Hondbólturin í Klaksvík hevur sera góðar umstøður

Nú kanst tú ganga innadura millum báðar hallirnar. (Mynd Vagnur)

Nú kanst tú ganga innadura millum báðar hallirnar. (Mynd Vagnur)

Eg hitti ein neistavenjara, sum var í Klaksvík seinasta vikuskifti, har lið hansara spældi ímóti Stjørnuni. Júst sum dysturin skuldi byrja, sá hann ongan neistaspælara og fór at leita. Eftir eina løtu vísti tað seg, at spælararnir fóru farnir gjøgnum eina gongd frá KÌ-hølini oman í Badmintonhøllina at hita upp. Hetta visti neistavenjarin ikki kundi lata seg gera. Hann var ovfarin, hvussu góðar umstøður hondbólturin í Klaksvík veruliga hevur. Hallarvørðurin í hallunum eitur Bent Áarskarð, og hann ringdi eg til.

Bent Áarskarð er hallarvørður í báðum hallunum.

Bent Áarskarð er hallarvørður í báðum hallunum.

– Tað var í samband við fiskivinnustevnuni í fjør, at ein hundrað fermetur stórur bygningur varð bygdur millum báðar hallirnar. Talan er bara um tíggju metrar fjarstøðu millum hallirnar, tí var hetta ikki so stórt átak. Tað hevur stóran týdning, at fólk kunnu ferðast innandura millum hallirnar. Her hugsi eg um tildømis fiskivinnustevnuna, og tá stórar kappingar verða fyriskipaðar, sigur Bent.

Klaksvíkar kommuna eigur nú báðar hallirnar, sum sjálvandi krevja tær nakað av ábøtum, tí KÍ-høllin er frá 1968. Vit hoyrdu í sambandi við yvirtøkuna, at takið á Badmintonhøllini lak, tí var hondbóltsdystur útsettur. Eg spyrji Bent, um tey framvegis kalla hallirnar KÍ høllin og Badmintonhøllin, og um tey hava fingið bilbukt við lekarnar í Badmintonhøllini

– Lekarnir vóru ikki so nógvir og stórir, sum fjølmiðlarnir vildu gera tað til. Báðar hallirnar krevja nakað av ábøtum, sum vit gera so líðandi. Hallarnar hava enn sama navn, sigur Bent í stuttari viðverking. Bent stendur annars í málinum hjá Team Klaksvík. Hann nevndi fyri mær, hvussu stuttligt tað var, tá dreingir 10 ár hjá Team Klaksvík vunnu steypakappingina. Ja, so vann mansliðið hjá Team Klaksvík á Neistanum seinasta leygardag. So lagið er gott í Klaksvík.

Nú er bara at halda tørn hjá Stjørnuni og Team Klaksvík, tí feløgini hava ótrúliga góðar venjingarumstøður. Tað var ein sólskinsøga, tá Team Klaksvík varð stovnað, tí Stjørnan var givin við dreingja- og manshondbóltin. Hondbólturin hevur djúpar røtur í Klaksvík. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *