H71 hevur nú tapt slagið um at náa FM-finalupláss

Kyndil er í skrivandi løtu fimm stig eftir VÍF. (Mynd Álvur)

Kyndil er í skrivandi løtu fimm stig eftir VÍF. (Mynd Álvur)

H71 má sigast at hava spælt sær av við møguleikan á náa FM-finalupláss eftir ósigurin seinnapartin fyri Kyndli. Kyndil vann dystin 27-25. Javnt gekk á fyrstu tíggju minuttirnar, tí tá var javnleikur 7-7. Næstu tíggju minuttirnar smoygdi Kyndil sær fram um 14-11. Hálvleikstøðan 16-14 til Kyndil. Í seinna hálvleiki fekk H71 góða byrjan og minkaði um munin 21-20 til Kyndil. Tjúgu minuttir eru spældir av seinna hálvleiki, og Kyndil á odda 24-21, men løtu seinni var knappliga javnleikur 24-24.

H71 fekk bara eitt mál seinastu fimm minuttirnar, meðan Kyndil fekk trý mál. Kyndil fekk tí tvey týdningarmikil stig við at vinna dystin 27-25. Hyggja vit eftir stigatalvuni, er Kyndil framvegis við, men skal Kyndil náa FM-finalupláss, so skal VÍF tapa tveir dystir, ja, og Kyndil vinna restandi dystir. Sjálvandi kann hetta lata seg gera, men brekkan hjá Kyndli er brøtt.

Kyndil spælir annars ímóti VÍF í Vestmanna tann 9. mars. Eg síggi á dómaraseðlinum, at Bogdan Florea einki mál skeyt seinnapartín. Tá ið eg sigi, at H71 hevur tapt slagið um at náa FM-finalupláss, so er orsøkin, at VÌF nú skal tapa fýra dystir, skal H71 náa FM-finalupláss. Og tá skal H71 vinna allar restandi dystir. (Vagnur)

Kyndil -H71 menn 27-25 (16-15) Dómarar: Heri Petersen og Gert Hansen

Málskjúttar Kyndils: David Edvardsen 7, Høgni Klein Olsen 6, Finnur Hansson 5, Julian Johansen 4, Hørður F. SigÞórsson 3, Bárður Johannesen 1 og Bjarni Sørensen 1

Málskjúttar H71: Rúni Højgaard 5, Bogi G. Davidsen 5, Tróndur Arge 3, Hans Kári Hansen 2, Esbern Simonsen 2, Jónas Djurhuus 2, Sigmundur Nolsø 2, Sigmundur Dahl 2, Birgir Poulsen 1 og Andor Sivertsen 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 16 467 392 75 23
2 VÍF 17 515 459 56 22
3 StÍF 17 457 467 -10 18
4 Kyndil 17 439 447 -8 17
5 H71 17 452 440 12 16
6 Neistin 16 425 454 -29 14
7 Team Klaksvík 16 421 517 -96 6

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *