Meiningahornið – Kvinnur tosa meira í telefon í bili enn menn (e)

Sjálvandi er ikki rætt at tosa í telefon, meðan tú koyrir bil.

1. januar 2012 kom nýggj broyting í ferðulógina í Danmark. Vart tú tikin at tosa í telefon í bili, var bótin 500 krónur, men á nýggjárinum var bótin hækkað til 1500 krónur. Nógv fólk tosa í telefon í bili í Føroyum, og til stuttleika havi eg gjørt kanning, og hagtølini siga greitt, at kvinnur tosa meira í telefon í bili enn menn. Sjálvandi broytast tølini eitt sindur, um størri kanning verður gjørd, men ábendingin er har.

Vit gera øll mistøk í ferðsluni, summi smá mistøk og onnur størri. Sjálvur eri eg ikki Guðs besta barn í ferðsluni, tí tey nærmastu siga, at eg eri alt ov ótolin, troki ov nógv og havi ikki tol at bíða við hávatenninar. Bøturnar eru fýra higartil. Ein bót á 850 krónur, tí eg koyrdi 63 kilometrar um tíman Yviri við Strond, 250 krónur fyri einki koyrikoyrt í lummanum,  og tvær ferðir ikki sitið í trygdarbelti. Men nú eru nógv ár síðani seinastu bótina.

Herfyri kom eg koyrandi niðan á Heygsbreyt, tá ið ung kvinna koyrdi frá síðugøtu út fyri meg. Eg koyrdi so mikið spakuliga júst tá, at einki hendi. Men eg var ovfarin, tí unga kvinnan var meira upptikin at tosa í fartelefon enn at koyra bil við skili. Hon hugdi ikki omaneftir, og tað sást, at tankarnir vóru aðrastaðni.

Næstu dagarnar fór eg til stuttleika at telja bilar, eg møtti, har fólk tosaðu í fartelefon. Og míni hagtøl siga greitt, at kvinnur og serliga ungar kvinnur tosa nógv meira í fartelefon, meðan teir koyra bil, enn menn. Mín lítla kanning sigur, at møti eg tíggju bilum, har fólk tosa í fartelefon, so eru kvinnurnar sjey í tali og menninir eru tríggir. Í prosentum 70% kvinnur og 30% menn.

Hetta er løgin niðurstøða, tí tosað vit um álvarsligar bilskaðar í yngra ættarliðnum, so eiga ungu menninir størsta partin av skaðunum. Altíð er sagt, at kvinnur koyra nógv varisligari enn menn. Mín lítla ferðslukanning sigur eisini, at summir handverkarar tosa í fartelefon í bili, hetta havi eg eisini sæð í kanning uttanlands.

Í Danmark hækkaðu tey bótina at tosa í fartelefon, meðan tú koyrir bil. Tú stýrir við einari hond, meðan tú heldur fartelefonini til oyrað við hinari hondini. Hvussu kanst tú stýra, skifta gear og tosa í fartelefon samstundis. Her vantar triðja hondin. Bótin í Danmark fór frá 500 krónum til 1500 krónur. Eisini geva tey bøtur til súkklarar, sum lurta eftir tónleiki, meðan tey súkkla. Bótin er 1000 krónur. Haldi ikki, at bøturnar í Føroyum eru hækkaðar eins og í Danmark. Kanningar uttanlands siga, at sjálvt um bøtur  hækka við jøvnum millumbilum, so royna summi fólk altíð greinsir. Næsta stigið verður óivað, at tosar tú í fartelefoni í bili, fært tú fyrst 1500 krónur í bót síðani “klipp” í koyrikortið. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *