Tingið kjakast í løtuni um stóru tunnilsætlanina, og eg hoyrdi í útvarpinum, at tingfólk vóru bæði fyri og ímóti, at oyggin Hestur skal við í tunnilsætlanina. Hoyrdi eg rætt, kemur tunnilin í Sandoynna at dýrka 50/60 millónir, um Hestur er við í ætlanini. Eg taki fult undir við støðuni hjá Útoyggjafelagnum, at Hestur sjálvandi skal vera partur av ætlanini. “Nú hava vit møguleikan, vit fáa ongantíð møguleikan aftur at binda Hest í miðøkið”, sigur Útoyggjafelagið. Og rætt hava tey.
Í mín verð er líkamikið, hvussu nógv fólk búgva í Hesti. Allir borgarar er líka fyri lógini í hesum landi, og hví skulu fólk úr Sandoy hava fast samband við miðøkið og ikki fólk úr Hesti. 50/60 milliónir eru ikki stór upphædd, tá ið vit hugsa um framtíðina, og hvat báðir stóru tunlarnir koma at kosta tilsamans. Skip kostar eisini pening at sigla um Hestfjørð, og hesar 50/60 milliónirnar skulu metast sum ein framtíðaríløga, og sum strekkir seg langt inn í framtíðina. Sjálvandi skal Hestur vera partur av tunnilsætlanina. Alt annað er egoistiskt av fólki, sum vilja nakað annað.
Eg havi altíð hildið, at meira neyðugt er at binda Sandoy í meginøkið enn at gera eina farleið aftrat millum Streymoy og Eysturoy. Vit hava frálika farleið millum hesar oyggar, tí skuldi Sandaoyatunnulin verið gjørdur fyrst og sjálvandi Hestur partur av hesi ætlan, sjálvt um eg veit, talan er um fígging av báðum tunlunum. Hestur er partur av Tórshavnar kommunu, og sjálvandi skal Tórshavnar kommuna streingja á, at Hestur eisini er partur í tunnilsætlanini. Føroyar gerast ríkari, um Hestur eisini er við. (Vagnur)
