Nakrir tankar um danska hondbóltslandsliðið

Mikkel Hansen er sera góður álopsspælari, men tað haldar í verjuspælinum.

Mikkel Hansen er sera góður álopsspælari, men tað haldar í verjuspælinum.

Tað var ómetaliga áhugavert at síggja í sjónvarpi hondbóltsdystirnar í EM-kappingini í Danmark. Hesuferð fekk eg eisini møguleikan at síggja onnur lið enn Danmark spæla. Kappingin er av, og Danmark snávaði í EM-finaluni. Eftirmetingarnar av danska liðnum eru nógvar, og sjálvt sálarfrøðingar eru við í kjakinum. Nógv áhugavert kom fram, tá ið serliga fyrrverandi landsliðsspælararnir Nikolaj Jacobsen, Lasse Boesen og Joachim Boldsen viðmerkti ymist áhugavert í EM-kappingini. Millum annað segði Lasse Boesen, at danska liðið vantar ein spælskipara.

Góðir spælskiparar hanga ikki á trøunum, hvørki í Føroyum ella á danska landsliðnum. Lasse Boesen segði, at danska landsliðið í fleiri ár hevur saknað ein nóg góðan spælaskipara, og serliga í EM-finaluni kom hetta til sjóndar. Millum annað endaði Bo Spillerberg sum spælskipari, Bo sum slett ikki vanliga spælir miðspælari men vinstri bakkur. Ein góður spælskipari skal umframt at kunna skjóta sjálvur duga at leiða spælið. Kenna øll “systemir” og duga at skifta ferð á spælinum, tá neyðugt er. Hesin spælarin finst ikki í løtuni í danska hópinum, segði Lasse Boesen.

Áhugavert at hoyra kjakið, hvussu ymiskir venjararnir eru. Bæði Nikolaj, Lasse og Joachim hava sagt áður, at Ulrik spælir vandaspæl at skifta út so nógv. Hetta teir kalla “rotationsprincipið”. Hví skifta spælara út, tá ið hann spælir væl og alt riggar hjá honum? Hetta ger franski venjarin ikki, hann spælir altíð við fastari stammu, sum hann hevur álit á. OK. Bæði Ulrik Wilbek og franski landsliðvenjarin hava vunnið nógv heiðursmerki.

Eg haldi, at bæði dansku fjølmiðlarnir, donsku venjararnir og spælararnir vóru fyri EM-finaluna alt ov bjartskygdir. Danska liðið hevði veikleikar, og stóð Landin ikki so væl í málinum í dystunum í fjórðingsfinalunum, kom Danmark ikki EM-finaluna. Lasse Boesen helt, at tað var skeivt av Wilbek at lata Mad Mensah byrja sum spælskipara í EM-finaluni. Tað hevði hann ikki gjørt í hinum sjey dystunum. Hví so í EM-finaluni. Eisini spell, at Lasse Svan ikki slapp at royna seg á høgra vongi, tí hann spældi sera væl allar undanfarnu dystir.

Danir vardi við ov flatari miðverju, tí sluppu fronsku spælarar ferð eftir ferð inn um tríggjarmeturin at skjóta. Eingin ivi er um, at franska liðið var nógv betri ella rættari sagt klassamunur var á liðunum, men eg haldi, at Ulrik Wilbek ikki spældi kortini nóg væl í EM-finaluni. Millum annað kundi hann latið annan miðverjuspælaran fara longur fram frá linjuni, tá ið fransmenn ferð eftir ferð framdu hetta vanliga krossuppspælið. Spell fyri serliga Ulrik Wilbek, sum hevur verið ótrúligur fyri danskan kvinnu- og manshondbólt seinastu nógvu árini.

Stórur munur er á, hvussu tú tapir ein hondbóltsdyst, men tað má hava verið eyðmýkjandi hjá donsku spælarunum at síggja máltalvuna miðskeiðis í fyrra hálvleiki. 12-4 til Frakland og 14.000 áskoðarar í veitslulag í høllini. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *