Einki broyttist frammi í oddinum. VÍF og KÍF vunnu sínar dystir

KÍF áskoðarar kunnu gleða seg til FM-finalurnar í apríl mánað.

KÍF áskoðarar kunnu gleða seg til FM-finalurnar í apríl mánað.

Støðan í bestu mansdeild broyttist bara soleiðis um vikuskiftið, at Kyndil vann á H71, sum má metast at vera endaliga dragna í FM-stríðnum. Í dag spældu VÍF og Team Klaksvík í Vestmanna og Neistin og KÍF í Havn. Men fyrst til dystin í Vestmanna, sum VÍF vann 34-26. Fyrri hálvleikur var javnur, og tá ið vit fóru um miðjan hálvleik, var Team Klaksvík á odda 9-7. Tíggju minuttir seinni var javnleikur 10-10. Tað var ikki fyrr enn seinast í fyrra hálvleiki, at VÌF legði seg á odda fyrst 12-11 og seinni 14-12.

Í seinna hálvleiki bar lítið til hjá Team Klaksvík, tí liðið fekk bara tey mál fyrsta korterið. Fimtan minuttir spældir og støðan 25-15 til VÍF. Næstu tíggju minuttirnar fekk Team Klaksvík nógv mál, og eftir tjúgu minuttir spæl var VÍF á odda 26-20. Team Klaksvík steðgaði aftur upp seinast í dystinum, tí VÍF vann 5-1 seinastu fimm minuttirnar. FM-finalukósin hjá VÍF er óbroytt. Liðið hevu seks dystir eftir at spæla í grundspælinum og kann loyva sær at tapa tveir dystir, tí liðið er fimm stig framman fyri Kyndil  og seks stig framman fyri StÍF. Men so skulu bæði Kyndil og StíF vinna sínar dystir.

Dysturin millum mansliðini hjá Neistanum og KÍF var ógvuliga javnur í fyrra hálvleiki, tí ongantíð var meira enn tvey mál á muni. 4-4 eftir tólv minuttir og 10-10 eftir eftir 27 minuttir. Hálvleikastøðan 14-13 til Neistan. Fyrra korterið í seinna hálvleiki var javnt, tí eftir fimtan minuttir spæl var KÌF á odda 22-21. Men so skrædnaði hjá neistamonnum, sum bara fingu trý mál seinastu fimtan minuttirnar. Tað var serliga løtan, tá ið KÍF fór frá støðuni 22-21 til KÍF, og  KÌF legði seg á odda 27-21. Tá vóru átta minuttir eftir at spæla. KÍF heldur kósina beint í FM-finalurnar. (Vagnur)

VÍF – Team Klaksvík: 34-26 (14-12) Dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 8, Sámal Hansen 5, Sámal Djurhuus 5, Julian Olsen 4, Joen P. Høgnesen 4, Hanus Chritophersen 3, Sjúrður Nielsen 2, John Nielsen 2 og Teir Rasmussen 1

Málskjúttar Team Klaksvík: Dusko Petrusic 14, Andrias Ellingsgaard 3, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Vilhelm Vilhelmsen 3, Otto Jacobsen 2 og Niclas Niclasen 1.

Neistin – KÍF 24-29 (14-13) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Uni Wardum

Málskjúttar Neistans: Teitur Magnusson 7, Terji Mørk 7, John í Innistovu 3, Andras Joensen 3, Aleks Buha 3 og Blagoje Buha 1

Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 7, Magnus Müller 6, Jákup Trygvason 5, Teitur Joensen 4, Rasmus Junkar 3, Hans Eli Sigurbjørnsson 3 og Tony Weihe 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 17 496 416 80 25
2 VÍF 18 549 485 64 24
3 StÍF 17 457 467 -10 18
4 Kyndil 17 439 447 -8 17
5 H71 17 452 440 12 16
6 Neistin 17 449 483 -34 14
7 Team Klaksvík 17 447 551 -104 6

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *