Serliga tveir áhugaverdir dystir í bestu mansdeild eru spældir í dag. KÍF og Kyndil spældi javnleika 25-25 í Kollafirði, og VÍF vann á Skála á StÍF 30-26. Í gjár spældu Team Klaksvík og Neistin í Klaksvík, har Team Klaksvík vann 32-30. Í Kollafirði var KÌF á odda 25-23, tá ið ein minuttir var eftir at spæla, men Kyndil tryggjaði sær týdningarmikið stig í evstu løtu.
Dysturin í Kollafirði var heldur løgin, tí javnt gekk á allan fyrra hálvleik, har bara eitt tvey mál vóru á muni, men seinastu tíggju minuttirnar í fyrra hálvleiki fór KÍF fram um 14-12. Í seinna hálvleiki tók Kyndil dik á seg og legði seg á odda 17-15 longu, tá ið fimm minuttir vóru spældir. Legði seg eisini á odda 20-16, men so steðgaði upp hjá Kyndli, og næstu tíggju minutttirnar legði KÍF seg á odda 23-18, og KÍF sá út at fara við sigrinum. Seinastu seks minuttirnir vóru spennandi, og KÍF var eisini á odda 25-23 við dystarenda, men í seinasti minutti fekk Kyndil tvey mál og harvið javnleik 25-25.
Á Skála var VÍF á odda mest sum allan dystin. Var á odda 18-13 við hálvleik, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var VÍF á odda 25-19. Hesin munur helt sær líka til dystarenda, sjálvt um StíF minkaði um munin til fýra mál eina løtu. Næsta vikan verður óivað tann mest spennandi vikan í bestu mans deild á vetrinum. Longu týskvøldið spæla Kyndil og Neistin, og mikukvøldið spæla H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini og StÍF og KÍF á Skála.
Eitt er dysturin týskvøldið og mikukvøldið, men eg vendi kikaranum niðan í høllina á Hálsi nú leygardagin, tí tá spæla Kyndil og H71. Eg eri heilt vísir í, at liðið, sum tapir henda dystin, er ikki longur við í kappingini um seinna FM-finaluplássið, tí nú eru ikki so nógvir dystir eftir í grundspælinum. Men latið okkum fyrst fáa at vita, hvussu fer at gangast millum H71 og VÍF mikukvøldið.
Hyggja vit eftir støðuni, so hevur KÍF mest sum tryggja sær FM-finaluplássið, men enn er eingin favorittur at fáa seinna plássið, tí so nógvir innanhýsisdystir eru í næstum millum kappingarneytarnar um at fáa seinna FM-finaluplássið. Og so hava H71 og Kyndil spælt ein dyst færri enn hini oddaliðini. (Vagnur)
KÍF – Kyndil 25-25 (14-12) Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen
Málskjúttar KÍF: Niclas Selvig 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Magnus Müller 3, Rasmus Junker 3, Jákup Trygvason 3, Rúni Joensen 2, Rúni Weihe1
Málskjúttar Kyndil: Finnur Hansson 9, Josef Abrahamsen 4, David Edvardsen 3, Høgni Klein Olsen 3, Hørður SigÞórsson 3 Ludvík Súnason 2 og Hans Arni Thomsen 1
StÍF – VÍF 26-30 (13-18) Dómarar: Uni Wardum og Dánjal Samuelsen
Málskjúttar StíF: Marius Joensen 7, Jógvan G. Joensen 5, Kjartan Jóhansen 4, Sveinur Justinussen 4, Jákup Berthelsen 3, Fríði R. Djurhuus 1 Allan Norðberg 1 og Pauli G. Hansen 1
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 8, Sámal J. Djurhuus 5, Julian Olsen 4, Joan P. Høgnesen 3, Mads Eriksen 3, Sjúrður Nielsen 3, Hanus Christophersen 3 og Angnar Nielsen 1
Team Klaksvík – Neistin 32 – 30 (15-17) Daniel Rapa og Ragnar Simonsen
Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 9, Dusko Petrusic 8, Otto Jacobsen 5, Jens Pauli Mohr 4, Andrias Ellingsgaard 4, Vilhelm Vilhelmsen 1 og Niclas Niclasen 1
Málskjúttar Neistin: Jugoslav Djumic 7, Teitur Magnusson 6, Blagoje Buha 6, Andrias Joensen 3, John í Innistovu 3, Aleks Buha 2, Herbjørn Lava 2, og John Ludvig 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 15 | 438 | 362 | 76 | 23 |
| 2 | VÍF | 16 | 488 | 436 | 52 | 20 |
| 3 | H71 | 15 | 404 | 386 | 18 | 16 |
| 4 | StÍF | 16 | 427 | 438 | -11 | 16 |
| 5 | Kyndil | 15 | 384 | 391 | -7 | 15 |
| 6 | Neistin | 15 | 394 | 426 | -32 | 12 |
| 7 | Team Klaksvík | 16 | 421 | 517 | -96 | 6 |
