystin, vit sóu. Men áhugavert at síggja snotuligu høllina, og sjálvandi máttu vit henda dagin vísa okkum sum røtt KÍF viðhaldsfólk, sigur Ragnild við smíli.

Gott lag var á Ragnhild, tá vit á Ellisheiminum prátu um hondbólt og farna tíð í Kollafirði. (Mynd Vagnur)

Gott lag á Ragnhild, tá ið vit á Ellisheiminum prátaðu um hondbólt og farna tíð í Kollafirði. (Mynd Vagnur)

Oyggjarvegurin varð bundin saman 6. juli 1966, men fyri tað máttu fólk í eina tíð ganga millum báðar vegaendarnar. Sum smádrongur ferðaðist eg mangan í Kollafirði og kom eisini í heimið hjá Ragnhild og Guttormi. Minnist, at vit koyrdu niðan í Mjørkadal og gingu eftir Hórisgøtu oman til Kollafjarðar. Hórisgøtan kom oman í bygdina júst har Ragnhild og Guttorm búðu. Eg spyrji Ragnhild, um nógv fremmandafólk komu á gátt, nú Hórisgøta var nærmasti granni hjá teimum.

– Tað komu nógv fólk til gongu eftir Hórisgøtu og eisini mangan fólk á hestbaki. Fólk komu eisini inn til okkum, og eg minnist, at Kjartan Mohr var einaferð ein av reiðmonnuum, sum vóru kominir á fólkafund í Kollafirði. Annars gloymdi eg at siga, at sjálvt um eg bara einaferð havi verið í høllini í Kollafirði, so fylgdi eg altíð við, hvussu gekst hjá KÍF liðunum á vøllinum, sigur Ragnhild.

Eg kann skoyta upp í, at sjálvur havi eg spælt hondbólt ímóti KÍF á Hólmanum og minnist henda tjúkka sildatrossan um vøllin. Vit plagdu at skemta við, at bara í Kollafirði kundi spælari detta um síðulinjuna. Á hvítusunnu í 1944 var koyrandi úr Kollafjørði til Vestmannar og sum áður sagt, var Oyggjarvegurin bundin saman 6. juli 1966, so koyrandi var úr Havn til Kollafjarðar og Vestmannar.

Snotuliga høllin í Kollafirið varð tikin í nýtslu í 2004. (Mynd Vagnur)

Snotuliga høllin í Kollafirði varð tikin í nýtslu í 2004. (Mynd Vagnur)

Ragnhild býr á Ellisheiminum í Havn. Hon fylti 95 ár 31. januar og helt stóran føðingardag á Ellisheiminum. Eyðstein og Tórgerð vóru komin úr Danmark, og Ragnhild sigur mær, at hon var sera fegin um føðingardagin. Tá ið eg hevði tikið myndina av henni, og spurdi hana, hvussu henni dámdi á Ellisheiminum, svaraði hon: – Her er gott at vera, fólk eru fitt og fyrikomandi, men mær hevði dámað best at búð í Kollafirði í mínum egnum húsum. Men nú kann eg ikki longur klára meg einsamalla heima, sigur Ragnhild at enda. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *