Tórshavnar Býráð hevur sett sum treytaleyst krav í sambandi við Skálafjarðartunnilin, at vegirnir frá tunlinum á Steymoyarlandinum skulu vera lidnir samstundis sum Skálafjarðartunnilin, annars fer Tórshavnar Býráð at nokta tunlinum at binda í komunalu vegirnir í Havn. Hesa treyt taka øll fólk í Havn sjálvandi undir við, tí verður hetta ikki gjørt, verður stórur ferðsluruðuleiki serlig í Hoydølum og við rundkoyringarnar í Gundadali, sum ikki áður er sæddur í Føroyum.

Um átta tíðina á morgni og um fýra tíðina seinnapartin er mangan ferðsluproppur í rundkoyringunum. (Mynd Vagnur)
Søgan má ikki endurtaka seg, sum hon gjørdi í Lorvík og í Vágum, har øll ferðslan fer gjøgnum bygt økið í Sandavági og Miðvági. Sagt verður, at eini 5000 akfør fara at koyra gjøgnum Skálafjarðartunnilin um samdøgnið. Nú er “proppur” í ferðsluni tíðliga á morgni í Hoydølum og eftir Sundsvegnum oman í rundkoyringarnar í Gundadali. Bilrøðirnar eru so langar, at tær strekkja seg líka frá rundkoyringini og niðan til Mylnuna.
Tá ið Skálafjarðartunnilin kemur, økist ferðslan sjálvandi munandi, og verða ikki nýggjur vegur gjørdur á Streymaroyarlandinum uttan um serliga Hoydalar, fara vit at uppliva ferðsluruðuleiki, sum ongantíð áður er sæddur í Føroyum. Sjálvandi skulu vegirnir frá tunlunum gerast samstundis, sum borað verður, so alt er liðugt í senn. Alt annað er óðamannaverk.
Tá ið talan er um Sandoyartunnilin, verður eingin trupulleiki við ferðsluni, ti umframt, at talan ikki er um so nógvar bilar, so eru vegirnir av Gomlurætt til Havnar góðir. Tá ið ferðslan av Gomlurætt nærkast Havnini, eru tríggir møguleikar at velja ímillum. Bilirnir kunnu fara eftir ringvegnum, eftir Landavegnum og eftir Velbastaðvegnum framvið Landssjúkrahúsinum.
Tá ið Tórshavnar kommuna setur fram treytaleyst krav um ferðsluna frá Eysturoyartunlinum, so meinar kommuna við, at nýggjur vegur skal gerast Steymoyarmegin, har nýggi landsvegurin frá Skálafjarðartunlinum fær samband við breiða ringvegin, sum partvís er liðugur. Hesin vegur gongur sunnanfyri Inni á gøtu og fær samband við brúnna ovast uppi á Sundsvegnum. Henda verkætlan er steðgað upp, og enn vantar at gera veg frá brúnni og omanfyri fyri húsini á Villingardalsvegnum og harvið fáa samband ringvegin við bilsøluna hjá Auto Service.
Nógv fólk koma hvønn dag til Havnar at arbeiða, og tí eru bilirnar nógvir, sum koyra eftir Hvítanesvegnum. Tá ið Eysturoyartunnilin kemur, verðar bilarnir uppaftur fleiri, tí dámar mær væl, at Tórshavnar kommuna setur treytaleyst krav um ferðsluna frá Eysturoyartunlinum. Sjálvandi skulu allir vegir frá tunlunum gerast samstundis, sum tunlarnir verða gjørdir. (Vagnur)


